5/31/16

Tónleikur og sci-fi


Havi í longri tíð verið áhugaður í sambondum millum science fiction og tónleik. Hesin áhugi kemur til sjóndar í ymsum samanhangum, og eitt serstakt áhugamál er t.d. sambandið millum sci-fi og disco, ið var nógv at síggja í seinna helmingi av 70'unum. Helst tí at disco var uppi í tíðini tónleikaliga, og tí at Star Wars o.a. setti framtíðina og rúmdina á breddan.

Fyrr í ár kom ein nýggj Star Wars pláta á marknaðin, Star Wars Headspace, ið inniheldur elektronisk løg við samplingum úr stóra ljóðdátugrunninum frá Star Wars filmsrøðini. Løgini eru eftir úrvaldar elektroniskar framleiðarar, ið markerað seg á dagsins elektroniska tónleikapalli, og útgávan er framleidd og kuraterað av Rick Rubin. Gamaní er talan um eitt cash-in í kjalarvørinum av sera vælumtókta The Force Awakens, men helt tó at summi av luttakandi nøvnunum ljóðaðu lovandi. Kortini er útgávan nakað misjøvn og ósamanhangandi. Ein fær í støðum kensluna av at summir luttakarar bert hava gjørt eitt lag, og síðani smekkað onkra Star Wars sampling omaná. Ein saknar heild, syntesu, sameining. Ein hóskandi hybrid.

Ikki sørt at hugurin tá leitar aftur til hegnisligu "Star Wars Suite" av kult plátuni Star Wars and Other Galactic Funk, ið studiobólkurin Meco gav út í 1977. Ein discofisering av tema tónleikinum hjá John Williams. Ljóðeffektirnar vóru framleiddar av synthesizerslóðaranum Suzanne Ciani, ið eg umrøddi í útvarpssendingunum Kvinnur í elektroniskum tónleiki í vetur.
Bwana: Capsule's Pride plátuhúsi.
Eitt samtíðar boð uppá eina hepna syntesu millum sci-fi og tónleik er plátan Capsule's Pride hjá kanadiska Berlin búgvandi framleiðaranum Bwana. Ein útgáva við techno, house og ambient tónleiki grunda á samplingar av dialogi og tónleiki úr tiltikna japanska anime klassikaranum Akira frá 1988. Filmurin gongur fyri seg í einum dystopiskum Neo-Tokyo í 2019, hevði stóra ávirkan á anime og sci-fi sjangrurnar og verður mettur sum eitt meistaraverk. Soundtrackið hjá Shoji Yamashiro, ið sameinti siðbundin japansk ljóðføri við 80'ara synth pads, setti eisini síni frámerki.

Lýðandi á Capsule's Pride kennir tú straks á tær, at talan er um eina sterka sameining millum upprunaligt keldutilfar og ein nýggjan listarligan samanhang. Tað er visiónin hjá Bwana, hvørs kristna navn er Nathan McKay, ið drívur verkið. Fittligir bitar av bæði dialogi og tónleiki úr Akira ganga aftur, men Bwana hevur hegnisliga formað tilfarið í nýggjum høpi. Dansigólvsstílað og  hóskar seg somuleiðis til friðarliga lurting í eitt nú oyrabúffum. Visuelt er útgávan eisini stílfull, og nýtir einans s/h stakmyndir úr annars so litríka Akira universinum. Sum vil listamaðurin undirstrika, at her er tað ljóðsíðan, ið hevur týdning.
Stakmynd úr Akira (Yoshihide, 1988). Meir fæst at vita um filmin her.
Á heimasíðuni http://luckyme.net/bwana/ finst tónleikur og myndatilfar frá verkætlanini. Tú kanst m.a. skriva teg upp til at fáa teldupost sendandi við leinkju til plátuna í mp3 formati. Púra ókeypis. Niðanfyri havi eg viðfest ein playlista við øllum løgunum av Capsule's Pride. Tað er bara at liggja framvið.

