3/24/10

Radiohead live at Saitama, Tokyo 2008

Came across this at a Facebook page called "Nørdar, Nørdinir og Tónleikavinir" where people share links & clips to music. Youtube clips mostly. Someone posted a song from this concert and that led me to the full concert clip. Pretty cool. Same tour as Roskilde 2008 so the lighting and stage setup should look familiar to those who attended that show. The set-list is also similar. Good memories and a good recording this, both sound and video. A TV broadcast originally. If you've got a decent internet connection you might want to go for the high definition.


Track Listing
-------------
15 Step
Just
There There
All I Need
Weird Fishes/Arpeggi
The Gloaming
Optimistic
Jigsaw Falling Into Place
Idioteque
Fake Plastic Trees
Bodysnatchers
Videotape
Paranoid Android
Reckoner
Everything In Its Right Place
My Iron Lung
How To Disappear Completely

3/14/10

Serena Maneesh við nýggjari plátu

                                                        Serena Maneesh í 2009

Avbera feiti norski rock bólkurin Serena Maneesh kemur í næstum út við nýggjari plátu, nevnd nakað so forkunnugt sum No. 2: Abyss In B Minor. Sjálvnevnda debutplátan hjá bólkinum kom út í 2006, og tað er í mínum oyrum ein ótrúliga góð rock pláta.

Eg hevði í trý ár tann framíhjárætt at vera vertur í rock sendingini Rokkstovuni í føroyskum útvarpi, og Serena-Maneesh var tann besta rock plátan sum eg rendi meg í hetta tíðarskeiðið. Hon brendi seg ordiliga fasta hjá mær. Ok, Modern Times hjá Bob Dylan og In Rainbows hjá Radiohead lógu eisini ovarlaga hetta tíðarskeiðið, men hvat "fyri-fullum-útblástri-og-við-larmandi-gittarum" rocki viðvíkur, var SM plátan tann besta. Tí havi eg høgar vónir til næstu útgávuna, og tað eg havi hoyrt higartil ljóðar sera lovandi. Útgávan kann nevniliga longu streamast øll sum hon er, hóast almenni útgávudagurin er 22 mars.
                                     Húsin til nýggju plátuna No. 2: Abyss In B Minor

Serena Maneesh spældu á G! Festival í 2007, og hóast tey spældu eitt sindur ov tíðliga (og stutt!), so var tað ein minnilig konsert. Feitt at kunna hoyra dygdargóðan rock tónleik heima klettunum av og á. Tað er ikki ofta, men tað hendir viðhvørt. Minnist tað sum eina av teimum allarbestu G! konsertunum, ið hava verið.

Eg skrivaði eina grein fyri G! í sambandi við at Serena Maneesh skuldu spæla á festivalinum. Greinin stóð í Dimmalætting 14 mars 2007, so tað er faktiskt akkurát trý ár síðan í dag. Eg haldi at greinin greiðir nokkso væl frá hví bólkurin er so feitur, og tú kanst lesa hana her. Vil tó líka geva credit til Katrin Petersen, ið gav greinini eina rimmar ritstjórn. Tvs. hon rættaði eitt sindur her og har og býtti um uppá onkur brot, soleiðis at bygnaðurin í greinini hekk betri saman. So er tað fingið uppá pláss! :-) Greinin er her;

Tá einglarnir skríggja 

                                                  Serena Maneesh í 2007

Serena Maneesh eru úr Noregi og verða av mongum mett sum eitt hitt mest spennandi skandinaviska rock-navnið í nýggjari tíð. Tey spæla ógvusligan og inniligan noise rock, ið er sum ein tvørskurður úr rock-søguni, settur saman til ein oyradoyvandi og stórbæran ljóðmúr. Serena Maneesh vitjar gøtusand í summar

»Á besta Spinal Tap hátt skrúvaði Nikolaisen gittarforstyrkjaran frá… og broytti bólkin hjá sær til eina stóra, skurrandi sentrifugu, ið fekk ein at gloyma bæði tíð og stað… Og tá bylgjurnar vóru hægst, vóru eingi orð eftir. So lá ein mestsum ússaligur og pilkaði á jørðini, til tess at finna seinastu pettini av tí, ið einafer var eins rationella sinni«.
So ógvusliga tekur Steffen B. Pedersen, ummælari á Geiger.dk, til um framførslu hjá Serena Maneesh, sum í summar spæla á G! Festival.

