Jóla Bob!

Mynd: Húsin til Christmas In The Heart hjá Bob Dylan

Ok, ok, viðgingið; fyrstu ferð eg frætti at jólapláta frá Bob Dylan var ávegis, dugdi eg ikki ordiliga at ímyndað mær at tvær so ymiskar støddir sum Bob og jólaplátur kundu sameinast. Tað skuldu tó ikki nógvar gjøgnumlurtingar til, áðrenn tað gjørdist sólarklárt; jamen sjálvandi, virðiligar jólaplátur finnast jú eisini. Ein hevur bara lyndið til at gloyma tær í riðilinum av elendigum og klisjé proppaðu jólaútgávum, ið eru útkomnar millum ár og dag.

Tær góðu jólapláturnar hava týdning. Hvat høvdu jólini t.d verið uttan jólapláturnar hjá Jim Reeves? Jim Reeves syngjandi jólasangir og -sálmar er hálvgum mestsum = jól. Ein føroyskur variantur kundi verið jólabandið hjá Alex Bærendsen.

Trickið haldi eg er at raka okkurt slag av "jólahýri" í tónleikinum (ólukksáliga "fluffy" hugtak, eg veit), og so eisini hava onkran egnan "vinkul" uppá tað. Ikki bara jólaklisjéir, men eisini egnar tulkingar. Hetta haldi eg Bob og co. koma væl frá. Ikki tí, tónleikurin er sum so rættiliga siðbundin jólatónleikur, skilt á tann hátt at tað ljóðar "jólasligt" uppá gamlan manér. Eitt sindur sum at vera staddur í eini jólapyntaðari gøtu í New York í 50'unum. Soleiðis hoyri eg tað í øllum førum.

Eisini er tað stuttligt við eyðkent hásu og grælandi røddini hjá Bob í hesum samanhanginum, við peppaðum kórdamum, einum serstakliga væl spælandi backing bólki og jólahýri um alt fimmoyrað. Veit ikki um tað er ov spekulativt at siga soleiðis, men eg kundi ímyndað mær at hetta somuleiðis er ein háttur at pilka eitt sindur við alvorliga og dekan ov stirvna image'ið, ið Bob tykist at hava millum mong. Ein máti at siga; "hey, eg kann eisini fara í jólahúgvu og spæla hugnaligan tónleik. Tað er ikki bara eksistentielt djúphugsni, lívsins stóru spurningar og ramasti álvari non stopp!" Ikki óhugsandi (hetta skal tó heldur ikki skiljast sum um Christmas In The Heart bara er hugni og fjantan við nissuhúgvum, tí álvari og djúphugsni er sanniliga eisini uppi í leikinum).

Óansæð, so er vælgerandi endamálið, ið plátan er partur av, kul í sjálvum sær. Heimasíðan hjá Bob sigur soleiðis: 
MORE THAN 4 MILLION MEALS TO BE PROVIDED DURING HOLIDAYS
Bob Dylan has released a brand new album of holiday songs, Christmas In The Heart. All of the artist's U.S. royalties from sales of these recordings will be donated to Feeding America, guaranteeing that more than four million meals will be provided to more than 1.4 million people in need in this country during this year's holiday season. Bob Dylan is also donating all of his future U.S. royalties from this album to Feeding America in perpetuity.
Additionally, the artist is partnering with two international charities to provide meals during the holidays for millions in need in the United Kingdom and the developing world, and will be donating all of his future international royalties from Christmas In The Heart to those organizations in perpetuity.

Eitt annað sum eisini er kul, er at Bob hevur lati seg interviewað í desembur útgávuni í blaði teirra heimleysu, ið altjóða felagsskapurin INSP samskipar. Blaðið kemur út altjóða, verður selt av heimleysum úti á gøtuni og hevur ymisk heiti í teim ymsu londunum. Eg eri staddur í Danmark og her eitur tað Hus Forbi. So keyp eitt eintak av Hus Forbi (ella tað sum blaðið nú einafer eitur, har sum tú ert stødd/staddur. Haldi ikki tað fæst í Føroyum tó), og les hvat Bobburin hevur uppá hjartað viðvíkjandi teim heimleysu og nýggju jólaplátuni. Ognað tær evt. eisini Christmas In The Heart, ið er ein habil jólapláta og liður í vælgerandi endamáli. Nakrir sangir:

 Video til "Must Be Santa"; nógv mest peppaði sangurin á útgávuni. Hohoho!


Superbur jólahugni og ein stuttlig mynd eisini:


"O'Come All Ye Faithful (Adeste Fideles)", enntá við intro á latíni! :)


So niðurstøðan er greið; eitt av betru ískoytunum innan jólaplátu sjangruna (um tað er ein sjangra), ið nokk skal vera tikin fram aftur komandi ár. Kanska ikki heilt í Jim Reeves flokki, men á góðari leið.

Comments