12/13/17

Jólagreat 13. des.

Marvin Gaye avmyndaður á forsíðuni blaðnum Jet í 1976.
Dagsins jólasangur er eisini ein soul jólasangur, nevniliga 'I Want To Come Home For Christmas'. Lagið tykist fittligt við fyrsta lurt, men teksturin boðar frá álvarsemi. Gaye skrivaði sangin saman við Forest Hairston og innspældi hann í 1972, men sangurin kom ikki út fyrrenn 18 ár seinni. 6 ár eftir at Marvin Gaye var deyður. Sangurin er nevniliga eitt slag av mótmæli móti Vietnam krígnum. Í øllum førum er hann til heiðurs fyri hermonnunum í Vietnam, serliga teimum, ið vóru krígsfangar. Plátufelagið Motown noktaði at geva ein slíkan kontroversiellan jólasang út. Í øllum førum í fyrstu atløgu. "I want to come home for christmas". Greið tala. Seinni var sangurin skýrdur eitt meistaraverk. Við ynski um at allir heimsins hermenn sleppa heim til jóla og med alla!

12/12/17

Jólagreat 12. des.


Fyri tveimum døgum síðani vóru tað 50 ár síðani mæti soul sangarin Otis Redding doyði í flogvanlukku 10. des. 1967. Redding gjørdist bert 26 ár, men hann náddi at seta eitt týðandi frámerki á soul tónleikin. Á vári í 1968 lá 'Sitting On The Dock of The Bay' 4 vikur nr. 1 á Billboard hittlistanum, og um jóltíðir sama árið var hansara útgáva av 'White Christmas' útgivin.

Á síðu B finna vit hansara útgávu av r'n'b jólasanginum 'Merry Christmas Baby', ið Lou Baxter og Johnny Moore skrivaðu í 1947. Fleiri hava tulkað 'Merry Christmas Baby', m.a. Johnny Moore's Three Blazers, Chuck Berry, Booker T & The MG's og Elvis Presley. Steve Cropper framleiddi og munnu hinir í Booker T & The MG's ikki spæla undir? Dámligt.

12/11/17

Jólagreat 11. des.


Dagsins lúka í Jólagreat er við heimsins fyrsta rapp jólasangi, nevniliga 'Christmas Rappin'' hjá amerikanska rapparanum Kurtis Blow.

Í gjár var ein Bob Dylan jólasangur á skrá, og tað stuttliga er at Bob Dylan og Kurtis Blow samstarvaðu einaferð. Í sjálvsævisøguni Chronicles Vol. I skrivar Bob soleiðis:

"Danny [Lanois] asked me who I’d been listening to recently, and I told him Ice-T. He was surprised, but he shouldn’t have been. A few years earlier, Kurtis Blow, a rapper from Brooklyn who had a hit out called “The Breaks,” had asked me to be on one of his records and he familiarized me with that stuff, Ice-T, Public Enemy, N.W.A., Run-D.M.C. These guys definitely weren’t standing around bullshitting. They were beating drums, tearing it up, hurling horses over cliffs. They were all poets and they knew what was going on."

Gamaní eru ymiskar meiningar um hvussu væleydnað samstarvið millum Bob og Kurtis er ('Street Rock' frá 1986), men tað er so eitt samstarv. Tað ber eisini til at síggja Bob sum eitt slag undangongumanni fyri rapp tónleik, og ein sangur sum 'Subterranean Homesick Blues' er av summum skýrdur "fyrsti rapp sangur nakrantíð".

Kurtis Blow var fyrsti rappari at hava kommersiellan undanvind, og hann var eisini fyrstur at gera plátusáttmála við eitt stórt plátufelag (Mercury í 1979). Mercury útgav sum tað fyrsta stakplátuna 'Christmas Rappin'' (1979). Ikki ein yvirdrivið jólaligur sangur, men lagið er fínt og rappið situr sum tað skal. Rapp jól eru eisini jól!

12/10/17

Jólagreat 10. des.


