3/30/15

Underworld live í París

Underworld á Casino de Paris. Foto: Solveig H. Olsen.
Nú eitt kvøldi vóru vit og lurtaðu eftir Underworld á spælistaðnum Casino de Paris. Eitt frálíkt og hugtakandi gamalt spælistað, hvørs søga røkkur heilt aftur til 18. øld. Núverandi hølið tók skap í 1910'unum, og í nýggjari tíð hava tey fingið eitt sannførandi PA anlegg installerað. Hetta kundu vit staðfesta fyri nøkrum vikum síðani, tá FKA twigs framførdi á staðnum, og subbassurin fór vibrerandi gjøgnum mønu og merg.

Underworld framførdu alla Dubnobasswithmyheadman (1994) í samband við at plátan fylti 20 ár í heyst. Talan er um eina av definitivu elektronisku útgávunum úr 90'unum, ið virkar sum sambindingarliður millum raddargrundaða sangskriving og dansigólvsins hypnotisku house og techno rútmur. Húsin er ein søga fyri seg, og var sniðgivin av bretska art design kollektivinum Tomato, ið m.a. taldi limir úr Underworld. Visuella síðan av konsertini var einføld: bólkaheitið, plátuheitið og skiftandi sangheiti upplýst við lýsandi stavum á bakteppi.

Karl Hyde treiv í gittaran. Foto: Solveig H. Olsen.
Fyrst var øll plátan spæld í raðfylgju og síðani úrvald stakløg frá sama tíðarskeiðið. Rosinan í pylsuendanum var slagarin "Born Slippy .NUXX", ið sum kunnugt gjørdist stórhitt umvegis soundtrackið til Danny Boyle filmin Trainspotting (1996). Upptøkan niðanfyri er filmað av youtube brúkaranum Zan Grindcore, ið stóð á balkongini vinstrumegna. Vit stóðu á gólvinum mitt í mannamúgvuni og huglagið var euforiskt.



Núverandi manningin í Underworld telur tríggjar mans. Tó vóru teir bert tveir á palli: Karl Hyde á sang og streingjaljóðføri og Darren Smith á elektroniskar dimsar. Sum skilst stóð triði bólkalimurin Rick Smith har afturi við ljóðpultin og diggaðist. Tað er nørding í øðrum potensi, og ljóðið var eisini óalmindiliga gott. Røddin klár og djúp, elektroniski vevnaðurin sublimur og bassurin monumentalur.

Summi vilja vera við, at plátan sum hugtak er útdoyggjandi í okkara tíð. Tað kemst tó ikki uttanum, at plátan - albummið - hevur verið tónagevandi listarligur miðil og ljóðberi í 20. øld, og ikki er líkt til at hon fer nakran veg í bræði. Tað er eitthvørt pedagogiskt og siðmennandi yvir hesum, at framføra eina heila plátu úr enda í annan á konsert. Kærkomið í eini tíð við agnklikkjandi skundnøktan og alsamt minkandi gætisspenni.

Karl Hyde treiv eisini í bassin. Foto: Solveig H. Olsen.
Plátan Dubnobasswithmyheadman er annars sum heild róligari enn áðurnevndi 'Born Slippy .NUXX', og lagið hoyrir í prinsippinum til tíðarskeiðið kring næstu útgávuna Second Toughest In The Infants (1996). Eisini ein góð útgáva, men hesuferð verður tann fyrra umrødd. Dubnobasswithmyheadman er serstakliga hugfangandi og hóskar seg til oyrabúffar eins væl og dansigólv. Alt eftir tørvi. Er við hesum viðmæld.

Sí annars fleiri myndir her.



Menn bukka og takka fyri seg. Vit takka somuleiðis. Foto: Solveig H. Olsen.

3/24/15

Joe Meek Uncut (Mono 2:4)

Joe Meek 1929-1967. Fotografur: David Peters.
Í heyst var eg vertur í fýra Mono sendingum í ÚF. Evnið var "prodjúsara pionerar í 20. øld". Sendingarnar vóru hálvan tíma til longdar, so ikki vóru stundir at hava alt við, ið ein kundi hugsa sær. Tí havi eg sett saman playlistar, ið kunnu økja um fatanina av teim ymisku prodjúsarunum. Eisini eru nakrar reglur skrivaðar um løgini her á blogginum.

Onnur sendingin snúði seg um Joe Meek (1929-1967), og 6 týðandi løg hjá honum vóru spæld. Playlistin inniheldur hinvegin 19 Meek produseraði løg frá tíðarskeiðnum 1956-1966. Playlistin skal síggjast sum eitt ískoyti til sendingina, so eg viðmæli øllum at geva henni eitt lurt eisini. Gerið so væl!

 

Sangir, ið vóru við í sendingini hava eina * aftanfyri.