Tað er freistandi at síggja ókeypis dimensiónina í Capsule's Pride sum eina andsøgn til kommersiella dámin í áðurnevndu Star Wars Headspace verkætlanini. Tó er tað ikki her avgerðin skal falla. Tað snýr seg fyrst og fremst um tónleikin, og tað er vist at hann er góður á Capsule's Pride. Hvør veit um plátan ikki fær almenna útgávu onkran dagin. Ikki sørt at hon hevði hóska seg á knitrandi vinyli...

5/24/16

Bob Dylan 75 ár


Í dag fyllir Bob Dylan 75 ár. Her á klettunum verða ikki færri enn tvey Bob tiltøk hildin í kvøld. Eitt á bókasavninum í Runavík, har Meinhard Jensen hugleiðir og Kári Sverrisson og Sámal Ravnsfjall spæla. Og eitt á Reinsarínum, har Hanus Kamban hugleiðir og Hanus G. og Kári P. spæla. Persónliga ætli eg mær til Runavíkar. Hetta var tiltakið, ið eg frætti um fyrst, og Meinhard eigur sín part av skyldini í at eg gjørdist fjeppari.

Tað er við Bob Dylan sum við Radiohead: longu langt síðani ein byrjaði at dyrka tað. Bandið á myndini omanfyri gjørdi ein mun. Tað var eitt sonevnt mixtape, ið eg fekk frá Meinhard í desember 1998. Tá var eg 18 ára gamal, og har var nógv gott á. Við árunum er vavið í tí, ið Bob Dylan ger, bert vaksið. Tað einasta keðiliga er at eg stundum kenni tað sum at eg forsømi hann, tí har er so ómetaliga nógv til, og eg brúki jú eisini tíð uppá annan tónleik. At granska Bob Dylan, at vera ein Bob Dylan scholar, er eitt heilt fak ella grein fyri seg. Nógv hava skrivað og útgivið vísindaligt tilfar um Bob. Eisini eru nógvar góðar bøkur útkomnar millum ár og dag.

Tá eg las tónleikavísindi royndi eg meg tvinnar ferðir við Bob sum evni. Eina uppgávu skrivaði eg á bachelorinum. Hon snúði seg um Bob Dylan, jødiskt blues, punk og Holocaust. Vassaði langt út, og tað var við vilja. Hetta var í einum sera spennandi og provokerandi skeiði, ið æt "Musik og Holocaust". Á kandidatinum vóru eisini stundir til eina Bob uppgávu. Hon var eisini av meira eksperimenterandi slag. Evnið var "Musik og Religion", og eg arbeiddi við ávikavist eini jødiskari og eini kristnari tulking av Bob Dylan. Somuleiðis spennandi og avbjóðandi.

Í gjár skrivaði eg á Facebook um Bob Dylan og um hesi bæði tiltøkini í kvøld. Ein vinur viðmerkti at onkur burdi hermt eftir røddini hjá Bob Dylan. Tankin rakti beinavegin: "Hvørja rødd?" Tí har eru so nógvar Bob Dylan røddir. Var mintur á henda fyrilesturin hjá Steven Rings, lektara í tónleiki á University of Chicago. Fyrilesturin ber heitið "Here's Your Throat Back, Thanks For The Loan: On Dylan's Voices", og snýr seg um tær mongu røddirnar hjá Bob Dylan.

Sum tað stendur í tekstinum undir videobrotinum, er røddin hjá Bob Dylan eitt hitt mest afturkenniliga og samstundis polariserandi ljóðið í vesturlendskum tónleiki, ikonisk og gátufør um somu tíð. Einki annað boðar frá personaini hjá Bob Dylan sum røddin hjá manninum. Kortini vóru fólk longu frá byrjan skjót at gera skilnað millum røddina og rithøvundan. Tað frættist skjótt og frættist enn, at Bob Dylan er ein "góður sangskrivari" og "góður yrkjari", men "røddin er einki serligt".

