9/26/10

Black Mountain á Loppuni

 Settlistin hjá Black Mountain. Mynd: Jakob Sievers

Music, if Plato was right, might save us yet. Certainly no hippie, no folk singer, no long-haired guitar-playing rock musician is going to fry us all with napalm or blow us up with the bomb” -Ralph Gleason

Mikukvøldið gekk leiðin innar á Loppen, ið er mítt yndis konsertstað í Keypmannahavn. Keypmannahavn hevur nøkur góð konsertstøð, men Loppen tekur prísin. Staðið er lítið, tætt, intimt og heilt ólukksáliga heitt, tá nógv fólk savnast frammanfyri pallin. Akkurát fyri. Skráin er sum heild góð, frek og áhugaverd.

Á skránni hetta kvøldið var kanadiski rock bólkurin Black Mountain, ið eg havi lurtað nokkso fitt eftir síðani onnur plátan hjá bólkinum, In The Future frá 2008, kom út. Uppitingini stóð New Zealandski bólkurin An Emerald City fyri. Eg visti einki um bólkin frammanundan konsertini. Jú, ein skundislig Myspace vitjan var gjørd fyrr á kvøldinum, men tað var eisini tað.

Lat meg her beinavegin gera vart við, at aftaná lokna konsert prikaði eg á ryggin á einum fýri, ið hevði havt fototólið frammi og tikið myndir undir allari konsertini. Spurdi um hann tók myndir fyri nakran ávísan miðil? "Nei, bara av áhuga" svaraði hann. "Kann eg fáa nakrar til bloggin hjá mær?" spurdi eg. "Jú, sagtans, tað kunnu vit finna útav. Vit mailast bara í morgin". Soleiðis gekk tað fyri seg. Fýrurin eitur Jakob Sievers, hann tekur myndir og tú kanst frætta nærri um hann við at trýsta á navnið. Takk fyri myndirnar Jakob.
An Emerald City. Mynd: Jakob Sievers
An Emerald City var so bestemt ein positiv uppliving. Fyri tað mesta instrumentalur og dronutur jamm rockur við psykedeliskum undirtónum. Sum eg havi skilt á lagnum er bólkurin búsitandi í Berlin. Tað er okkurt serstakliga hugtakandi við hesum, at seks New Zealandarar fáa tað hugskot at flyta til Berlin, har tey fáast við at spæla instrumentalan, dronandi jamm rock við psykedeliskum undirtónum. Eg meini so við, tað kann ikki vera ein business fidusur, ið drívir verkið, ha? Tað má vera trongdin at skapa, og fáa okkurt gott og gevandi burturúr. Meir av tí!
Hann fiólina fagurliga leikti. An Emerald City. Mynd: Jakob Sievers
At Berlin er bústaðurin hoyrdist kanska eisini. Tónleikurin vakti í øllum førum assosiatiónir til nøkur av fyrstu nøvnunum innan krautrock, eitt nú Amon Düül II. Violinleikarin kláraði seg serliga væl. Eg kom at standa undir liðini av honum móti endanum á Black Mountain konsertini. Ætlaði at siga okkurt, men so var konsertin liðug, og áðrenn eg visti av var hann farin. Ikki tí, tað bilti ikki.
An Emerald City fáa hervið míni bestu viðmæli. Far og vitja myspace hjá teimum, um tú vilt fregnast nærri.
Black Mountain á palli. Mynd: Jakob Sievers
Black Mountain hava tríggjar plátur á baki, og tað var áðurnevnda In The Future, ið opnaði míni oyru fyri teimum. In The Future átti nøkur tørn tilsamans í Rokkstovuni, inntil sendingin vegna sparingar var sett á standby í januar 2009. Triðja útgávan Wilderness Heart kom út fyri sløkum mánaða síðan.

Solveig og eg hava sæð Black Mountain live einaferð fyrr. Tað var á Roskilde Festival 2008, har tey spældu á Arena pallinum á miðjari nátt. Hóast tann festivalurin átti nógvar ríkandi tónlistarligar upplivingar, eitt nú shoegaze legendurnar My Bloody Valentine, ið fyrr um kvøldið høvdu blástu okkum um koll frá sama Arena palli, so stóð Black Mountain konsertin eftir í minninum sum ein góð ein.
Stephen McBean, hvørs steintungu riff og sveimandi soloir eru hornasteinar á Svartafjalli. Mynd: Jakob Sievers
Black Mountain spæla rock við rættiliga greiðum grundfesti í 70'unum. Tungu stein riffini hjá sangaranum/gittarleikaranum Stephen McBean leiða tankarnar yvir á nøvn sum Black Sabbath og Deep Purple, meðan flótandi hammond, mellotron og synth tónarnir hjá Jeremy Schmidt senda heilsanir til eitt nú Pink Floyd tangentleikaran Richard Wright, sála (og ikki at gloyma Jon Lord úr Deep Purple). 