Humphrey Lyttelton: 'Bad Penny Blues' (1956)
Joe Meek var upptøkutøkningur á hesum lagnum, og hetta var fyrstu ferð at hann setti sítt ljódliga frámerki á eina upptøku. Meek kompressaði klaverljóðið meira enn hvat vanligt var. Lyttelton var ikki heilt nøgdur, men lagið vakti ans, og summi vilja verða við at eyðkenda klaverljóðið gjørdi sítt. Sum eitt kuriosum kann nevnast at Lyttelton spælir við á Radiohead lagnum 'Life In A Glasshouse', ið er endalagið á Amnesiac (2001).

Lonnie Donegan: 'I'm A Rambling Man' (1956)
Fyrstu árini var Meek eisini upptøkutøkningur fyri eitt nú skiffle sangaran Lonnie Donegan. Her við einum frálíkum blues/country lagi.

Joe Meek & The Blue Men: 'I Hear A New World' (1959)*
Heitislagið av rúmdar konsept plátuni av sama navni. Her er Meek bæði prodúsari, komponistur og upptøkutøkningur. Plátan kom ikki út í fullari longd fyrrenn í 1991. Nærri umrøtt í sendingini.

Joe Meek & The Blue Men: 'Orbit Around The Moon' (1959)*
Eitt instrumentalt lag av I Hear A New World.

Michael Cox: 'Angela Jones' (1960)
Sangurin gjørdist eitt topp 10 hitt og var sostatt fyrsta hittið, ið Joe Meek produseraði.

Michael Cox: 'Don't Want to Know' (1960)
B-síðan til 'Angela Jones'.

John Leyton: 'Tell Laura I Love Her' (1960)
Fyrstu ferð John Leyton og Joe Meek samstarvaðu royndi Leyton seg við 'Tell Laura I Love Her'. Ein sonevndur death dittie, ið var vælumtókt sang sjangra tá.

John Leyton & The Outlaws: 'Johnny Remember Me' (1961)*
Árið eftir kom fyrsta #1 hittið, ið Joe Meek produseraði. John Leyton sang og The Outlaws spældu undir. Eisini ein death dittie. Nærri umrøtt í sendingini.

Mike Berry & The Outlaws: 'Tribute to Buddy Holly' (1961)
Innspældur stutt eftir at Buddy Holly doyði. Somuleiðis ein death dittie. Var av summum hildin at vera ov morbidur og opportunistiskur.

The Moontrekkers: 'Night Of The Vampire' (1961)*
Itu upprunaliga The Raiders við einum 16 ára gomlum Rod Stewart sum sangara. Meek ráddi teimum tó til at koyra Stewart úr bólkinum og broyta navn til The Moontrekkers. Lagið 'Night of The Vampire' gjørdist eitt undirgrunds horror surf hitt.

Screaming Lord Sutch with the Savages: ''Til the Following Night' (1961)
Horror stílurin helt fram á ''Til the Following Night' frá sama ári. Sangarin og fyribrigdið David Edward Sutch tók í 60'unum íblástur frá Screaming Jay Hawkins og tók sær artist navnið Screaming Lord Sutch.

The Tornados: 'Telstar' (1962)*
Hesin gjørdist eitt #1 hitt og var størsta hittið, ið Joe Meek produseraði. The Tornados vóru eitt skifti sæddir sum rivalar til The Shadows. Nærri umrøtt í sendingini.

The Outlaws: 'Last Stage West' (1962)
The Outlaws vóru backing bólkur hjá eitt nú John Leyton og Mike Berry, og royndu seg eisini sum instrumentalbólkur í stíl við The Tornados og The Shadows. The Outlaws vóru eitt western alternativ til The Tornados. Teir gjørdust ongantíð líka kendir sum áðurnevndu bólkar.

The Outlaws: 'Return of The Outlaws' (1963)
Eitt melodiøst lag hjá The Outlaws og tað nærmasta teir komu einum hitti.

The Tornados: 'Robot' (1963)
Sci-fi tilgongdin hjá The Tornados helt fram á 'Robot'. Tó var tíðin við at fara frá instrumentalbólkum, so hvørt sum Mersey sound tók yvir við The Beatles á odda.

Heinz: 'Just Like Eddie' (1963)*
Sangurin er ein tribute til Eddie Cochran, ið doyði á ungum árum, og er tí ein death dittie í stíl við 'Tribute to Buddy Holly' hjá Mike Cox. 'Just Like Eddie' fekk tó betri móttøku.

The Honeycombs: 'Have I The Right' (1964)
Síðsta Joe Meek produktiónin at røkka #1 plássið á bretska hittlistanum. Trummuljóðið var m.a. skapað við at bólkalimirnir trampaðu í gólvið.

The Cryin' Shames: 'Please Stay' (1966)
Síðsta hittið, ið Joe Meek produseraði. Eitt langtandi og dapurt lag.

The Tornados: 'Is That A Ship I Hear?' (1966)
Síðsta The Tornados lagið, ið Joe Meek produseraði.