Í dag er 2. sunnudagur í advent, og Bob Dylan fær innivist í Jólagreat við síni tulking av 'O Little Town of Bethlehem'. Her skal ikki leggjast so nógv afturat, annað enn niðanfyristandandi brot úr samrøðu, ið Bill Flanagan gjørdi við Bob, tá jólaplátan kom út á sinni:

BF: You really give a heroic performance of O’ LITTLE TOWN OF BETHLEHEM The way you do it reminds me a little of an Irish rebel song. There’s something almost defiant in the way you sing, “The hopes and fears of all the years are met in thee tonight.” I don’t want to put you on the spot, but you sure deliver that song like a true believer. 
BD: Well, I am a true believer.

12/8/17

Jólagreat 9. des.


Á skránni í dag er ein av mínum jólafavorittum: A Christmas Gift For You From Philles Records, ið navnframi "wall of sound" framleiðarin Phil Spector framleiddi í 1963. Tey, ið hava lisið tveir teir undanfarnu Jólagreat postarnar, hava kunna gitt seg til at Spector jólaplátan var ávegis, tí hann hevur verið nevndur báðar ferðirnar.

Tað er okkurt við stórbæra wall of sound poppinum, ið er mikið sambærligt við jólahugløg. Allarhelst tí at har er so nógv av sletubjøllu/bjølluljóði og tamburin í tónleikinum frammanundan, at har skal ikki tað stóra lopið til fyri at føra tónleikin yvir í tað jólaliga. Sameiningin av stórt orkestreraðum rúmklangsljóðmyndum og einfaldari sangskriving liggur eisini sum fótur í (jóla)hosu til endamálið.

Hvussu enn er og ikki, Phil Spector, mono og "wall of sound" havi eg gjørt eina heila sending um á sinni, so har kanst tú frætta meira. Her og nú verður tað eitt lag av A Christmas Gift For You, og tað er 'Christmas (Baby Please Come Home)', ið var skrivaður til hesa útgávuna. Darlene Love syngur. Við tíðini gjørdist sangurin ein rættiligur jólaklassikari.

Jólagreat 8. des.


Í gjár vóru kalifornisk jól á skrá, og vit vera verandi í Kalifornia við arketýpiska Kalifornia bólkinum The Beach Boys. Teir komu í 1964 við jólaplátuni The Beach Boys' Christmas Album. Tað var í teirri tíðini, tá øll gjørdu jólaplátu. Uttan at blunka. Á plátuni er fimm egin jólaløg og sjey jólaklassikarar. Plátan var tonkt sum eitt aftursvar til A Christmas Gift For You From Philles Records hjá Phil Spector (1963). Spector venda vit aftur til, tað er eyðsæð.

Ein av klassikarunum á The Beach Boys jólaplátuni er teirra útgáva av 'We Three Kings of Orient Are'. Ein jólasongur upprunaliga eftir John Henry Hopkins, Jr., ið skrivaði sangin í 1857. Sangurin snýr seg um teir tríggjar vísmennirnar ella kongarnar, ið komu úr Eysturlondum - "The Orient", so segði hann - at heilsa uppá Jesusbarnið. Teir fylgdu eini stjørnu á himni og høvdu við sær gull, roykilsi og myrru. Tað vita vit. Her í tulking hjá The Beach Boys. Mike Love og Brian Wilson syngja fyri. Strandadreingirnir stóðu sjálvir fyri vokalútsetingunum, meðan Dick Reynolds stóð fyri orkesturútsetingini.

12/7/17

Jólagreat 7. des.


Dagsins lúka í Jólagreat er 'A Holiday Song' hjá kaliforniska bólkinum Starflyer 59. Handan bólkin stendur sangskrivarin, tónleikarin og sangarin Jason Martin, ið øll árini hevur verið drívmegin og einasti afturvendandi limur. Afturat sær hevur hann havt eina skiftandi røð av tónleikarum.

Jason Martin er ein sera gávaður sangskrivari við góðum oyra fyri melodiøsiteti og spennandi ljóðmyndum. Fyrstu seks útgávurnar hjá bólkinum eru sannar perlur, og onkur teirra kann gott kallast meistaraverk. Tríggjar tær fyrstu eru shoegaze klassikarar og tríggjar tær næstu eru indiepopp/alternativt klassikarar.

'A Holiday Song' kann skiljast bæði jólaliga og gerandisliga. Hetta endurspeglast m.a. í teirri sannroynd, at sangurin er við á Tooth & Nail/BEC Records jólasavnsfløguni Happy Christmas frá 1998. Men hann er eisini við á SF59 plátuni The Fashion Focus frá sama ári, har hann eitur 'The Holiday Song (Happy Holiday)'. Hetta er ein av teimum bestu plátunum hjá bólkinum. Veruliga framúrskarandi.