Rings lyftir hetta kjakið á eitt heimspekiligt støði, og vísir m.a. til mótsettu hugtøkini logos og phonos. Logos sipar til orð og fornuft, meðan phonos sipar til hoyrdu røddina og ljóð. Hvat hevur størst týdning og ber til at skilja ímillum? Ein av fyrstu Columbia Records lýsingunum segði at "Nobody sings Dylan like Dylan". Spurningurin er so um Dylan sjálvur syngur sum Dylan, tí gjøgnum seinastu fimm ártíggjuni hevur hann átikið sær ein heilan hóp av røddum, hermt eftir eini rúgvu av sangarum og kortini skorið í gjøgnum sum "Bob Dylan". Hvør er røddin hjá Bob Dylan? Sera áhugavert.

Her at enda vil eg so skoyta mítt egna mixteyp uppí, ið eg gjørdi til ungdómsvevsíðuna Röddin.fo, tá Bob Dylan fylti 70 ár í 2011. Tá skrivaði eg m.a.:

"Tað er ógjørligt at gera eitt til fulnar umboðandi miksteyp, ið eisini er relativt stutt og yvirkomiligt at lurta eftir. Men eg havi roynt at valt nakrar hóskandi sangir til endamálið. Kent og ókent, upplagt og idiosynkratiskt, róligt og peppað, nýtt og gamalt, akkustiskt og elektriskt, ljóst og myrkt, fegið og sorgarbundið. Í kronologiskari raðfylgju. Tá trýst verður á “play”, byrjar ferðin gjøgnum 50 ára tónleikasøgu. 50 ár saman við Bob."

Brátt eru vit her í 2016, og í dag fyllir henda hetjan 75 ár. Tillukku við degnum, Bob.



“SANGUR” PLÁTA (ÁR)

1. “Song To Woody” Bob Dylan (1962)
2. “Blowin’ In The Wind” The Freewheelin’ Bob Dylan (1963)
3. “Like A Rolling Stone” Highway 61 Revisited (1965)
4. “Visions of Johanna” Blonde on Blonde (1966)
5. “All Along The Watchtower” John Wesley Harding (1967)
6. “The Man In Me” New Morning (1970)
7. “Meet Me In The Morning” Blood On The Tracks (1975)
8. “Señor (Tales Of Yankee Power)” Street Legal (1978)
9. “Gotta Serve Somebody” Slow Train Coming (1979)
10. “Saved” Saved (1980)
11. “Every Grain Of Sand” Shot Of Love (1981)
12. “Everything Is Broken” Oh Mercy (1989)
13. “Love Sick” Time Out Of Mind (1997)
14. “High Water (for Charley Patton)” “Love and Theft” (2001)
15. “When The Deal Goes Down” Modern Times (2006)

5/17/16

Radiohead: A Moon Shaped Pool - ummæli


So var hon her. Níggjunda Radiohead plátan A Moon Shaped Pool. Fimm ár eru liðin síðani seinast, og er hetta sostatt longsta áramálið millum útgávur hjá bólkinum. Tað eru næstan 20 ár síðani eg gjørdist fjeppari. Nakað so nostalgiskt sum eitt VHS band gjørdi munin (seinni gjørdu Radiohead ein vakran sang um VHS bond). Hetta vælsignaða VHS bandið fekk týdning summarið 1997. Tað var í teirri tíðini, tá ein upptók sjónbandaløg á rásini MTV. Eg hevði sett á "record" eitt kvøldið, og við á bandið komu trý Radiohead løg. Gjørdist serstakliga hugtikin, og skjótt hevði eg ognað mær útgávurnar hjá bólkinum. Ok Computer koyrdi á repeat allan veturin.

Í 2000 fóru vit nøkur á konsert hjá Radiohead í Keypmannahavn, við Sigur Rós sum upphiting. Tað var ræðuliga gott, og teir spældu eisini løg av tá óútgivnu Kid A (2000) og Amnesiac (2001). Hetta var ein mánað áðrenn Kid A kom út. Tann útgávan ørkymlaði meg nógv fyrstu vikuna ella tvær, men eg hekk í. Vildi vita hvat hetta var fyri nakað. Skjótt opaðust dyr inn í ein nýggjan heim, og Kid A gjørdist lykilin. Eg ummælti útgávuna á sinni. Í 2003 kom Hail To The Thief, ið lak á netið 10 vikur áðrenn útgávudato. Í ólidnari útgávu enntá. Hetta vóru Radiohead ikki fegnir um.