Nú ljóðar tað sum um stevið er tungt og seigligt, og tað er tað eisini viðhvørt, men Black Mountain inniheldur eisini lættari løtur, við føgrum folk sangi og rustikkum kassagittara. Har er eitt sindur av hvørjum í pottinum (pardon the pun), og ikki kann sigast at Black Mountain bara er tað eina, tá tey í grundini eru so nógv.
Áðurnevndi McBean og songkvinnan Amber Webber mynda bólkin sum sangarar. Tey syngja bæði saman og hvør sær. Webber spælir eisini uppá tamburin. Undir øllum hesum liggur kontanta trummuspælið hjá Joshua Wells og feitt groovandi bassurin hjá Matt Camirand.
 Matt Camirand leikar á kulan cello bass. Mynd: Jakob Sievers
Tær ymsu íblástrarkeldurnar, ikki bara tær her nevndu men nógvar ymiskar, eru sostatt týðiligar í úttrykkinum hjá Black Mountain. Tað haldi eg er feitt. Tí talan er ikki um kopi og óumhugsaða endurtøku, men um virðing og eina góða handfaring av kynstrinum at blása nýtt lív í góðar, gamlar dygdir. Gamlar og gamlar, hetta er frá 70'unum (kanska sein 60'unum eisini), so hetta er ikki eldri enn so.

Bólkurin legði fyri við einum nýggjum lagi av teirri nýliga útkomnu Wilderness Heart. Talan var um hitt friðarliga "Radiant Hearts", eitt gott lag, hvørs akkordsamanseting mær dámar væl. McBean beyð síðani vælkomin, og segði frá at næsti sangur var heitislagið av teirri nýggju; "Wilderness Heart". Lagið rockaði avstað frá fyrstu takt, og vóru vit í stundini leidd gjøgnum eina taktfasta og seiggligt sveiggjandi retro rundferð, ið helt sær restina av konsertini. Hetta var ein royndur og væl samanspældur bólkur, ið spældi fyri okkum. An Emerald City stóðu seg eisini væl, men eg kundi ikki lata vera við at leggja merki til klassamunin.
Josh Wells, ílatin sum ein annar kondi rennari. Hann hevur eisini krevjandi trummutjansin um hendi. Legg til merkis hávakjaftin á stórtrummuni. Ein slíkur myndar eisini permumyndina á Wilderness Heart. Mynd: Jakob Sievers
Løgini løgdu seg sum heild nokkso tætt uppat plátu versjónunum, men eg helt ikki tað bilti. Alt fekk eina eyka live tyngd, og tað var akkurát tað sum skuldi til. Eg endaði við at sveiggja heilt nógv við hárinum. Skal ikki siga at talan var um beinleiðis headbanging/korn pikkan, men tað var eitt sindur tann vegin. Spældi eisini nógv luft gittar og -tangentar. Keyboardleikarin Jeremy Schmidt er framúr góður, haldi eg. Ikki tí at hann ljóðar so øgiliga "originalur", tilsipingarnar fúka einum um oyruni meðan lurta verður, men tí at hann hevur góðan smak; brúkar feit ljóðføri og spælir feit ting, bæði tá um melodi strofur og og tá um atmosferisk klangteppi ræður. Schmidt (!) hevði m.a eina Memotron við sær á pall. Memotronin er ein talgild endurgerð av góðu gomlu Mellotronini, ið snøgt sagt ljóðar heilt ólukksáliga væl.
Jeremy Schmidt manar fram hugvekjandi ljóðmyndir á Memotronini. Mynd: Jakob Sievers
Alt í alt fingu vit fimm løg frá Wilderness Heart, sjey frá In The Future og eitt lag frá sjálvnevndu debutplátuni Black Mountain (2005); "Don't Run Our Hearts Around", ið endaði høvuðssettið hjá bólkinum. Aftaná eina løtu við klappum og rópum komu tey aftur á pall og spældu eina super feita versjón av episka og stórfingna "Bright Lights" av In The Future. Lagið er yvir 16 minuttir langt, inniheldur minst tríggjar ymiskar sektiónir og peikar sostatt aftur til prog rockin frá 70'unum. Ikki sørt at ein sveimaði hesa løtuna.
Amber Webber og Stephen McBean syngja sama lag. Mynd: Jakob Sievers
So ja, samanumtikið ein feit konsert frá einum feitum bólki, við feitari upphiting frá einum feitum upphitingarbólki.
Eg ætlaði satt at siga ikki at siga so nógv afturat, og ístaðin posta nøkur viðkomandi videoklipp, soleiðis at tú kanst hoyra og síggja okkurt av tí, ið eg nú havi skrivað um og greitt frá. Niðast er settlistin frá konsertini. Inntil næstu ferð.