Phil Spector Uncut (Mono 1:4)
Lee "Scratch" Perry Uncut (Mono 3:4)
Martin Hannett (Mono  4:4)

Joe Meek í upptøkuhølinum.
A photo posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

3/20/15

Tá Blur spældu í Føroyum

Damon Albarn úr Blur live í Høllini á Hálsi 27. aug. 1997. Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
"This place is weird man. It's weird! It's like the jungle, only there is no trees. It's a jungle without trees!"
-Alex James, bassleikari í Blur, um Føroyar anno 1997.

Herfyri kom eg onkursvegna í tankar um Blur konsertina í høllini á Hálsi í Havn í 1997. Hugsaði við mær sjálvum, at har átti at ligið okkurt á netinum frá teirri konsertini. Googlaði "blur faroe islands" og sí: íslendski heimildarfilmurin Nirdst í Nordri: Blur, ið lýsir konsertferðina í Føroyum, Grønlandi og Íslandi í '97 kom undan kavi (filmurin er lagdur inn niðanfyri). Havi aldrin hoyrt um filmin áður. Upptøkur eru frá konsertini í høllini á Hálsi. Áhugavert at síggja aftur.

Eg var 17 ár tá og havi framvegis konsertplakatina liggjandi onkustaðni. Vit fóru nakrir til Havnar á konsert og settu okkum á ein bonk aftast at lurta eftir Mold, ið hitaðu upp. Minnist at Niclas Thorsteinsson vinklaði 'Back To London' til bretska upprunan hjá Blur. Eisini spældu teir eina góða versión av 'Burning Love' hjá Elvis, har Niels stóð seg væl við falsett kóri. Hetta var, so segði hann, áðrenn gimpin, so man var eitt sindur ovfarin.
Damon Albarn (t.v.) og Graham Coxon (t.h.). Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
Blur komu síðan á pallin, men vit vóru sitandi. Tað skuldu tó ikki nógvar strofur av 'Beetlebum' til, fyrrenn eg brádliga stóð frammarliga og var púra vekk. Hevði eina instinktiva uppliving av at hetta var kul, rátt og ófantaligt. Tað, ið øll mintust frá konsertini var, at Damon Albarn hevði sagt, at føroyska ølið smakkaði av pissi. Tað fekk eg ikki við. Eg helt bara at teir rockaðu. Annars frættist tað frá afterparty'num uppi á Hotel Føroyum, at nógvar føroyskar gentur høvdu leita sær kjans, men Damon Albarn og Alex James endaðu við at fríggja við hvørjum øðrum. Havi altíð sæð hetta sum ein væl meira lemjandi kritikk av føroyska úrvalinum enn hatta við ølinum...
Blur live í høllini á Hálsi 27. aug. 1997. Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
Alex James greiðir í filminum frá, at hann var "freakaður út", tá hann fann útav at føroyingar drepa grind. Hann setti seg í samband við Greenpeace, og fann síðani útav, at "einki veksur í Føroyum". Heldur ikki epli (!) Hann resonerar seg síðani fram til, at tað má vera í lagi at vit drepa grind, eftirsum vit einki annað fáa til matna. Fitt!

Út frá filminum tykjast limirnir í bólkinum annars rættiliga óeydnusamir um hetta mundið, og okkurt bendir á, at Føroyar og Blur ikki synkaðu serliga væl. Kanska vóru teir skuffaðir av, at tað ikki var nóg eksotiskt, og tá teir koma til Grønlands tykist hýrurin eisini at batna. Ein skal minnast til, at post-britpop niðurtúrurin hjá Blur var byrjaður aftaná útgávuna av fjóru plátuni The Great Escape í 1995.

Fimta útgávan Blur kom í februar 1997 og innihelt stórhittið 'Song 2', umframt løg sum 'Beetlebum' og 'On Your Own', ið eisini vóru nógv spæld á MTV. Á útgávuni fluttu teir seg frá reindyrkaða britpop úttrykkinum yvir ímóti alternativum amerikanskum rocki s.s. Pavement og Sonic Youth. Eg lurtaði sera nógv eftir teirri útgávuni tann tíð tað var. Blur var partvíst innspæld í Íslandi, og tað var aftaná tað uppihaldið at teir fingu hugskotið at gera eina túring í útnorðuri.
"Blaðmannafundur" í Havn áðrenn konsertina. Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
Á pressufundinum í Grønlandi verður Damon Albarn spurdur hvussu konsertin í Føroyum gekk, og hann svarar, at tað var sum tá teir vóru yngri og spældu konsert á skúlanum har teir gingu. Um eg hevði hitt hann, so hevði eg greitt honum frá hugtakinum "at spæla til dans", og sagt, at var faktiskt hetta teir gjørdu í høllini á Hálsi. Tað gjørdi man fyrr í Føroyum. Man spældi ikki konsert, man "spældi til dans". Tað broyttist tó skjótt og í dag eru konsertir jú gerandiskostur. Sumt broytist til tað betra. Takk og lov fyri tað.

Ein pressufundur er eisini í Føroyum áðrenn konsertina á Hálsi. Jákup Magnussen roynir at gera samrøðu við bólkalimirnar, men stemningurin er løgin og tá Graham Coxon fer flennandi avstað tykist fundurin liðugur áðrenn tíð. Spurt verður tó inn til Amerikutúrin fyri framman, og tað gevur meining, tí um hetta mundið áttu Blur enn til góðar at sláa ígjøgnum í USA. Áðurnevndi 'Song 2' gjørdist gjøgnumbrotið hjá Blur á amerikanska marknaðinum. Sig so tað.

Alex James hevur eina speiska viðmerking um Status Quo, og tað gevur somuleiðis meining, tí tann bólkurin spældi eisini í Føroyum um somu tíð sum Blur. Eg minnist at hava kjakast við ein enskan tónleikalærara, ið búði í Føroyum í 90'unum, um hvørt Blur konsertin ella Status Quo konsertin var best. Vit sótu nakrir í grillbarrini í gamla Statoil í Leirvík. Hann hevði verið til Status Quo og eg hevði verið til Blur. Har var eingin kjansur fyri semju, men ein stuttlig løta og eitt spennandi kjak.



Í byrjanini av filminum lýsir Damon Albarn seg sjálvan sum ein "explorer". Ein rannsóknarfara. Hann hevur so, í øllum førum tónleikaliga, gjørt sítt til at livað upp til heitið. Tá Blur fóru í steðg miðskeiðis í 00'unum, var Albarn longu farin í holt við virtuella tónleikabólkin Gorillaz saman við teknaranum Jamie Hewlett. Eisini var hann sangari á plátuni The Good, the Bad & the Queen hjá ónevnda superbólkinum, ið umframt Albarn taldi Tony Allen, Paul Simonon og Simon Tong. Í fjør kom fyrsta solo plátan hjá Albarn, Everyday Robots. Havi upplivað frálíkar konsertir á Roskilde Festival við Gorillaz í 2010 og Damon Albarn v. bólki í fjør.

Nú frættist so, at Blur eru komnir saman aftur og nýggj pláta er í umbúna. Áttanda Blur útgávan The Magic Whip kemur út 27 apríl, og nýtt lag higani ('There Are Too Many of Us') er kunngjørt í dag. Hevði verið stuttligt at sæð teir aftur live. Hví ikki í Føroyum? livst so spyrst.

Settlistin í Høllini á Hálsi 27. Aug. 1997:

1. Beetlebum
2. M.O.R.
3. Movin' On
4. Stereotypes
5. Badhead
6. Country Sad Ballad Man
7. She's So High
8. To the End
9. Popscene
10. Chinese Bombs
11. Advert
12. Coping
13. Death of a Party
14. Girls & Boys
15. The Universal

Eykaløg:
16. Theme from Retro
17. On Your Own
18. Parklife
19. There's No Other Way
20. I'm Just a Killer for Your Love
21. Song 2

3/16/15

Phil Spector Uncut (Mono 1:4)

Phil Spector í upptøkuhølinum í 60'unum. Cher í bakgrundini. Mynd: Getty Images.
Í heyst var eg vertur í fýra Mono sendingum í ÚF. Evnið var "prodjúsara pionerar í 20. øld". Sendingarnar vóru hálvan tíma til longdar, so ikki vóru stundir at hava alt við, ið ein kundi hugsa sær. Tí havi eg sett saman playlistar, ið kunnu økja um fatanina av teim ymisku prodjúsarunum. Eisini eru nakrar reglur skrivaðar um løgini her á blogginum.

Fyrsta sendingin snúði seg um Phil Spector, og 5 týðandi løg hjá honum vóru spæld. Playlistin inniheldur tilsamans 17 løg frá tíðarskeiðnum 1958-1980, og er hugsaður sum eitt ískoyti til sendingina, so viðmælt verður øllum at geva henni eitt lurt eisini. Gerið so væl!



Sangir við einari * aftanfyri eru við í sendingini.

The Teddy Bears: 'To Know Him Is To Love Him' (1958)*
Fyrsta hittið, ið Spector skrivaði. Innspælt av hansara fyrsta bólki The Teddy Bears.

Ben E. King: 'Spanish Harlem' (1960)
Co-skrivaður av Phil Spector og Jerry Leiber og produseraður av Jerry Leiber og Mike Stoller.

The Crystals: 'He's a Rebel' (1962)
Sungin av gentubólkinum The Crystals, skrivaður av Gene Pitney og produseraður av Phil Spector. Eitt tað fyrsta dømið um "girl group" stílin, ið Spector menti í 60'unum. Tó var produktiônin ikki reiðiligt wall of sound enn. Tað kom árið eftir.

The Crystals: 'Da Doo Ron Ron' (1963)
Millum fyrstu wall of sound produktiónirnar hjá Phil Spector. Co-skrivaður av Spector, Jeff Barry og Ellie Greenwich.

The Ronettes: 'Be My Baby' (1963)*
Ein definitiv wall of sound produktión hjá Spector og eisini eitt av størstu hittunum frá hansara hond. Sungin av The Ronettes og co-skrivaður av Spector, Jeff Barry og Ellie Greenwich.

