G! 2016 - 2. partur

Mynd: Kristfríð Tyril/MOMO.
Ársins G! skrá er sum ikki einaferð eitt vitaminríkt ískoyti til føroyska tónleikasummarið. Fekk hug at gera okkurt burturúr hesum og havi tískil sett ein G! 2016 Spotify playlista saman. Havi eisini skrivað nakrar reglur um hvørt navnið, tí eg haldi álvaratos, at skráin hevur peppan uppibornað!
Fyrri helmingur av playlistanum var umrøddur í 1. parti, og her eru umrøður av seinna helmingi.


10. Steve'n'Seagulls: 'The Trooper'
Tað er okkurt fráskila finskt við bólkinum Steve'n'Seagulls. Hugsi um tað munnu vera nógvu sauna vitjanirnar, ið elva til tílík hugskot. Navnið er skemtiligt í sjálvum sær, men tónleikaliga er eisini nakað at fara eftir. Uppskriftin er kortini einføld: tú tekur eina røð av klassiskum 80'ara rock og tungmálmshittum og spælir tey í akkustiskari bluegrass/hillbilly útgávu. Iron Maiden, Guns'n'Roses, AC/DC, Dio og Metallica við banjo, stráhatti, tufflum og smekkibukksum! Júst henda tilgongd eyðkennir debutútgávuna Farm Machine, ið kom út í fjør. Giti, at hetta, alt annað líka, verður ein ólukksáliga stuttlig festivalløta.


11. Hamradun: 'Sneppan'
Hamradun høvdu eina ta bestu framførsluna á ársins FMA. Var staddur í salinum, og tað var okkurt við teimum, sum ordiliga brakaði í gjøgnum. Mær dámar væl, at teir spæla tungmálm, men tað er tungmálmur uppá tann gamla 70'ara retro mátan. Estetiskt nærri Fender enn Ibanez, um tað kann sigast soleiðis... Ikki ólíkt tí, sum eitt nú Rainbow og Dio gjørdu á sinni, tó við einum føroyskum kvæða- og vísu twisti. Feitt og upplagt, at teir koma á G!


12. Konni Kass: 'Surrender'
Eg spæli við Konni Kass, so eg ætli ikki at siga so nógv annað enn tað. 'Surrender' er fyrsta staklagið av okkara komandi debutplátu, og seinna staklagið 'Sounds' er eisini útkomið fyri kortum. Vit spældu á Spot Festival herfyri og gleða okkum sera nógv at spæla á G!


13. Hot 8 Brass Band: 'Ghost Town'
Allan vegin úr New Orleans kemur blásarabólkurin Hot 8 Brass Band at blása lív í gøtusand. Meira ektað og saftigt verður tað valla! New Orleans er á mangan hátt ein tónlistarlig vøgga í okkara tíð. Hagani spratt jassurin í árunum kring undanfarna aldarskiftið. King Oliver, Jelly Roll Morton, Sidney Bechet, Louis Armstrong, Mahalia Jackson, Fats Domino, Dr. John, Allen Toussaint, The Meters, The Neville Brothers, Wynton Marsalis v.fl. Øll hava tey røtur í býnum við teirri ríku tónleikasøguni.
Gøtutónleikurin í New Orleans er eitt heilt kapittul fyri seg, og hvør hevur ikki frætt um tiltikið lívligu jarðarferðsgongurnar, har messingblásarar meistarliga sameina sorg og gleði. Hot 8 Brass Band hava við síni sameining av hipp hopp, jassi og funk verið ein ímynd av New Orleans gøtutónleiki í tvinni áratíggju. Fastir fúsir á bæði skrúgongum og jarðarferðum. Umdømið er bert vaksi í vavi síðani ódnina Katrinu, ið legði stórar partar av býnum í oyði. Tónlistarliga treystið hjá bólkinum hevur úrslitað rósum í altjóða miðlum. Hetta skal upplivast!


14. Hudson Taylor: 'Battles'
Frá gøtutónleiki úr New Orleans fara vit til gøtutónleik úr Dublin. Írska duo'in Hudson Taylor er manna av brøðrunum Harry og Alfie Hudson-Taylor. Síðani barnaárini hava teir slitið sínar tónlistarligu barnaskógvar sum "buskers" (t.e. gøtutónleikarar) á gøtunum í heimbýnum Dublin. Tilgongdin hoyrist í teirra lívsklóka og ósmædna folk popp úttrykki:
I will lift her love and I'll break your spirit
I will dig a hole and I'll throw you in it
Only time will tell if we're all just cynics on the run
if we're all just cynics come undone


15. Federspiel: 'Mari Stanko'
Frá gøtutónleiki úr New Orleans og Dublin leggja vit beina leið víðari til 100% fjallatónleik úr alpunum! Messing og træblásara ensemblið Federspiel spælir lystiligan fólkatónleik úr Eysturríki og grannalondunum. Hegni og dugnaskapur í óhátíðarligari umpa útgávu. Fann ikki lagið á Spotify playlistanum á Youtube, so ístaðin fáa tit eitt lívligt konsertbrot. Tjekka annars eitt longri klipp frá somu konsert her.


16. Punjab: 'The Flying Elephant'
Fyri ikki so langari tíð síðani hómaðist eitt nýtt fusiónsrák millum yngri føroyskar tónleikarar. Hetta er stuttligt at leggja merki til, tí tá ein sjálvur var tannáringur var fusión ikki júst tað, ið var mest frammi. Tá var tað helst grunge, ið legði dám á. Ikki tí, fleiri grunge o.a. bólkar halda í dag til í eitt nú Margarinfabrikkini, so tað rákið er ikki farið nakran veg. Tykist tó sum at fusiónin aftur hevur fingið fastatøkur í einum ungum ættarliði. Soleiðis var tað eisini í 80'unum, tá Plúmmarar og onnur løgdu lunnar undir eina fusiónssiðvenju her á landi. Stuttligt hvussu tingini kunnu mala í kring. Tónleikasøgan er ofta syklisk á slíkan hátt. Punjab er mannaður av ungum dugnaligum tónleikarum, og plátan hjá teimum er á tremur við yvirskoti. Spennandi tíðir fyri framman.


17. Jógvan: 'Gloym meg ei'
Jógvan vísti seg frá síni bestu síðu, tá hann í fjør heyst útgav EP'ina Love That You Love í samstarvi við framleiðaran Høgna Lisberg. Sterkt, inniligt og frá hjartanum. Hetta er tað føroysktmælta lagið av plátuni, og tað er okkurt óvanliga fangandi við tí.


18. Lyon: 'Blood'
Eg spæli við live bólkinum hjá Lyon, so her ætlaði eg heldur ikki at siga ov nógv. Annað enn, at mær dámar sera væl plátuna hjá honum (sum eg ikki spæli á, so habiliteturin at siga eitthvørt um hana er ikki púrt av leið). Útgávan hevur verið nógv spæld og telist millum mínar yndisútgávur í fjør. Ein hugvekjandi fundur millum gospel singer/songwriter og treytaleysan surf gittar. Ilt at taka dagar ímillum hvat lag hóskar seg best á einum playlista, tí øll eru góð. Her er tað so lagið 'Blood', ið eg havi valt burturúr. At lurta eftir hesum sanginum kennist sum at vera til breyðbróting saman við Brian Wilson.


16. Annika Hoydal: 'Min Krop'
Ein onnur drotning í føroyskum tónleiki. Á FMA fekk Annika "Ársins Tónleikaheiður" fyri lívlangt virksemi innan tónleik. Tað var heiðurligt og uppá sítt pláss, tá allur salurin reisti seg og fagnaði henni við lógvabrestum. Hon kvitteraði við eini speiskliga stuttligari viðmerking um at "tað kitlar enn" (tilsiping til tekstin í "15 ár" hjá Harkaliðnum). Finni ikki lagið 'Min Krop' av útgávuni Endurljós (2015) á youtube, so ístaðin fáa tit eina klassiska sjónvarpsupptøku frá Melodi Grand Prix í 1979. Annika luttók við "Alduni". Á føroyskum.

18. Songhoy Blues: 'Should I Stay or Should I Go?'
Vit enda har vit byrjaðu við genialu Songhoy Blues og teirra malisku tulking av The Clash klassikaranum 'Should I Stay or Should I Go?' Ikki frítt, at heitið í lagnum sipar til støðuna hjá bólkinum sum flóttar og sum tónleikaferðandi kring heimin. Forrestin finst ein forkunnugur heimildarfilmur um maliskan tónleik inkl. Songhoy Blues. Filmurin eitur They Will Have To Kill Us First: Malian Music in Exile og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í apríl mánaði. Mær er tó fortalt, at filmurin eisini verður sýndur á G!, so um tú ikki hevur sæð hann, fært tú høvið tá. Tað átti at verið ein góð innleiðsla til søguna hjá Songhoy Blues og maliskum tónleiki. Her og nú er tað tó 'Should I Stay Or Should I Go'. Fantastiska feitt! Vit síggjast á G!

Comments