Í 2008 vóru vit aftur á konsert hjá Radiohead á Róarskeldufagnaðinum (Roskilde Festival). Tá var In Rainbows (2007) nýggj. Útgávuhátturin setti allan tónleikaídnaðin upp eftir enda. Sum aftursvar til m.a. Hail To The Thief lekan valdu Radiohead at kunngera útgávuna bert fáar dagar undan útgávudegnum. Eisini kundu lurtarar sjálvir velja um teir vildu gjalda fyri talgildu útgávuna. Í 2011 kom The King of Limbs meðan vit vóru í studio hjá Jens í Støkumørk, Innan Glyvur. Hesuferð var prísurin fastsettur, men henda útgávan var eisini kunngjørd bert fáar dagar frammanundan.

Nú eru fimm ár gingin, og fyri tveimum vikum síðani kom fyrsta staklagið av nýggju plátuni. Hesuferð var eg aftur í upptøkuhøli. Tó ikki Støkumørk, men í TAPF Studio í Vanløse í Keypmannahavn. Frammanundan staklagnum strikaðu Radiohead allar sínar profilar á sosialum miðlum og heimasíðan hjá teimum gjørdist so líðandi blonk. Radikalt í eini tíð har heimurin druknar í upplýsingaryvirflóð. Enn einaferð eyðmerkja teir seg við einum slóðandi og uppfinningarsomum PR átaki. Tað gekk ein vika, og so var plátan tøk í fullari longd. Eg havi sum vera man trálurtað. Her fari eg at siga eitt sindur plátuna og gera eina lag-fyri-lag gjøgnumgongd.

---

"I like beautiful melodies telling me terrible things" segði Tom Waits einaferð. Setningurin kundi lýst níggjundu Radiohead plátuna. Hetta er uttan iva róligasta og kanska eisini vakrasta plátan, ið teir hava latið úr hondum. Kortini hevur tú kensluna av, at har býr órógv, kreppa og undirgangur undir øllum vakurleikanum. Kreppan kann vera av persónligum slag (Thom Yorke og makin Rachel Owens vóru separeraði í fjør aftaná 23 ára samlív) ella av samfelagsligum slag (politisk líkasæla, demonisering av fremmandum, umhvørvisbroytingar). Tekstligu tilsipingarnar eru har í øllum førum, og eisini á ljóðsíðuni gongur meira fyri seg enn við fyrsta lurt. Alt í alt ein ótrúliga hugvekjandi pláta.

'Burn The Witch'
Eitt eyðkenni við Radiohead plátum er, at tær altíð hava eitt sermerkt byrjanarlag, ið slær tónan fyri restina av útgávuni. Um ein hyggur at undanfarnum byrjanarløgum, er tendensurin greiður: 'You', 'Planet Telex', 'Airbag', 'Everything In Its Right Place', 'Packt Like Sardines In A Crushd Tin Box', '2+2=5', '15 Step', 'Bloom'. Onkuntíð brýtur byrjanarlagið frá restini, og kortini signalerar tað eitt nýtt rák. Sama við 'Burn The Witch', ið hegnisliga sameinir col legno strúkarar og pulserandi elektronikk. Tey, ið hava fylgt við Radiohead vita, at eitt av teirra essum eitur Jonny Greenwood. Hann er yngsti limur í bólkinum, og hevur seinastu 10+ árini eyðmerkt seg sum tónaskald og filmstónaskald í serflokki. Greenwood er íblástur av modernaðum klassiskum tónaskøldum sum Olivier Messiaen og Györgi Ligeti og hevur samstarvað við bæði Kryzstoff Penderecki og Steve Reich. Hansara kenslusemi mótvegis modernismu, avantgarde og minimalismu hevur við árunum sníkt seg uppí Radiohead, og hetta klæðir bólkinum. Á nýggju plátuni samstarvar hann við The London Contemporary Orchestra & Choir. Sum nakað nýtt er byrjanarlagið hesuferð eisini fyrsta staklag av útgávuni.


