Uttan Facebook í eina viku

"The blogger as a serious man under the sun". Foto: Jens L. Thomsen.
Í dag er tað ein vika síðani eg loggaði av Facebook á telduni, strikaði Facebook appina á minum iOS tólum, og strikaði FB bókamerkini í mínum browsara. Eg havi við vilja ekskluderað meg sjálvan frá selskapinum. 

Hví? Tí tað fer við tíð, ið eg heldur vil brúka til meira týðandi ting, s.s. at hugsavna meg um mítt spesiali, ið skal latast inn um minni enn tveir mánaðir. Havi arbeitt við tí leingi, og nú er endaspurturin, so segði hann, settur inn. Ikki eru stundir til vas og fjas.

Ein onnur orsök til hetta sjálvvalda virtuelt-sosiala eksil er, at eg í mínum stilla sinni undrist yvir hvussu Facebook og sosialir miðlar hava etið seg inn á okkara tilveru. Hugsi um ikki ein rættiliga grundleggjandi nevrologisk umlegging fer fram í okkara heilum í hesum árum. Gud viti hvat tað man hava at siga fyri samfelag og samskifti sum frá líður. Hvussu enn er og ikki, so gekk tað upp fyri mær ein dagin, at eg havi verið álinju á sosialum miðlum nonstop í átta ár. Myspace frá '06-'09 og Facebook frá '08-'14. Tað er nokkso leingi, og nú havi eg hug at royna okkurt annað. Í hvussu so er fyribils.

Ein triðja orsök er at eg leiðist av konstanta streyminum av verbalum og visuellum óljóði, ið flýtur frítt á Facebook. Ella soleiðis kennist tað í hvussu so er. The usual suspects keglast um the usual stuff, og so larmur og fjas fyri rest. Óivað eru eisini nógv góð ting við Facebook, men tað er ein orsök til at menniskju í öldir hava valt at liva í fráhaldi í styttri ella longri tíðarskeið. Fráhald hjálpir tær at reinsa og nullstilla sansirnar, og njóta tingini av nýggjum. Um okkara leiðir hevur föstan veitt henda frálíka og kærkomna möguleikan.

Herfyri sat eg hjá okkara góðu vinfólkum Jan Rúna og Jóhonnu úti á Christianshavn. Sámal Ravnsfjall var eisini komin á gátt, og vit hövdu eitt gott prát um tónleik (serliga Bob Dylan), og um lívið í tess heild. Fyrr á kvöldinum spældu vit á somu konsert á Operaen á Christiania. Sámal greiddi m.a. frá árunum, tá hann sigldi úti. Hann var vekk í mánaðir, og gittarin lá eftir við hús. "Einki ljóðar sum tá tú slært fyrstu akkordina á gittaranum, tá tú ert komin heimaftur", segði hann. Nettupp.

Ein fjóra orsök er at Facebook er eitt sindur rotið. Tvs. tað hevur eina snögt sagt modna ávirkan á alnetið, har tað hevur lyndi til at súgva innihaldið úr tí. Um eitthvört alnetsvirksemi ikki verður skrásett og rópa á húsatekjunum á Facebook, so kann tað næstan gera tað sama. Soleiðis tykist tað í hvussu so er (vit kunnu kanna eftir við at vita hvussu nógvar viðmerkingar hesin bloggurin fær? Eg fari so ikki at deila hann á Facebook, og fyri nökrum mánaðum síðani kom eg av misgáum til at strika "Facebook like" funktiónina her á blogginum, so tað er heldur ikki ein möguleiki...)

Knud Romer segði longu fyri nökrum árum síðani, at Facebook er sum ein krabbasvullur á alnetinum, og hann hevði eitt sindur rætt. Alnetið plagdi at merkja fjölbroytt og frælst samskifti. Tað var í hvussu er dreymurin. Variatión og ymiskleiki. Eitt kærkomið anarkistiskt element var uppi í. Sentraliseringin á Facebook er ein keðiligur tendensur.

Hesa seinastu vikuna havi eg vant meg við fráveruna av verbalum óljóði, og mær dámar tað væl, hóast onkur abstinensiell herindi gamaní hava verið. Tað er í lagi við tí. Eg ætli mær at vera vekk, inntil eg havi funnið útav, hví eg skal tíma at koma á Facebook aftur. Rokni við at jú longri steðgurin er, jú klókari verið eg. Kanska skulu vit siga at eg verið vekk inntil spesialið er latið inn. Har áleið.

P.S: Jú, tað er púra rætt, at eg eri framvegis á t.d. Twitter og Instagram, ið eisini eru eitt slag av sosialum miðlum, men har gongur tað fyri seg á ein annan hátt, har ein ikki hevur tað við at sökka burtur í suði, snakki og sjóði.

Comments