"Tyrants", eitt megnarlag av In The Future, her í live upptøku frá Loppu konsertini (Upptøka: Mathias Nielsen)


"The Hair Song". Ein frálík feel good video til hetta lagið, ið er nýggjasta staklagið og skering 1 á Wilderness Heart


Kul video til super kula "Old Fangs", ið var fyrsta staklagið.


"Wucan" av In The Future. Miklar hippie vibes


Løgini, ið Black Mountain spældu:
Radiant Hearts
Wilderness Heart
Old Fangs
Angels
Wucan
Tyrants
Stay Free
The Hair Song
Rollercoaster
Queens Will Play
Stormy High
Don't Run Our Hearts Around

Eykalag: Bright Lights
Memorabilia: In The Future LP og Wilderness Heart LP. Báðar vera viðmældar. Hin fyrra keypt á Roskilde 2008, hin seinna aftaná Loppu konsertina, saman við Black Mountain t-skjúrtuni niðast. Tað er Wilderness Heart LP'in, ið liggur og bíðar eftir nálini. Egin mynd.

9/13/10

DJ Mix Vol. 3 (krautrock)

                  Photo from noted krautrock producer Konrad "Conny" Plank's studio.
I DJ different sorts of danceable musics when I'm using the üBERNöRD moniker. This is the 3rd in a series of DJ mix blog posts where I will A) post a new mix and B) write a line or two about it.

This was an experiment of sorts. I wanted to musically constrain myself for this set which was played at Sirkus Föroyar in Torshavn, Faroe Islands on a Thursday night in August. I've been going through a krautrock craze for some time now and decided that this would be a "strictly krautrock" set, i.e. it would only feature German music from the late 60's to the early 80's (mostly from the 70's).
Not sure whether this one is a "Knút mix" (rock etc.) or an "üBERNöRD mix" (music you can dance to) but I'll stick to ÜBERNöRD for now. Parts of this mix are definitely danceable and for the other parts, well, just lay your head back and immerse yourself in the soundscapes.
"Krautrock". That's the term. Now, I don't pretend to know EVERY band from the era, but I do love the bands in this mix and the unique sounds they produce(d). I think there's a common vibe seeping through the selected tracks, even if the musical material spans a variety of genres; we're off to a sneaky and haunting start with Ash Ra Tempel's epic "Traummaschine" and our further journey includes psychedelic avantgarde jams from Amon Düül II and CAN, ambient synth & sequencer landscapes from Cluster and Tangerine Dream, hypnotic motorik beats from Kraftwerk, Harmonia and Neu! and for the finale we have the mighty Faust and their defining drone piece, simply titled "Krautrock". 10 bands, 20 tracks, nearly 3 hours of music. For more info on the bands check out the BBC krautrock documentary I blogged about earlier this year.

Not your average party starter mix, but if you're intrigued by what you're reading, go ahead and give it a listen. Preferably through headphones or a decent set of speakers. Laptop speakers won't do this music justice. Play it loud;
  Strictly Krautrock @ Sirkus Föroyar by üBERNöRD
Playlist for Strictly Krautrock @ Sirkus Föroyar 05.08.10:
1. Ash Ra Tempel: Ash Ra Tempel "Traummaschine"