Teksturin er ikki so yvirdrivið jólaligur, men upptøkan byrjar við bjølluljóði, ið koyrir í bakgrundini í sanginum. Tað er nokkso jólaligt, men tað er eisini ein tilsiping til Phil Spector og "wall of sound" og til Brian Wilson og Beach Boys (SF59 plátan Leave Here A Stranger var miksað í mono sum ein heilsan til Pet Sounds, ið sum kunnugt er mýtologiska Kalifornia fest á plátu). Jól kunnu eisini vera so mangt.

You don't have to go
spend the holidays

12/6/17

Jólagreat 6. des.


Tað munnu vera tey fægstu, ið seta skotska dream pop bólkin Cocteau Twins í samband við jólatónleik. Í 80'unum og 90'unum eyðmerktu tey seg við eini røð av virdum plátuútgávum sum Head over Heels (1983), Treasure (1984), Blue Bell Knoll (1987) og Heaven or Las Vegas (1990).
Útgivnar á somuleiðis virda og etstetiskt gjøgnumførda indie plátufelagnum 4AD.

Tess meira stuttligt er tað, at Cocteau Twins í 1993 lótu jólastakplátuna Snow úr hondum. Á henni eru tvinnir jólaklassikarar, nevniliga 'Winter Wonderland' og 'Frosty The Snowman'. Onkursvegna ganga hugløgini upp í eina hægri eind - tað dreymakenda er eitt sindur kavakent kanska - og Cocteau Twins skulu sjálvandi hava eina lúku í Jólagreat!


12/5/17

Jólagreat 5. des.


Í 1968 gjørdist útgavan Switched-on Bach, har Wendy Carlos tulkar Bach kompositiónir við Moog synthesizara, ein óvæntaður bestseljari. Tað er áhugavert, at Moog synthesizarin brádliga gjørdist eitt slíkt meginstreyms ljóðføri, tí bert fá ár frammanundan vóru synthesizarar og elektroniskir klangir at kalla ókendir innan populertónleik. Áður hoyrdist slíkt einamest innan avantgarde og eksperimentaltónleik, hóast okkurt hissini undantak var.

Nú var ein marknaður fyri synthesizer tónleiki, og fleiri royndu at gera Carlos kynstrið eftir. Carlos kom við uppfylgjaranum The Well-Tempered Synthesizer, og onnur komu við plátum sum Switched On Bacharach, Switched-on RockSwitched-On Country, Switched-On Santa, Switched-On Gershwin, Moog Power og Music to Moog By. Toymið handan útgávuna Switched-on Rock taldi teir tríggjar Norman Dolph (framleiðari), Alan Foust (arrangør) og Kenny Ascher (Moog synthesizara). Teir nevndu seg The Moog Machine, og umframt Switched-on Rock framleiddu teir eisini eina Moog jólaplátu, nevnd Christmas Becomes Electric (1969).

Útgávan er einamest eitt stuttligt kuriosum, tí hon sameinir Moog synthesizertónleik og jólatónleik. Tó so, tað er rættiliga ymiskt hvussu tílíkar "novelty" plátur eydnast, og her má sigast at Christmas Becomes Electric telist millum tær frægu. Vert er at hava í huga, at Moog synthesizarin var monofonur, tvs. hann spældi bert eina stemmu í senn. Tað hevur tí tikið sera langa tíð at innspæla og leggja alt til rættis. Kitsjuta permumyndin er heldur ikki at kimsa at: ein røð av einglum savnast rundanum ein Moog synthesizer. Hvat tá? Moog jól eru eisini jól. Tvinni løg eru viðfest niðanfyri.

Sí meira um Wendy Carlos her
Sí meira um The Tornados og Joe Meek her.



12/4/17

Jólagreat 4. des.


Fyrradagin áttu Stax og Booker T & The MG's innivist í tónleikaliga jólakalendaranum, og í dag eiga Motown og The Funk Brothers tørn.