Blues, Gershwin og noise rockur
Tónleikurin hjá Serena Maneesh er sum ein tvørskurður gjøgnum alla rock-søguna, líka frá gomlum amerikanskum suðurstats blues tónleiki, yvir Gershwin, kamartónleik, 60'ara noise rock (The Velvet Underground), týskan 70'ara kraut rock (Neu! og Can), skotskan og amerikanskan noise rock úr 80'unum (The Jesus and Mary Chain, Primal Scream, Sonic Youth) og enskan 90'ara noise popp (My Bloody Valentine, Slowdive).
Serena Maneesh taka henda fjølbroytta íblástur og kóka hann niður til eina sterka, samanhangandi heild. Arvurin frá blues-tónleikinum liggur sum ein undirstreymur av skitnum, hjartaligum blues-riffum í stórum parti av tónleikinum. Í summum løgum mála limirnir ófatiligar og stórfingnar noise ljóðmyndir, har einglasongur og vakrir melodiir liggja goymdir í struktureraða rokanum. Smáir glottar av kosmos í einum undurfullum, bergtakandi kaos.
Løgini spenna eisini víða; frá tí ítøkiliga og nærum popputta, til tað meiri úrtøkiliga, atmosferiska og ljóðríka. Summi løg hava meir ella minni skap sum rock- og poppløg flest, meðan onnur eru meira eksperimenterandi, við denti á huglag og ljóðmynd, heldur enn siðbundna sangskriving. Gjøgnum allan tónleikin er ein intensur tvídráttur millum tað vakra, friðsæla, og tað ógvusliga, óróliga, larmandi.

The Velvet Underground
Tað er eingin ivi um, at 60'ara avantgarde noise rock bólkurin The Velvet Underground hevur verið og er ein tann týdningarmesti av mongu tónlistarligu íblástrunum hjá Serena Maneesh.
“Tað var, tá tónleikaralærari mín spældi “Heroin” hjá The Velvet Underground fyri okkum – einum flokki av óskyldugum, óvitandi smábørnum. Eitt øgiliga sjáldsamt ting at gera í eini lítlari bygd úti á landinum. Eg var fangaður í løtuni, fullkomiliga bundin, uttan íhald. Eg hevði ikki hóming av, hvørt eg var hugtikin ella óttafullur. Tað einasti, eg visti, var, at eg kendi á mær, at hetta var øgiliga myrkt, men ekstremt veruligt. Tað var eins og veruleiki festur á band”.
Sigur Emil Nikolaisen um táið fræið varð lagt til bólkin, ið í dag er kendur sum Serena Maneesh . Debutplátan hjá The Velvet Underground, The Velvet Underground and Nico (frá 1967 og kend sum "bananplátan"), seldi einans 20.000 eintøk, tá hon kom út av fyrstan tíð, men sum tónleikarin og framleiðarin Brian Eno heldur fyri, so stovnaði hvør einasti av teim 20.000, ið keypti eitt eintak, sín egna bólk. Henda stóra ávirkanin frá The Velvet Underground hevur síðani 60'ini spjatt ekkó um allan heimin, og hevur kveikt nýggjar tónar í nýggjum bólkum. Serena Maneesh er eitt hitt sterkasta úrslitið av bylgjuni, ið Velvet Underground skapti - í øllum førum her um leiðir.