2. Can: Soon Over Babaluma "Dizzy Dizzy"

3. Amon Düül II: Phallus Dei "Kanaan"

4. Cluster: Sowiesoso "Sowiesoso"

5. Harmonia: Musik von Harmonia "Dino"

6. Kraftwerk: The Man Machine "Spacelab"

7. Tangerine Dream: Phaedra "Movements Of A Visionary"

8. Can: Delay 1968 "Thief"

9. Cluster & Eno: Cluster & Eno "Ho Renomo"

10. Kraftwerk: Autobahn "Autobahn"

11. Neu!: Neu! "Hallogallo"

12. Tangerine Dream: Stratosfear "Stratosfear"

13. Can: Future Days "Future Days"

14. Kraftwerk: Computerwelt "Computer Liebe"

15. Cluster: Zuckerzeit "Hollywood"

16. Tangerine Dream: Tangram "Tangram 2"

17. Harmonia: Deluxe "Immer Wieder"

18. Neu!: Neu! 75 "Isi"

19. Can: Ege Bamyasi "One More Night"

20. Faust: Faust IV "Krautrock"

9/1/10

Messiaen og Radiohead

                                               Messiaen avmyndaður í 1946

Umvegis lesnaðin havi eg seinasta árið uppdagað verk innan nýggjari klassiskan tónleik. Sovorið frá 20. øld. Frá nútíðini. Amerikanarar sum Steve Reich og Philip Glass, og evropearar sum Arvo Pärt og Henryk Gorecki. Menn, ið gera ótrúliga hugtakandi ting við sínum tónleiki, og á ein hátt kunnu sigast at hava eina rættiliga minimalistiska tilgongd til tónleikin, um enn á hvør sín hátt.
Tað stuttliga er at hesir mennirnir gera tónleik við rót í klassiskari vesturlendskari tónleikasiðvenju, altso tað vit rópa "klassiskur tónleikur", men teir eru allir á lívi enn. Tað teir gera er á ein hátt klassiskt, í og við at teir hava eina greiða støðu til siðvenjuna, men tað er eisini moderna og nýtt, eitt nútímans fyribrigdi, í og við at tónleikurin endurspeglar samtíðina, okkara tíð. Í øllum førum 20 øld. og tað sum hendi í henni.

Ein komponistur sum er eitt lítið sindur eldri, men kortini frá somu tíð, er fransmaðurin Olivier Messiaen. Hann uppdagaði eg í vár. Messiaen var føddur í 1908 og doyði í 1992, og livdi og arbeiddi sostatt mitt í 20. øld. Í apríl mánaði var eg saman við øðrum lesandi til eina hóskvøldskonsert í DR Koncerthuset, har Oiseaux exotiques (Eksotiskir Fuglar) eftir Messiaen m.a. var framført. Eitt sermerkt verk fyri klaver og messingblásarar, ið heintar íblástur úr fuglasongi. Umframt at vera komponistur var Messiaen eisini ein íðin ornitologur, við stórari vitan um fuglar, fuglalív og fuglasong. 

Eitt annað eyðkenni við Messiaen var at hann skrivaði eina røð av verkum til elektroniska ljóðførið Ondes Martenot. Fransmaðurin Maurice Martenot uppfann ljóðførið, ið minnir eitt sindur um Theremin í ljóði, í 1928. Ondes Martenot kann bæði spælast við at nýta tangentarnar á ljóðførinum, ella við at flyta ein metal ring eftir einum metal tráði frammanfyri tangentarnar (sí leinkjuna omanfyri fyri eina meira neyva frágreiðing).
Spælt verður uppá Ondes Martenot au rubat (umvegis metalring og tráð)
Tá Frakland fall undir 2. Heimsbardaga, var Messiaen tikin til fanga og sendur í krígsfangalegu í Stalag VIII-A í Görlitz í Póllandi. Um sama mundi skrivaði hann verkið Quatuor pour la fin du temps (Kvartett til endatíðina/apokalyspuna) fyri klarinett, violin, cello og klaver.

Fjóri satsur eitur "Louange à l'Éternité de Jésus" (Lovprísan til Ævinleika Jesusar) fyri cello og klaver. Hesin satsurin gjørdi sera stórt inntrykk á meg, tá eg hoyrdi hann undir einum fyrilestri. 

Sum skilst hevði Messiaen bara eitt vánaligt og illa farið klaver til taks í fangaleguni, og tað vóru ikki allir tangentarnir, ið riggaðu. Tí er klaver spælið í satsinum nokkso avmarkað, og akkordirnar rættiliga spjaddar. Kortini er talan um fantastiska djúpan og sigandi tónleik. Eg haldi tað er virðismikið, at ein persónur klárar at skapa og framføra so vakran og guddómligan tónleik undir trongu og ofta vónleysu korunum í eini fangalegu.