'Daydreamer'
Seinna lagið á plátuni gjørdist eisini seinna staklagið. Sjónbandalagið er eftir Paul Thomas Anderson, hvørs filmar áðurnevndi Greenwood hevur smíðað tónleik til (There Will Be Blood, The Master, Inherent Vice). Hetta lagið er ein flótandi og meditativ ballada uttan trummur. Eitt sykliskt klaverspæl er miðsavnandi í lagnum, meðan analogir synth klangir leita sær inn og út úr ljóðmyndini. Til endans hoyrist eitt djúpt og "morphað" ljóð, og netnørdar vilja vera við, at um tú reversar ljóðið og koyrir tað upp í ferð, so hoyrir tú røddina á Thom Yorke siga "half of my life". Hetta verður hildið at sipað til longdina á nýliga endaða forholdinum millum Yorke og makan. Tað kann eisini sipa til hvussu leingi Radiohead hava verið til. Ella okkurt triðja. Óansæð ein sera vakur sangur.


'Decks Dark'
Her eru trummur við aftur, fyrst ein rútmuboks og síðani tær hjá Phil Selway. Kortini er eisini her talan um róligar tónar. Klaver, gittar, trummur, bassur og loopaði klaver og gittar ljóð. Brádliga kemur eitt vakurt kór uppí leikin, og sangurin fær ein yvirjarðiskan dám. Thom syngur eisini um rúmdarfør, ið sveima uppi yvir og skugga fyri sólina. "In any old life, there comes a darkness, and a space craft blocking out the sky, and there's nowhere to hide, you run to the back and cover your ears, but it's the loudest sound you've ever heard, in your darkest hour". Her er ikki nógv hóvasták, men útsetingin er allatíðina spennandi at lurta eftir. Stereomyndin er sera væl brúkt, og har ganga ting fyri seg í ávikavist høgra og vinstra oyra (plátan hóskar seg ógemeina væl til oyrabúffalurting).

'Desert Island Disk'
Eitt fólkatónleika kent lag, ið vekir hugasambond til góða gamla Nick Drake. Nick Drake var kongurin av sunnudagsplátum (plátur, ið hóska seg væl undir nálini avslappaðar sunnudagar), og tað er ikki frítt at Radiohead taka táttin upp á A Moon Shaped Pool. Eitt sindur av eyðkendum abstraktum Radiohead ljóðsveimi sníkir seg gamaní uppí ljóðmyndina, men annars er hetta totalt folk. Ræðuliga feitt og tað klæðir teimum. Trummur og bassur koma uppí, men alt er laidback og groovy. Sera feitt. Desert Island Discs er annars heitið á eini BBC útvarpssending, ið hevur koyrt síðani 40'ini.

'Ful Stop'
Meira upbeat aftur, og her eru vit í repetitivum krautrock mode! Eitt mode, ið Radiohead byrjaðu uppá afturi í Kid A døgunum. Hetta meistra teir til fulnar. Forbiðið lekkurt lag. Tvey tóna bass riff, trummuloop og dronandi analogir synth klangir omanyvir. Thom syngur ávarandi "you really messed up everything...", og ófrættakenda undirgangshuglagið tekur til í intensiteti. Miðskeiðis í lagnum koma trummurnar hjá Phil Selway og áslátturin hjá gestatónleikaranum Clive Deamer uppí leikin, og alt groovar avstað so lystiliga. Deamer er kendur frá tiltikna Bristol trip hop bólkinum Portishead, leikti við Radiohead á The King of Limbs konsertferðini og er eisini við á aktuellu konsertferðini. Boðar frá góðum. Dyrki hendan sangin.

'Glass Eyes'
Eftir meira insisterandi tónar fáa vit aftur eina vakra og undirspælda klaver og strúkara balladu. Mittasti sangur á plátuni og eisini tann styttsti. Hevur ein líknandi leiklut sum 'Faust Arp' miðskeiðis á In Rainbows. Her er tað fremmandagerðing og kuldi. Heimurin sæddur gjøgnum glaseygu.