The Crystals: 'Then He Kissed Me' (1963)
Eisini ein megnar popp perla frá sama ári. Somu sangskrivarar og sami prodúsari.

The Ronettes: 'Baby, I Love You' (1964)
Spector hevði nøkur gylt ár í 60'unum. Somu sangskrivarar og sami prodúsari.

The Rigtheous Brothers: 'You've Lost That Lovin' Feelin'' (1964)*
Ein klassikari og sum skilst mest spælda staklag í amerikonskum fjølmiðlum nakrantíð. Spector, Barry Mann og Cynthia Weil co-skrivaðu, Phil Spector produseraði.

The Rigtheous Brothers: 'Unchained Melody' (1965)
Meira gull frá The Rigtheous Brothers. Sangurin var skrivaður í 1955 av Alex North (lag) og Hy Zaret (orð). The Rigtheous Brothers útgávan, ið Spector framleiddi, er tann kendasta.

The Ronettes: 'When I Saw You' (1966)
Ein stórfingin ballada, ið var millum síðstu løgini, ið Spector produseraði fyri The Ronettes, áðrenn hann tók ein longri steðg frá tónleikinum.

Ike & Tina Turner: 'River Deep Mountain High' (1966)
Spector metti, at hetta var hansara besta verk yvirhøvur, men hvat hittlistaplaseringum viðvíkur, gjørdist lagið eitt stórt flopp. Hetta var byrjanin til ein longri steðg frá øllum tónleikaligum virksemi.

The Beatles: 'The Long And Winding Road'
Tað tók fýra garpar úr Liverpool at fáa Spector í gongd aftur. Hann slapp, sum tann einasti útyvir George Martin, at sita í prodjúsarastólinum á Let It Be (1970).

George Harrison: 'All Things Must Pass' (1970)*
Vakra heitislagið av teirri trídupultu (!) Harrison solo plátuni All Things Must Pass. Eftir at bitlarnir vóru farnir hvør til sítt, hevði Harrison nógv uppá hjartað, og Spector stýrdi skútuni úr prodjúsarasessinum.

George Harrison: 'Let It Down' (1970)
Eitt annað frálíkt lag av All Things Must Pass er hitt stórfingna 'Let It Down'. Wall of sound fyri fullum útblástri, tó eisini friðarligt í løtum. Ikki óhugsandi, at Jason Pierce úr Spiritualized hevur heintað fitt av íblásturi higani.

John Lennon & Yoko Ono: 'Happy Xmas (war is over)' (1971)*
Lennon líkaði prodúsaraevnini hjá Spector, og teir samstarvaðu í fleiri umförum, eitt nú á hesum kenda jólaslagaranum.

Dion: 'Born To Be With You' (1975)
Dion gjørdist kendur sangari í 50'unum, um somu tíð sum Spector gjørdi vart við seg saman við The Teddy Bears. Í 1975 samstarvaðu teir um plátuna Born To Be With You, ið floppaði totalt. Tó hevur hon seinni fingið kultstatus millum tónleikarar sum áðurnevnda Jason Pierce úr Spiritualized og Bobby Gillespie úr Primal Scream. Plátan er eisini stak hugtakandi; wall of sound produktión við 70'ara ljóðgóðsku.
Bonus trivia: Dion skuldi við á vanlukkuliga flogtúrin, ið tók lívið av Buddy Holly og Ritchie Valens, men meldaði avboð, tí hann hevði ikki ráð at gjalda ferðina.

Leonard Cohen: 'Don't Go Home With Your Hard-on' (1977)
Hin annars so Zen pastorali Cohen tveitti allar hemningar fyri borð á Death of a Ladies' Man frá 1977, og Spector veitti spektakulera wall of sound produktión. Á 'Don't Go Home With Your Hard-on' syngja Bob Dylan og Allen Ginsberg kór. So verður tað neyvan betri.

The Ramones: 'Do You Remember Rock'n'Roll Radio?'(1980)
Samrenningin milllum The Ramones og Phil Spector er uppløgd. Hon hendi eisini á End of the Century frá 1980. Hin frálíki 'Do You Remember Rockn'n'Roll Radio?' er fyrsta skering og var eisini givin út sum stakpláta.

(Phil Spector: Back To Mono bokssettið er av onkrari orsøk ikki tøkt á Spotify. Tí eru 'You've Lost That Lovin' Feelin'', 'Unchained Melody' og 'River Deep Mountain High' ikki mono men "mono til stereo" versiónir).

Joe Meek Uncut (Mono 2:4)
Lee "Scratch" Perry Uncut (Mono 3:4)
Martin Hannett (Mono 4:4)

Phil Spector við pultin. Mynd: Michael Ochs Archives/Getty Images.

3/6/15

Rockdrongur ella poppdiva? - um kynsleiklutir í populertónleiki

Foto: Michael Buckner/Getty Images.
(Greinin stóð á prenti í 'Mentan' í Sosialinum t. 20. februar 2015).

“FEMINIST”. Tá Beyoncé framførdi til MTV Music Video Awards í august 2014, stóð hetta orðið brádliga upplýst aftanfyri hana við lýsandi, stórum stavum. Sambært Huffington Post var varpanin av hendingini til milliónir av sjónvarpshyggjarum hin mest ósvikaliga poppmentanarliga staðfestingin av, at feminisma er komin fyri at vera.


Talan var ikki bert um eitt slagorð í eini sjónvarpsframførslu, tí Beyoncé hevur í ymiskum samanhangi lýst sína egnu feministisku veking. Á plátuni BEYONCÉ (2013) tematiserar hon feministiska grundarlagið við m.a. at sampla brot úr talu hjá nigerianska rithøvundanum og feminismu forsprákaranum Chimamanda Ngozi Adichie.

Tað er gamaní ymiskt hvussu feministar taka ímóti boðskapinum hjá Beyoncé. Hjúnarlagið millum hana og rapparan Jay-Z er integreraður partur av hennara almennu persona, og í 2013 fór hon á konsertferð undir heitinum “The Mrs. Carter Show World Tour”. Carter er eftirnavnið, ið hon hevur tikið eftir húsbondan, og summi vilja verða við at slíkt er í andsøgn við rætta feminismu. Sostatt er ivasamt hvørt Beyoncé er áhugað í at passa inn í ideellu ímyndina av einum feministi. Tó er signalvirðið ikki til at taka feil av: feminisma hevur týdning, eisini í meginstreymsins poppmentan.

Kvinnuligir autørar
Í januar 2015 lat íslendska songkvinnan Björk sína níggjundu plátu úr hondum. Vulnicura er produserað av Björk og venezuelska prodúsaranum Arca. Tá fyrstu tíðindaskrivini komu út, vóru miðlar skjótir at endurgeva, at Arca hevði produserað plátuna einsamallur.

Tónleikasíðan Pitchfork.com hevði 21. januar samrøðu við Björk. Í samrøðuni umrøða Björk og journalisturin Jessica Hopper m.a. afturvendandi fyribrigdið, har mannligir tónleikarar og prodúsarar aloftast fara avstað við viðurkenningini. Sipað verður eitt nú til songkvinnuna Joni Mitchell, ið á sinni tók til, at so skjótt eitt mannfólk var við henni í upptøkuhølinum, so fekk hann viðurkenningina fyri hennara flogvit. Staðfest verður í samrøðuni, at heimurin hevur ein trupulleika við kvinnuligum autørum, t.e. kvinnur, ið hava ræðið á teirra egna sjálvstøðuga listarliga úttrykki.

Björk gevur til kennar, at hon hevur í mong ár havt ampa av hesum, hóast hon eitt skifti ikki vildi tosa um tað. Í samrøðuni dregur hon parallellir til Kanye West: tá West ger eina plátu savnar hann nakrar av heimsins bestu beatmakers at gera beats fyri seg. Tó er ikki hugsingur um at seta spurning við hansara upphav (authorship). Til samanberingar brúkti Björk heili trý ár uppá at gera sær beats til plátuna Vespertine frá 2001. Til endans av upptøkutíðini kom duoin Matmos í upptøkuhølið at innspæla percussion í tvær vikur. Teir báðir í Matmos hava síðani fingið viðurkenning víða hvar fyri at hava gjørt alla plátuna sum hon er. Hetta er heilt einfalt lygn. Men hví er tað so?
Talgildi húsin til Björk: Vulnicura (One Little Indian, 2015)
Rock ummæli og kynsleiklutir
Fleiri orsøkir munnu vera til, at stereotypiskar kynsfatanir gera seg galdandi í populertónleiki. Ein avgerðandi orsøk er mátin sum kyn og kynsleiklutir hava verið ítalusett í rock og popp ummælum í 20. øld.

Í antologiini Pop Music And The Press (red. Steve Jones, 2002) hevur amerikanski journalisturin og professarin Kembrew McCleod greinina 'Between Rock and a Hard Place: Gender and Rock Criticism'. McCleod ger vart við, at yrkið sum rock ummælari hevur verið stýrt av mannfólkum frá byrjan. Greinir og ummæli um populertónleik eru tískil sum oftast skrivað úr maskulinum evnissjónarhornum, og rock’n’roll er mangan vorið fatað sum verandi samsvarandi við maskulinitet.

Enski sosio-musikologurin Simon Frith vísir í The Cambridge Companion to Pop and Rock (2001) á, at ávikavist poppur og rockur eru tætt knýtt at kyni, og siðir innan atburð hjá ávikavist konufólki og mannfólki. Tendensurin hevur verið at seta rock í samband við positivar maskulinar dygdir, meðan poppur hinvegin hevur fingið skolur fyri negativ feminin eyðkenni. Í árunum kring ár 2000 sást tó eitt skifti í dikotomiini millum rock og popp tónleik, og tað gjørdist meira í lagi at dáma popp tónleik og ummæla hann positivt.

Rockisma
Amerikanski journalisturin og tónleikaummælarin Kelefa Sanneh skrivaði í 2004 eina nógv umrødda grein í The New York Times við heitinum 'The Rap Against Rockism'. Í greinini ger hann vart við kjak millum tónleikaummælarar um hugtakið “rockismu”.

Rockisma er við Sanneh’sa orðum at idolisera tí autentisku gomlu sagnhetjuna (t.d. Bob Dylan og Bruce Springsteen) ella undirgrundshetjuna, og samstundis halda nýggjastu poppstjørnuna fyri gjøldur; at gera nógvan háva burturúr punk, og halda lítið um disco; at elska live framførsluna og hata videolagið; at lovsyngja hinum skramblutta og skrólandi framføraranum, og hata tey, ið lip-synca afturvið playback. Ein “rockistur” elskar sostatt ikki bert rock’n’roll og tess autentisku hetjur, men reduserar eisini rock’n’roll til ein klisjufyltan karikatur, ið verður nýttur sum vápn móti popp tónleiki.

Við tíðini er hesin hugburðurin stirðnaður inn í eitt slag av sjálvsøgdum “sunnum fornufti”, har tað er í lagi at halda, at rock bólkar innspæla klassiskar plátur, meðan poppstjørnur bert gera “guilty pleasure” stakløg. Ein rockistur knarrar tískil um, at tónleikur í dag er tann beri yvirfladiski poppur, og minnist í sama viðfangi aftur á gamlar dagar, tá hittlistarnir vóru á tremur við fólki, ið “høvdu okkurt á hjarta” og veruliga meintu tað. Eisini hóast teir dagarnir ongantíð vóru til.

Hvítir menn móti hinum
Rockisma er sostatt tengd at fatanum av tí autentiska, og teirri hugsan, ið sigur, at rockur er onkursvegna meira “ektaður” og autentiskur enn poppur. Tó eru eisini nakrar greiðar kynsligar og etniskar dimensiónir í rockismuni. Sanneh peikar á hvussu rockisma er skyld við eldri og meira útbreiddar fordómar, og at tað neyvan kann verða av tilvild, at rockistisk ónøgd sum oftast snýr seg um at seta hvítar, heteroseksuellar menn upp ímóti restini av verðini. Ónøgdin er sum oftast vend móti popp stjørnum, disco diva’um, lip-syncharum o.ø., og peikar sostatt aftur á anti-disco bakslátturin, ið tók seg upp síðst í 70’unum. Rákið náddi einum hæddarpunkti tá túsundavís av discoplátum vóru brendar í Comiskey Park í Chicago í 1979 undir slagorðinum “Disco sucks!”

Eins og anti-disco viðhaldsmenn vóru í øðini inn á disco rákið fyri kvartari øld síðan, m.a. tí at tað hevði tætt sambond við svarta og samkynda mentan, eru nútíðar ummælarar í øðini inn á eina verð, ið er vónleyst spilt av einari fávitskutari hipp hopp yvirflóð. Tá verða gomlu rock hetjurnar drignar fram sum dømi um eina meira høviska tilgongd, sum jú er paradoksalt og ikki serliga rock’n’roll.
Sanneh rundar av við at undirstrika, at tað er lættari at gremja seg um rockismu enn at sleppa av við hana. Tað ber bókstaviliga ikki til at berjast ímóti rockismu, tí alt málbrúkið kring rættvíst stríð er sjálvt málið í rockismuni. Tíðin er tó komin til at halda uppat at halda, at allir seriøsir rock sangir fara at varða í allar ævir, og at glinsuttir popp sangir av sær sjálvum eru at fata sum einnýtislutir.
"Disco Demolition Night", Comiskey Park, Chigaco 1979. Foto: Diane Alexander White.
"Popptimisma"
Í greinini 'The Perils of Poptimism' (2006) í tíðarritinum Slate Magazine skrivar journalisturin Jody Rosen eitt framhald av greinini hjá Sanneh. Han ger vart við, at “rockisma” sum so ikki er nakað nýtt, og at hugtakið í roynd og veru kann brúkast sum karmur um, hvussu hugskot um smakk og autenticitet hava ávirkað skriving og tankar um tónleik gjøgnum árini. Øll, ið hava roynt at greina millum høgt og lágt, list og skrambul, hitt fólka-autentiska mótvegis tí syntetiskt-massaframleidda, hava á sín hátt verið “erka-rockistar”.

Rosen kunngerð síðani nýggja hugtakið “poptimism”. Hugtakið vendir gomlu hugsanunum á høvdið. Fyri ein “poptimist” eru popp framleiðarar líka týdningarmiklir sum rock autørar, og áðurnevnda Beyoncé hevur líka nógva seriøsa viðgerð uppibornað sum Bruce Springsteen. At tilskriva skomm til popp njótingina er fyri popptimistin ein skammilig ger í sjálvum sær.
Rosen peikar á, at henda gongdin ikki er komin óvæntað: hvørt nýtt ættarlið av ummælarum kemur inn og rættar uppá óhógvið hjá teim undanfarnu, og í nýggjari tíð er popp tónleikurin vorðin domineraður av ljódliga uppfinnsamum hipp hopp og dance tónleiki, meðan kommersiella megin og mentanarliga ávirkanin frá rock tónleikinum er minkað.