Meðan Stax umboðaði rátt og spartanskt suðurstatssoul, umboðaði Motown norðuri í Detroit soul við meira "sofistikeraðum" útsetingum og orkestreringum. Hetta hevur í hvussu so er verið generella fatanin. Ein ítøkilig og generaliserandi útlegging av hesum kundi verið: "Stax = blásarar og Motown = strúkarar".

Har Stax m.a. hevði Booker T & The MG's sum húsorkestur, hevði Motown eitt kollektiv av tónleikarum, ið gingu undir heitinum The Funk Brothers. Avgerðandi munurin var, at Booker T & The MG's vóru eitt navn í sjálvum sær, meðan tónleikararnir í The Funk Brothers vóru anonymir heilt frá byrjanini í 1959 og inntil fyrst í 70'unum. Tað var ikki fyrrenn í 1971, at Motown fór undir at kreditera tónleikarar á plátuhúsum. Fyrsta plátan við tónleikaracredits var What's Going On hjá Marvin Gaye.

Eitt jólalag, ið seinni er krediterað til sjálvar The Funk Brothers, er niðanfyristandandi instrumentala tulkingin av 'Winter Wonderland'. Lagið finst nú á døgum á ymsum Motown jólasavnsplátum, eitt nú A Classic Motown Christmas frá 2014. Motown so líkt er tað upprunaliga útgivið undir meira dulnevndum umstøðum. Í øllum førum tykist tað ógjørligt at finna útav hvør spælir á tí, og útgávuárið er somuleiðis ivasamt. Sumt bendir á 1965, men helst er tað nýggjari. Sí annars meira um søguna hjá The Funk Brothers í heimildarfilminum Standing In The Shadows of Motown frá 2002.

Hvussu enn er og ikki; The Funk Brothers við 'Winter Wonderland'. Hóast vit lítið og einki vita um søguna handan lagið, er ljódligi samleikin eyðsýndur. Hetta er Motown jól!

12/3/17

Jólagreat 3. des.


Í dag er 1. sunnudagur í advent, og dagsins sangur er við mæta sangtónaskaldinum og multi-instrumentalistinum Sufjan Stevens. Stevens hevur sjáldsom evni at nerta hjartastreingir. Pláturnar við egnum løgum eru ofta bergtakandi góðar. Sum eg segði í mínum skoðsmáli av Carrie & Lowell í Ársins Plátur 2015:

"Kanska ársins mest lívsjáttandi pláta, og hon er fødd úr sorg og deyða. Ótrúligt. Sufjan er ein knassi, og tá hann setur øll segl til, er ikki at standa fyri. Eldru pláturnar hava onkuntíð verið nokkso konseptuellar, og alt gott um tað. Hendan er tó djúpt persónlig og rakar teg so lúkst í "the feels", so segði hann. Væl avmáld javnvág millum akkustiskt fingraspæl og sigandi synthesizerleik. Gekk nógvar túrar í vár við hesi útgávuni í oyrabúffunum. Her er ikki nakar veikur liður í ketuni."

Umframt at gera sterkar útgávur við ikki-høgtíðartengdum tónleiki, hevur Stevens eisini sett sítt týðandi klípi í tann jólatónleikaliga varðan. Í 2006 kom bokssettið Songs for Christmas, ið tók samanum fimm jóla EP'ir, ið hann lat úr hondum tey fimm undanfarnu árini. Og í 2012 kom Silver & Gold bokssettið, ið somuleiðis tók samanum jóla EP'ir frá undanfarnu árunum.

Á hesum útgávunum megnar Sufjan at sameina hitt siðbundna og hitt nýhugsandi, og tað verður framt við integriteti og dýpd. Hetta er jólatónleikur sum á grundleggjandi hátt kennist feskur uttan at veitra farvæl til siðvenjuna. Eg havi her valt hin avbera vakra sálmin 'Come Thou Fount of Every Blessing', upprunaliga eftir prestin og sálmaskaldið Robert Robertson, ið festi orðini á blað í 1757.

Eg veit ikki um hetta er ein jólasálmur burturav, men í hondum Sufjans verður hann tað. Eg veit heldur ikki um nógvar aðrar sálmar, har sipað verður til "Ebenezer" í tekstinum:

Here I raise my Ebenezer
Hither by thy help I come

Í Føroyum er Ebenezer ein samkoma í miðbýnum í Havn. Um sjálvt orðið "Ebenezer" er at siga, at tað kemur fyri tvinnar ferðir í 1. Samuelsbók í Gamla Testamenti. 'Come Thou Fount of Every Blessing' sipar til hendingina í 7. kapitli vers 12: Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: "Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!" Eben-Ezer merkir "hjálparsteinur" á hebraiskum. Also ein steinur, ið verður reistur, tá komið er hálva leið, ella har á leið.