'Identikit'
Eitt meira groovy lag, ið fekk sína live debut fyri nøkrum árum síðani. Forloysandi niðurlag við endurtøku av reglunum "broken hearts make it rain". Tað kundi ljóðað rotið hjá nógvum, men ikki hjá Thom og Radiohead. Hatta fantastiska kórið kemur aftur í aftur í hesum lagnum. Kórið hjá London Contemporary. Væl sungið og væl lagt til rættis av Jonny Greenwood. Tað má undirstrikast enn einaferð, at sangirnir eru heilt ólukksáliga væl lagdir til rættis á hesi plátuni. Har henda allatíðina spennandi ting í ljóðmyndini, og samstundis er tónleikurin róligur og ikki yvirspældur. Fantastiskt. Hesin sangurin endar forrestin við eini veruligari gittarsolo, ið Ed O'Brien spælir.

'The Numbers'
Aftur í dreymakendum og væl svingandi folk mode. Sangurin er í familju við áðurnevnda 'Desert Island Disk'. Fantastiska feitt. Loopaði klaver o.a. koyra undir kassagittara, trummum og bassi. Best sum ein heldur at tað ikki kann gerast betri, koma stórbært elegantir strúkarar uppí leikin (ein av fleiri gásarholdsløtum á plátuni). Hesin sangurin prógvar at Jonny Greenwood ikki er einasta Greenwood essið í Radiohead, tí stóribeiggin Colin Greenwood leggur ein sjúkt feitan bass undir tað heila. Og andin hjá Nick Drake, sála, sveimar so sælur í krókunum. Hvør stórt at leggja oyru til.

'Present Tense'
Hvussu ger ein framhald av einum so góðum sangi sum 'The Numbers'? Jú, við 'Present Tense', ið um møguligt er uppaftur feitari. Tað er púra galið hetta er vakurt. Rein sæla. Radiohead goes bossanova í einum psykedeliskum ovurnøgdarhorni av vøkrum kassagittarleiki, loopaðum vokalum og einum lekkrum og laidback groovi. "Distance, it's like a weapon, like a weapon of self defense, against the present, present tense". Strúkarar og kór í avmáldum nøgdum. Álvarsamt, himmalskt og forloysandi. Alt um somu tíð.

'Tinker Tailor Soldier Sailor Rich Man Poor Man Beggar Man Thief'
Saman við 'Burn The Witch' er hetta mest elektroniski sangurin á plátuni. Minnir eitt sindur um Kid A/Amnesiac dagarnar við pulserandi trummumaskinuljóðum og akkordum spældum á synthesizara. Droymandi whammy bar gittari, klaver, trummur og strúkarar leggjast afturat so hvørt, og bygt verður upp til eitt undirspælt klimaks. Elektroniska puls loopið skiftir so líðandi yvir í síðsta sang á plátuni...

'True Love Waits'
...og hetta er ikki hissini sangur. Radiohead kennarar minnast hetta avbera vakra lagið frá live útgávuni I Might Be Wrong: Live Recordings frá 2001, og annars er sangurin yvir 20 ára gamal. Radiohead hava sum siðvenju at taka eitt eldri lag við á hvørja nýggja útgávu, men at 'True Love Waits' skuldi fáa støðu sum endalag á nýggjastu útgávuni kundu tey fægstu gita sær til. Live útgávan frá 2001 er við Thom Yorke einsamøllum á kassagittar. Her er sangurin dekonstrueraður og settur saman av nýggjum við brotnum, minimalistiskum klaverakkordum og klaver loopum. Bønin í niðurlagnum hevur sjáldan havt slíka tyngd: "just don't leave, don't leave". Ein serstakliga vakur og máttmikil endi á eini fantastiskari plátu.

---

Hetta er ikki ein pláta, ið kemur loypandi út úr hátalarunum. Hartil er hon ov friðarlig og rólig. Best er at geva sær tíð at lurta og njóta. Hon er tað verd. Radiohead hava gjørt tað aftur. Ein framúrskarandi góð pláta. Góðir sangir, góðir tekstir, góðar útsetingar, góðar ljóðmyndir, gott ljóðbland o.s.fr. Av teimum níggju útgávunum plaserar hendan seg ovarlaga. Í ovaru helvt, so segði hann, og so er ikki meir at siga um tað á hesum sinni.

A video posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on