Ein boðskap til ungar gentur
Í áðurnevndu samrøðu kemur Björk við einum boðskapi: “Eg ynski at stuðla ungum gentum sum eru í 20’unum og siga teimum: tað er ikki bara nakað sum tit ímynda tykkum. Tað er hart. Alt sum ein drongur sigur eina ferð, mást tú siga fimm ferðir. Gentur í dag standa eisini yvir fyri ymiskum trupulleikum. Eg eri sek í einum: eftir at hava verið tann einasta gentan í tónleikabólkum í 10 ár, lærdi eg – uppá tann harða mátan – at um eg skuldi hava míni hugskot í gjøgnum, so mátti eg lata sum um at teir – mennirnir – høvdu fingið hugskotini.” Víðari vísir hon á, at tað snýr seg nógv um hvat fólk síggja á pallinum: eina kvinnu, ið syngur og menn, ið spæla uppá ljóðføri. Tó sigur hetta einki um hvør arbeiðsgongdin hevur verið handan leiktjøldini, og enn minni um hvør er upphavsfólk til listarligu hugsjónina, ið drívir verkið.

Nú eitt kvøldið vóru Grammy Awards í USA. Sangarin og sangskrivarin Beck vann “Album of the year” fyri plátuna Morning Phase. Áðurnevndi Kanye West var skjótur úti við síni ónøgd um at Beyoncé ikki vann. Tað tók ikki langa tíð til greinir sóust á netinum, har tað m.a. var ført fram, at Beck hevði meira uppiborið at vinna tí at hann “skrivar sínar egnu sangir” og “spælir uppá fleiri ljóðføri” enn Beyoncé. Her spøkir tann gamla rockistiska hugsanin aftur. Hvør rætti vinnarin er í einum miðla- og ídnaðarshowi sum Grammy Awards er ilt at siga, men tað slepst ikki uttanum, at plátan hjá Beyoncé verður mett at vera hennara besta higartil, og er at fata sum eitt multimedialt meistaraverk innan modernaðan popp tónleik. So kann tað gera tað sama hvussu nógvir samstarvsfelagar hava verið inniyvir framleiðsluni handan leiktjøldini. Beyoncé er ein framskygd listakvinna, og feminisma er komin fyri at vera.
Greinin sum hon sá út á prenti.

3/2/15

"Packing My Library"

Walter Benjamin (1892-1941). Photographer unknown.
"...there is in the life of a collector a dialectial tension between the poles of disorder and order." -Walter Benjamin.

The above quote is from Benjamin's essay 'Unpacking My Library' which I read this last autumn, around the time when we moved from Copenhagen to the Faroes and were busy packing our library of books, LPs and CDs into boxes that were then shipped off and delivered a week later in Torshavn. My girlfriend then spent three months in Canterbury and in January we met in Paris where we will live for three months. At the moment all of our belongings are packed away in boxes back in Torshavn. The things Benjamin formulates on the art of collecting really struck a chord within me and much of it is relevant to the collection of artifacts in general. It is available in full via the link below.

"...Every passion borders on the chaotic, but the collector's passion borders on the chaos of memories. More than that: the chance, the fate, that suffuse the past before my eyes are conspicuously present in the accustomed confusion of these books. For what else is this collection but a disorder to which habit has accommodated itself to such an extent that it can appear as order?
 Thus there is in the life of a collector a dialectial tension between the poles of disorder and order. Naturally, this existence is tied to many other things as well: to a very mysterious relationship to ownership, something about which we shall have more to say later; also, to a relationship to objects which does not emphasize their functional, utilitarian value - that is, their usefulness - but studies and loves them as the scene, the stage, of their fate. The most profound enchantment for the collector is the locking of individual items within a magic circle in which they are fixed as the final thrill, the thrill of acquisition, passes over them. Everything remembered and thought, everything conscious, becomes the pedestal, the frame, the base, the lock of his property. The period, the region, the craftsmanship, the former ownership - for a true collector the whole background of an item adds up to a magic encyclopedia whose quintessence is the fate of his object. In this circumscribed area, then, it may be surmised how the great physiognomists - and collectors are the physiognomists of the world of objects - turn into interpreters of fate. One has only to watch a collector handle the objects in his glass case. Asd he holds them in his hands, he seems to be seeing through them into their distant past as though inspired."
-Walter Benjamin, 'Unpacking My Library - A Talk about Book Collecting', 1931.

The library as it was.
The library being packed.
Into boxes.
And shipped off...
In short, I'm really looking forward to the day when we'll be able to unpack our library.