Quatuor pour la fin du temps var frumframførd í Stalag VIII-A fangaleguni í 1941, frammanfyri 400 fangum og vaktum. Tað var ísakalt og ljóðførini vóru illa farin. Sum áður nevnt, var klaverið hálvgum í ólagi. Messiaen vildi tó seinni vera við, at hann hevði ongantíð upplivað eina áhoyrarafjøld lurta í so bergtiknum uppmerksemi og innliving, sum til hesa framførsluna. Ein kann bara ímynda sær hvussu tað er farið fram...


Ótrúligur og rørandi tónleikur, ið rakar djúpt um ein er í stødinum (so segði hann). Her er annars ein eldri versión, har sami tónleikurin verður nýttur í stykkinum 'Oraison' frá 1937, ið var skrivað til seks Ondes Martenot;

Hetta leiðir okkum víðari til næsta part av hesum blogginum, tí tá eg hoyrdi "Louange à l'Éternité de Jésus", var tað ikki bara vakurleikin og djúpu kenslurnar, ið góvu afturljóð. Tað vóru eisini greiðu assosiatiónirnar til enska rock bólkin Radiohead.
Eg havi í nógv ár verið rættiliga íðin fjeppi av hesum bólkinum, og minnist manga greinina og samrøðuna, har limirnir tosaðu um Penderecki, Messiaen, Gorecki og aðrar evropeiskar komponistar frá 20. øld. Serliga frá Kid A (2000) og Amnesiac (2001) og uppeftir.
                                                           Radiohead
Gittarleikarin Jonny Greenwood (ytst til høgru á myndini) hevur sagt meira enn einaferð, at hansara yndisverk yvirhøvur er Turangalîla-Symphonie hjá Messiaen. Greenwood lærdi seg eisini at spæla Ondes Martenot um aldarskiftið, og hevur nýtt ljóðførið á øllum plátunum síðani Kid A. Tá Radiohead høvdu sjónvarpskonsert á fronsku Canal+ í 2001, nýttu teir ikki færri enn seks Ondes Martenot í lagnum "How to disappear completely".


Kompositoriskt man ein ávísur íblástur eisini vera komin frá Messiaen, tí "Louange à l'Éternité de Jésus" vekir tilsipingar til eina røð av Radiohead relateraðum verkum, kanska fyrst og fremst "Pyramid Song";

(Ein rættiliga kul video finst til "Pyramid Song", men embedding er "disabled" á øllum youtube klippunum eg fann, so tit fáa eitt cheesy slideshow ístaðin. Yip-ee!) Fantastiskt lag, haldi eg. Messiaen hoyrist í klaver akkordinum, í harmonikki og rútmikki, og í sníkjandi høgu strúkara/Ondes Martenot/vokal tónunum.
Jonny Greenwood gav sína fyrstu solo plátu út í 2003; soundtrackið til dokumentarfilmin Bodysong. Ein Messiaen'skur* dynamikkur, klanglitir og val av ljóðførum hoyrist eitt nú í fyrsta lagnum "Moon Trills", har tað eisini verður sipað rættiliga greitt til "Pyramid Song";


Nú var ikki ætlanin bara at reksa dømi upp, og prógva fyri tykkum, góðu lesarum, at eg dugi at hoyra íblástur og líkheitir millum tvey nøvn. Tað er eingin kunstur. Eg haldi bara tað er kul. Kul at Messiaen gjørdi hugvekjandi tónleik, og kul at Radiohead taka táttin upp í einum heilt øðrum konteksti. Tí tað er eitt sindur tað tað er. Hvør sín kontekstur. Ein "kunstmusikalskur" mitt í 20. øld, og ein "populermusikalskur" her fyrst í 21. øld. Men hey, it's only music...

Her at enda fáa tit ein Greenwood sats afturat. Tað er frá seinnu solo plátuni, There Will Be Blood frá 2007. Skrivað til Paul Thomas Andersson filmin av sama navni. Ein góður, creepy og visuelt bergtakandi filmur, við einum góðum, creepy og auditivt bergtakandi soundtracki. Akkurát fyri.

Og Messiaen, hann setti sítt frámerki á tónlistarliga landslagið í nýggjari tíð. Á meiri enn ein hátt.



*Vánaligt men upplagt.