Stikk den.

12/2/17

Jólagreat 2. des.

Dagsins tónlistaliga jólakalendaralúka er við Booker T & The MG's!

Booker T & The MG's er kulasti soul backing bólkur í verðini. Orgul og klaverleikarin Booker T. Jones legði navn til. Afturat sær hevði hann Steve Cropper á gittar, Donald "Duck" Dunn á gittar og Al Jackson Jr. á trummur. Ein kvartett í serflokki. Eitt skifti vóru teir húsorkestur á navnframa soulplátufelagnum Stax Records, og teir innspældu eisini plátur í egnum navni. Teirra sound gjørdist grundarsteinur í "southern soul" og "Memphis soul".

Í 1966 kom Booker T & The MG's jólaplátan In The Christmas Spirit á Stax Records. Eg havi tokka til hesa útgávuna, tí hon ljóðar 110% av Booker T & The MGs - rátt og spartanskt suðurstatssoul uttan dikkedar - og 100% sum ein jólapláta. Hissini jingle bells eru komnar uppí, men annars hugna menn sær við at jamma groovy jólaløg. Við teirri eyðkendu Booker T & The MG's instrumenteringini. Herligt!

Annars ein nokkso jólalig anekdota: í samband við henda partin av Jólagreat fór eg í plátuhyllina eftir míni In The Christmas Spirit LP, og brádliga stóð debutplátan Green Onions (1962, í endurútgávu frá 1966) við síðunar av. Tað burdi als ikki verið nakað forgjørt í hesum, tí eg keypti hana jú í Hamburg í 2013. Men í 2014 fluttu vit heim til Føroya, og tá eg í februar 2016 byrjaði at pakka plátusavnið út og seta tað upp undir nýggjari lon, var Green Onions horvin.

Eg leitaði og leitaði og var farin at halda at LP'in var burturmist for good. Tvs. inntil í gjár, tá hon brádliga stóð har við síðunar av In The Christmas Spirit. Kanska er hon bara smokkað burturímillum. Ella kanska hevur ein jólavættur verið uppá spæl? Eg havi einki ímóti teirri seinnu frágreiðingini. LP'ina av In The Christmas Spirit fann eg annars í eini plátubúð í París í 2015. Hon hevur fylgt okkum trúliga síðani!

12/1/17

Jólagreat 1. des.

Tað er við jólatónleiki sum við øðrum tónleiki: sumt er gott, sumt stinkar. Komandi 24 dagarnar fari eg at posta jólatónleik, ið fellir í fyrru flokkingina. Ein tónleikajólakalendara sum er relativt stinkfríur. Havi givið honum heitið "Jólagreat", tí sjálvandi.

Vit byrja í tí deprimeraða lagnum. Deprimerandi jólasangir eru ofta best, haldi eg. Low eru ein trio úr Duluth í Minnesota. Tey gera dempaðan, seinan, introvertan, minimalistiskan tónleik, ið hevur tað við at nerta tína sál og lyfta teg upp uttan at tú varnast. Eg var einaferð á konsert hjá Low í einari gamlari kirkju (Union Chapel) í London. Tað var ein fantastiska deprimerandi og upplyftandi konsert. Júst um hesa tíðina, á vetri í 2001. 16 ár síðani.

Low góvu eina frálíka jóla EP út í 1999, men tað er ikki hana eg posti her. Heldur er tað eitt nýggjari lag, ið tey góvu út fyri akkurát einum ári síðani, 1. des. 2016. Tað eitur 'Some hearts (at Christmas Time)', og tað sigur tað sum sigast skal:

Some hearts find peace
A sort of release
Not found beneath
A Christmas tree

Some hearts are lost
They're tempest tossed
Born on their knees
They lost what they need

Some hearts will break at Christmastime
Some hearts are made too whole, too fine

Some hearts will break at Christmastime
Our hearts are made too whole, too fine

10/9/17

Blade Runner, