9/25/09

Camden er kul (eitt sindur um NEU! og reyðar All-Stars)

Um tú hevur verið ella búð í London, er tað sannlíkt at fyrsti parturin av yvirskriftini als ikki kemur sum nakað stórvegis sjokk. Camden ER kul. Serliga Camden Market. Stuttligt at ganga og mala har og finna alskyns manerer og lutir og klæðir og plátur og gadgets í teim ymsu básunum.

Orsøkin til at eg brádliga fekk slíkan hug at endurtaka nakað, ið nógv helst vita (tó at summi kanska ikki vita tað enn, og tað er jú ein góð orsøk til at gera vart við tað!), er at eg herfyri fekk endur-staðfest hvussu kul Camden og serliga økið kring Camden Market er.

Fyri kortum vóru vit ávegis til oydnað Siciliu* har suðuri í Italia, og ferðaðust umvegis London, har vit gjørdu ein svipp framvið Camden Market. Nú er tað jú einafer soleiðis, at ein viðhvørt gongur og ynskir sær ávís ting, og tíðum kann ein ganga leingi og ynskja sær tingini. Tvey ting, ið eg havi ynskt mær nú í eina tíð, eru;
1. Eitt vinyl eintak av triðju plátuni hjá týska krautrock bólkinum NEU!
Eigi tvær tær fyrru, og eftirsum bólkurin einans gav tríggjar almennar plátur út afturi í 70'unum, og allar eru góðar, vildi eg gjarna eiga tí triðju eisini. NEU! og krautrockur sum heild hevur ongantíð verið sovori sum skammríðir nakrar hittlistar, men er nokk meira tónleikur, ið fangar tey sum eru forvitin og uppsøkjandi eftir tí meira esoteriska. Krautrockur kann tó harðliga viðmælast til øll, ið tíma tað. Bólkar sum NEU!, Can, Tangerine Dream, Kraftwerk, Faust, Cluster og Harmonia umboða eitt sera spennandi tíðarskeið í rock tónleikinum, ið gevur ein frískan, týskan (ha!) vinkul uppá hetta tey rópa rock og rull; eitt mentanarfyribrigdi sum jú í rættiliga stóran mun hevur gingið fyri seg í USA og Onglandi.
Eg havi leitað eftir teirri triðju plátuni hjá NEU!, ið stutt og greitt eitur "NEU! 75" (hon var útgivin í 1975) nú í eina tíð, men havi ikki funnið hana her í Keypmannahavn.
Eitt stuttligt ting við hesi plátuni er annars, at teir báðir Michael Rother (guitar o.a) og Klaus Dinger (trummur o.a), ið mannaðu NEU!, vóru vornir listarliga ósamdir áðrenn teir fóru í holt við plátuna, og gjørdu tí av at teir skuldu standa fyri hvør síni helvt av plátuni; Michael Rother stóð tískil fyri teirri synthesizer og ambient orienteraðu síðu A, meðan Klaus Dinger stóð fyri teirri meiri skitnu, rock og proto punk orienteraðu síðu B.

2. Eitt par av reyðum Converse All-Stars skóm.
Converse All Stars skógvar eru ólukksáliga behagiligir at ganga í, síggja snøggir út og eru nokkso slítsterkir eisini. Eg havi í eina tíð ynskt mær eitt par av reyðum lágum All Stars. Eftirsum eg brúki nr 47 í skóm, sum er í størra lagi, so er tað als eingin sjálvfylgja at handlar liggja inni við einum reyðum pari til mín. Í DK havi eg so ikki funni nakað par í longri tíð.

Í Camden skuldi søgan tó vísa at vera ein heilt onnur; í fyrsta plátuhandlinum eg gekk inn í, sá eg einki annað enn "NEU! 75" í sýnisglugganum uttanfyri! Og hon kostaði ikki meiri enn 10 pund. Sum er eitt sindur meir enn 80 kr ella har á leið. Gjørdi við øðrum orðum kvetti.
Aftaná keypta vinyl gongur leiðin víðari og í allar, allar fyrsta skógvahandlinum eg gangi inn í, beri eg eyga við eitt par av reyðum Converse All-Stars, ið síggja mistonkiliga nógv út til at vera std. 47. Eg kanni málið, royni skógvarnar og rætt er; teir sita sum fótur í hosu (óuppfinnsamur, men í hesum høpi stak hóskandi metaforur).
Skógvarnir kostaðu 35 pund (einar 300 kr) og tað er ikki verðins bíligast, men tó næstan helvtina minni enn hvat teir høvdu kosta í DK.

So eftir 10 minuttum vóru heili tvey ting at strika út á ynskilistanum, og eg kundi enn einafer staðfesta at ja; Camden er kul.

At enda tvey løg av "NEU! 75". Fyrst eitt av síðu A, ið Michael Rother stóð fyri:


...og síðani eitt av síðu B, ið Klaus Dinger stóð fyri:


*veit ikki um tað skal vera við C ella við S á føroyskum? Sicilia? Sisilia? Ein av meira kreativu "før-ismunum" er annars "Sikiloyggj"! Tað stendur mær vitandi í onkrari føroyskari atlas.

9/8/09

Tveir sangir í einum!

Nýggja plátan hjá Mew, ið ber margháttligt langa heitið No More Stories Are Told Today I'm Sorry They Washed Away // No More Stories The World Is Grey I'm Tired Let's Wash Away, er rættiliga kul. Djørv. Og kul.

Eitt áhugavert og kul ting á plátuni, sum eg akkurát havi funnið útav/lagt merki til, er at fyrsta lagið "New Terrain" eisini er eitt ANNAÐ lag ("Nervous"), um tað verður spælt aftur eftir! Stuttligt hugskot, og tað riggar eisini!

Lurta eftir "New Terrain":


Sangurin verður spældur "in reverse" og vupti: "Nervous":


Nokkso stuttligt. So kann ein sjálvandi fara at kjakast um hvør besti sangurin er!?!