Íslandsdagar í august - 1. partur

Í farnu viku vóru vit ein frálíkan túr í Íslandi. Okkara ørindi var luttøka á ráðstevnuni Frændafundur 9, ið er samstarv millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya. Vit bæði, Solveig og eg, høvdu framløgur á ráðstevnuni, og tað gekk væl. Ráðstevnan hevði nógv áhugavert á skránni, og vit hittu bæði íslendskar og føroyskar granskarar.

Hetta var fyrsta ferðin hjá Solveig til Íslands, og sætta ferðin hjá mær. Valdu at fara avstað nakrar dagar áðrenn, so vit kundu uppliva eitt sindur av hvørjum. Hóast eg havi verið fimm ferðir áður, havi eg ongantíð gjørt so nógv burturúr at vitja støð, søvn og uppliva ymiskt sum hesuferð. Áður havi eg verið í Reykjavík einamest í tónleikaørindum, og hetta hevur fylgt nógv á teimum túrunum. Nú vóru betri stundir til ymiskt annað.
Yes!
Mín fyrsta ferð til Íslands var í 2002, tá eg fór til Reykjavíkar sum blaðmaður/roadie/kórsangari (!) við tónleikabólkunum Clickhaze og Krit. Tá stigu vit eitt kvøldið inn í Sirkus á Klapparstígur og kendu okkum sum heima. Velvet Underground plakat á vegginum, feitur tónleikur í anlegginum og ein maður við ljósareyðum yvirskeggi sitandi við barrdiskin. Seinni komu vit at kenna hann sum navnframa diskaran Maggi Lego, ið vit av tilvild hittu á gøtuni nú eitt kvøldið í farnu viku. Maggi var við í Gus Gus í gomlum døgum, men seinni halgaði hann seg til diskingina burturav. Hann skuldi spæla á café'ini/barrini Prikið seinni á kvøldinum, og vit fóru framvið. Kvalitets disco og early house á skránni henda góða tíman vit fingu við. Gott at hoyra og vita, at ein so dugnaligur fýrur sum Maggi enn er partur av býarlívsins soundtracki.

Onnur ferðin hjá mær var í 2005, tá eg vitjaði Sunnevu, ið var flutt til Íslands. Vit fóru m.a. á Sigur Rós konsert í Laugardalshøllini. Tað var ein góður túrur og ein ómetaliga sterk og katharsis kend konsertuppliving. Triðja og fjórða ferðin var, tá eg spældi AME konsertir í nú søguliga spælistaðnum NASA við bólkunum Gestir (2006 og 2007) og Marius (2006). Seinast eg var í Íslandi var í 2012, tá vit spældu konsertir við Høgna Reistrup á Gaukurinn í Reykjavík og Græni Hatturinn í Akureyri. Hetta er longu hálvt fjórða ár síðani, og nógv hevur síðani verið at frætta um broytingar. Serliga er tað skjótt vaksandi ferðafólkavinnan, ið ger um seg.
Her stóð gamla Sirkus einaferð og vit leitaðu aftur á slóð.
Og jú, vit kunnu skjótt staðfesta, at har eru nógv ferðafólk í Reykjavík, tað er bæði vist og satt. Serliga í økinum kring niðasta part av Laugarvegi, niðan móti Hallgrímskirkjuni og oman móti Austurvølli. Reykjavík er tó framvegis Reykjavík - ein spennandi, sjarmerandi og veldigur býur á mangan hátt. Ísland er eini seks ferðir størri enn Føroyar í fólkatali, og Reykjavík økið eini 10 ferðir størri enn Havnin. Har eru nakrir greiðir parallellir londini millum, og ein kundi hugsað sær, at føroyingar vóru eins raskir at traðka á speedaran eins og íslendarar. Á summum økjum altso.
Salvation Army Guesthouse.
Á túrinum hesuferð gistu vit á hugnaliga og beint yvir 100 ára gamla Salvation Army Guesthouse - Gistiheimilið hjá Hjálpræðisherinn - á Kirkjustræti 2 mitt í gamla partinum av býnum. Høglig frástøða til tað mesta, og ein fínur gongutúrur higani yvir til universitetsøkið. Akkurát fyri. Tað vóru fittu og fryntligu hjúnini Dorthea og Billy, ið veittu okkum henda møguleika, og tað eru vit mikið takksom fyri.

Hetta var bæði fyrstu og síðstu ferð, at vit gistu á Gistiheimilinum. Ikki tí at nakað var galið, nei tvørturímóti! Orsøkin var, at Heimilið lat aftur fyri seinastu ferð 1. september. Húsið er selt, skal renoverast og nýtast sum hotell fyri ferðafólk. Nú so nógv ferðafólk eru í økinum, ætlar Frelsunarherurin í Reykjavík at finna sær annað mið. Húsið er annars frá 1914, og tað er eitt vakurt hús. Eitt sindur spell, at tað verður gjørt um til hotell, men tað fer óivað eisini at roynast væl í so máta. Vónandi varðveita tey onkursvegna tað vakra og søguliga við staðnum.
Komin til Reykjavíkar var tað serliga eitt, ið lá frammarlaga í huganum: vinyl! Í Reykjavík veit man, at plátubúðirnar hava fráskila gott úrval, hóast miðalprísurin er í hægra lagi. Fyrst í vikuni gekk leiðin sosatt á plátubúðarrundferð í Lucky Records, Smekkleysa, 12 Tónar og Reykjavík Record Shop.

Høga miðalprísin kundi eg t.d. staðfesta í Lucky Records, har eg eina løtu helt í eini LP frá amerikanska plátufelagnum Nonesuch: Music For 18 Musicians hjá Steve Reich & Musicians í frálíku innspælingini frá 1998 (verkið er upprunaliga frá 1976). Endurprenta sum "limited edition individually numbered" 2xLP til Record Store Day í 2015. Rárur fuglur í einhvørjari plátubúð, og í hesum føri innflutt allan vegin til Reykjavíkar. Prísur? Eitt sindur yvir 700 kr. So hon var so pent sett uppá pláss aftur...
Lucky Records á Rauðarárstígur 10. Áður lá henda plátubúð í smærri hølum á Hverfisgata.
Hinvegin gjørdi eg eitt rættiligt hál av brúktum føroyskum LP plátum í somu plátubúð, og so fyri ein heilt ok prís eisini. Rúmligu hølini í Lucky Records hava nevniliga stórt úrval av brúktum plátum innan alt møguligt. Tá farið verður á vinylrannsókn í Reykjavík væntar ein onkursvegna at fáa fatur í skrøppum útlendskum vinyli, so hetta var stuttligt og óvæntað at fáa hendur á nøkrum føroyskum klassikarum. Annars er at frætta, at Teitur og Nico Muhly í næstum geva út á Nonesuch. Tillukku við tí. Tey vita hvat tey gera á Nonesuch, og góðskan er í topp. Gleði meg at hoyra Confessions.
Smekkleysa - Bad Taste - á Laugarvegi.
Smekkleysa hevur verið ein rættilig institutión síðani 80'ini, og í dag hava tey eina snotiliga plátubúð á Laugarvegi. Her fann eg The Sun Singles Collection hjá Elvis í endurútgávu frá plátufelagnum Not Now Music. Havi leingi ætlað mær eitt savn av Sun stakplátunum hjá Konginum. Í París fann eg eina brúkta, men hon var so slitin og har til ov dýr. Hendan var nýggj, og maðurin handan diskin lat væl at plátufelagnum, so hon kom við til hús.

Plátan er soleiðis háttað, at A síðurnar eru á síðu A, og B síðurnar eru á síðu B. Logiskt! Nógv gott á, t.d. "Mystery Train". Mangt verður sagt um USA nú á døgum, og summi lata illa at, men hugsi at eitt stað, sum hevur fostrað eina so vakra og undurbara hending sum tá Elvis og vinmenn innspældu "Mystery Train", tað kann ikki vera heilt av leið. Álvaratos. Gittarleikarin Scotty Moore, ið leikti við eyðkendum slap delay á Sun upptøkunum, andaðist í summar, 84 ára gamal.
12 Tónar á Skólavörðustígur 15.
Í 12 Tónar var júst líka hugnaligt, innbjóðandi og spennandi sum eg mintist tað frá seinast. Eins og við Smekkleysa er talan um plátubúð og plátufelag. Her kanst tú hanga út, fáa tær kaffi, lurta eftir tónleiki og browsa gjøgnum úrvalið. Pláturnar eru í kjallaranum. Eg fann eina øgiliga rúgvu, ið eg kundi tikið við til hús um fíggingin var til tað.

Valdi til endans eina burturúr, og tað var einki minni enn 40 Greatest Hits hjá Hank Williams sum snotilig 2xLP. Heilt fantastiska góð savnspláta, ið tekur samanum tað mesta, men ikki alt. Tað er við Hank sum við Kris Kristofferson, ið vitjaði í Føroyum í vikuni: hevur tú seriøsan áhuga fyri sangskriving, so er hann bara grundleggjandi. So kunnu sjangrusnakk og skismair koma í aðru røð. Onkursvegna hekk hetta keypið saman við Elvis plátuni. Onkursvegna.
Reykjavík Record Shop á Klapparstígur 35.
Nýggjasta skotið á plátubúðarstammuni er Reykjavík Record Shop, ið eisini er tann minsti handilin. Lítið høli, men úrvalið er væl kuraterað, so segði hann. Her fann eg eisini eina, ið eg havi havt gott eyga á í eina tíð, nevniliga aðru plátuna hjá navnframu New York synthesizer punk duo'ini Suicide. Hon ber heitið Suicide: Allan Vega and Martin Rev og kom út í 1980. Framleidd av Ric Ocasek úr The Cars.

Útgávan stendur eitt sindur í skugganum av debutini frá 1977, tó at hon á mangan hátt er fult so góð. Í roynd og veru ein knallgóð pláta. Tað er bara tað, at debutin hjá Suicide er eitt somikið svakt statement, at aðrar útgávur blikna til samanberingar. Í seinastuni havi eg so dyrkað tveyaran hjá teimum, og tað hevur hon uppiborið. Nú eisini sum LP.
Komu av tilvild framvið Geiðsladiskabúð Valda, ið hevði eitt lítið og tjokkfult LP høli aftast og KISS mynd á øðrum skeltinum. Keypti onki har, men eitt sympatiskt stað kortini!
Nú segði eg omanfyri, at Scotty Moore, ið leikti á Sun sessions, doyði í summar, og lagnan vildi tað soleiðis, at Allan Vega úr Suicide eisini andaðist í summar, 78 ára gamal. Hann kann eisini setast í samband við Elvis uppá aðrar mátar, tí hansara máti at syngja uppá á fyrstu útgávunum er íblástur av Elvis. Ein Suicide sangur eitur "Ghost Rider", og Allan Vega er eitt sindur sum ein spøkilsis-Elvis. Har gongur ein reyður tráður frá Suicide og aftur til rockabilly Elvis, sum vit hoyra hann á Sun upptøkunum. So aftur her var eitt samband.

Men nokk um tað. Vit vóru jú stødd í Reykjavík í farnu viku. Apropos hvussu tíðin fer avstað við øllum, so eru øll ikki líka glað fyri broytingarnar í Reykjavík. Serliga tað økið ella postnummarið, ið eitur 101, har henda nógvar broytingar. Hús vera rivin niður og hotell og airbnb íbúðir koma ístaðin. Húsa og leiguprísirnir økjast og ferðafólkini vaksa í tali. Sum hetta avmyndaða graffitiið vísir, eru øll ikki líka glað fyri gongdina:
Um kvøldið eftir plátubúðarrundferð fóru vit í biograf í hugnaliga Bio Paradís á Hverfisgata. Ein independent biografur, ið sýnir art house filmar, serstakar sjangrufilmar, heimildarfilmar, eksperimentalfilmar og annað gott. Sóu nokkso apropos (øgilig apropos og hugasambond, ið her vóru) tiltikna íslendska kult filmin 101 Reykjavík eftir Baltasar Kormákur. Ein filmur um tjogghøvdið Hlynur, ið ikki ordiliga fær tilveruna at hanga saman, og ein filmur, ið gongur fyri seg í einum Reykjavík, sum ikki ordiliga er til longur. Filmurin er frá 2000 og bókin er frá 1996. Úti við 20 ár síðani, og tað var ein onnur verð tá.
Hugnaligi Bio Paradís á Hverfisgata.
Nærhendis Bio Paradís liggur filmhandilin við tí ikki sørt hóskandi navninum "2001". Tað liggur væl fyri hjá íslendingum at nørda.
Filmurin hevur forrestin soundtrack eftir Damon Albarn, ið m.a. inniheldur eina herliga instrumentala dub útgávu av 'Lola' hjá The Kinks.  Hvat dub viðvíkur, kundi eg róliga staðfesta at 12 Tónar hevur bæði sløgini!
Úr sýnisglugganum í 12 Tónar. "Vit hava bæði sløgini: reggí OG döbb!"
Hetta við at flyta ensk orð yvir í íslendskt haldi eg er ordiliga stuttligt. Vit hava nakað av tí sama á føroyskum, og kundu gjørt tað nógv meir.
Fóru annars ikki bara í plátubúðir henda dagin, men vitjaðu eisini okkurt listasavn, m.a. Kjarvalsstaðir, ið er partur av Reykjavík Art Museum, Listasavn Reykjavíkar. Savnið er í trimum ymsum bygningum, og Kjarvalsstaðir er ein teirra. Bygningurin eitur eftir listamanninum Jóhannes S. Kjarval (1885-1972). Snotiligur bygningur á snotiligum stað! Her sóu vit eina framsýning við málningum hjá júst Kjarval. M.a. hendan av stóra og eyðkenda fjallinum Esja, ið sæst so væl úr Reykjavík. Ein sangur hjá Gus Gus av plátuni Gus Gus meets T-World ber heitið "Esja".
Fjallið Esja við bránandi ísi soleiðis sum Jóhannes S. Kjarval málaði tað á sinni.
Vit sóu ikki bara fjøll á málningum, tí tann eina dagin fóru vit eina frálíka útferð í góðveðrinum. Leiðin gekk til Þingvellir, Geysir, Gullfoss og Gamla Laugin (Secret Lagoon) í bygdini Flúðir á suðurlandinum. Meira um hetta og annað mangt í 2. parti!

Comments