Upptøkur báðumegin Atlantshav
Debutfløgan “Serena-Maneesh” varð útgivin í heimlandinum Noregi í 2005, við altjóða útgávu í 2006. Fløgan varð tikin upp og framleidd gjøgnum eitt hálvt ár, har bólkurin ferðaðist víða um og tók upp. Leiðin gekk m.a til Chicago í USA til kenda Electrical Audio Studio, ið upptøku-tøkningurin Steve Albini eigur (Nirvana, Pixies, PJ Harvey o.o). Harumframt tóku tey upp í upptøkuhølum í Oslo, New York og Stockholm. Framleiðarin Martin Bisi (Swans, Sonic Youth) var við til at miksa fløguna, og millum gestatónleikararnar eru m.a kendu amerikansku indie-tónleikararnir/sangararnir Sufjan Stevens og Daniel Smith (The Danielson Famile).
Emil Nikolaisen spælir gittar og syngur, og systrarnar Elvira og Hilma Nikolaisen luttaka eisini á fløguni. Hin langa, ljóshærda Hilma er harumframt fastur fúsur í live-bólkinum hjá Serena Maneesh, har hon spælir bass.
Núverandi manningin í live bólkinum er Emil Nikolaisen (gittar, sang), Hilma Nikolaisen (bass), Eivind Schou (violin), Einar Lukerstuen (trummur), Øystein Sandsdalen (gittar) og Tommy Akerholdt (trummur).

Fyribrigdið Emil Nikolaisen
Emil, ið er oddamaður í Serena Maneesh, hevur áður spælt í og verið við til at stovna vælkendar norskar bólkar sum Royal, Silver og The Loch Ness Mouse, og hevur eisini eina fortíð í tungmálmsbólkinum Extol, ið vitjar Fjarðafestivalin seinni í ár. Emil spældi gittar í Extol miðskeiðis í 90´unum, áðrenn Ole Børud tók yvir. Umframt at vera tónleikari, hevur Nikolaisen eisini royndir sum framleiðari og framleiddi m.a fløguna Vacuum (1999), ið var fyrsta útgávan hjá amerikanska/føroyska/norska bólkinum glorybox, ið hevur vitjað í Føroyum tríggjar ferðir, m.a. á G! Festival. (glorybox veitti í síni tíð týðandi íblástur til bólkar, ið virkaðu í Grót umhvørvinum á sinni, haðani G! Festivalurin eisini er sprottin. Emil og tónleikabólkurin Royal taldust millum fyrimyndirnar hjá glorybox, og kann tað tí tykjast náttúrligt, at núverandi bólkurin og stóra hjartabarn Emils, Serena Maneesh, kemur at vitja og spæla á G!).
                              Húsin til sjálvnevndu debut plátuna Serena-Maneesh.

“Touch my lips to speak again”
Sungið verður á enskum, og út frá teim brotabitunum, ið ein hoyrir, kann sigast, at tekstirnir snúgva seg um leitanina eftir ljósi, vón og djúpd, í eini verð fullari av myrkri, vónloysi og grunnum livihátti. M.a í byrjunarlagnum "Drain Cosmetics" verður sungið "touch my lips to speak again, broken six string ring again, crown my name with your everything, break my chain 'cause I'm giving in". Eitt róp um, at tað, ið brotið er, skal gerast heilt aftur. Ein avgerandi partur av úttrykkinum er eisini sjálvar røddirnar hjá Emil og songkvinnuni Linu, ið liggja væl goymdar í tónleikinum og eru við til at skapa sermerkta huglagið, við partvís at virka sum ljóðføri afturat songfunksjónini.
Áðurnevnda tvístøðan millum friðsælu og órógvan, millum ljós og myrkur, er afturvendandi í bæði teksti og tónleiki. Fleiri av løgunum eru eins og stríðsvallir, har harmoniskir melodiir og dissonantir múrar av larmi bresta saman, og er hetta nærum hin aldargamli bardagin millum gott og ilt, festur á band á eini rockplátu!

Bein kós inn í framtíðina
Tað er tó live, at bólkurin veruliga brýtur ígjøgnum og vinnur sær fjepparar. Bæði í Evropa og USA fær Serena Maneesh framúr góð skoðsmál við orðingum sum “rúnarbindandi” og “transenderandi tónleikauppliving” og annað mangt.
Tá ið tónleikur er óvanliga vakur, verður stundum tikið til, at “einglarnir syngja.” Í hesum førinum er tann myndlýsingin ikki heilt nøktandi. Rættast er heldur at siga, at soleiðis ljóðar, tá einglarnir skríggja! Tí kunnu rock- og larmglaðir føroyingar gleða seg til Serena Maneesh vitja Gøtusand, og borðreiða við teirra heilt egnu tulking av villa, orkumikla og hjartaliga noise rockinum. Noise rockur, har fortíðin gerst sprell-livandi nútíð, við beinari kós inn í framtíðina.

-----

Video til "I Just Want To See Your Face", fyrsta staklagið av av No. 2: Abyss In B Minor;


"Reprobate!", somuleiðis av teirri nýggju, her live í norskum sjónvarpi:


Minst til at tað er gott at hoyra einstøk løg, men at tað fæst nógv mest burturúr við at lurta eftir allari plátuni sum eini heild, sum eitt samanhangandi verk. Tí tað er tað hon er. Via leinkjuna longur uppi í blogginum ber til at lurta eftir allari plátuni.

Annars haldi eg at Serena Maneesh burdu komi aftur á G! og blást alt um koll. Ongantíð ov skjótt! :-)

3/10/10

3/8/10

Goodbye Mark Linkous

Mark Linkous. 1962-2010. Sad. That's what it is.

A fan made video for "It's A Wonderful Life":

3/5/10

Stylo

Triðja Gorillaz plátan kemur í næstum. Fyrsta staklagið "Stylo" lovar í øllum førum frá góðum. Tað er eingin garantur fyri at øll plátan er góð, men tað er tað sum tað er. Gott lag. Deiliga frekt groove við ikki alt ov høgum tempo. BPM (beats per minute) er um tey 100, ella har á leið. Eitt sindur Kraftwerk líknandi vibe. Og so hava teir fingið góða gamla Bobby Womack at syngja á lagnum. Tað er eitt sindur av einum fongi. Mos Def rappar eisini. Alt í alt eitt fínt popp lag.

Wiki veit soleiðis at siga um samstarvið millum Womack og Gorillaz;
Bobby Womack knew nothing about Gorillaz and was initially unsure about the collaboration, however, his daughter liked Gorillaz and convinced him to do it. Womack was told to sing whatever was on his mind during the recording of "Stylo". "I was in there for an hour going crazy about love and politics, getting it off my chest", said Womack. After an hour of recording, Womack, a diabetic, started to pass out. He was sat down and given a banana, before waking up minutes later.

Stuttlig søga. At ljóða til fekk hann fýrt tað av sum hann hevði uppá hjarta;


 ...og lat okkum so, meðan vit eru so gott í gongd, eisini leggja leiðina framvið einum Bobby Womack klassikara; "Across 110th Street". Lagið var upprunaliga við í filminum av sama navni (1972), og fekk eitt sindur av eini renæssansu í Jackie Brown (1997) hjá Quentin Tarantino.

3/1/10

Krautrock/Kosmische

 Been thinking about doing a recurring post theme about German music from the late 60's to the late 70's; a musical era that has been widely labeled as "krautrock". Bands like Can, Kraftwerk, Neu!, Cluster, Harmonia, Tangerine Dream & Faust represent the term. As with all labels people have different opinions on it and some see it as derogatory. The bands involved are also very different in style, image and character and can be said to have very little in common, some of them weren't even aware of each other back in the day. But hey, we need to understand this world we live in and the phenomena that occur in it. And krautrock, or kosmische musik as some would call it, is definitely an interesting one.

Before we start with the krautrock or kosmische blog series let's take a look at this interesting BBC four documentary entitled Krautrock - the rebirth of Germany. It details the historical situation and features interviews with most key players in German rock and electronic music at the time. In other words; members from all the above mentioned bands get to have their short but significant say. Later on I will follow this up with posts on each individual band. Take care and stay kraut!









And as mentioned above I will follow this up later on with posts on the individual bands (including Harmonia, Cluster & Eno and Eno-Moebius-Roedelius).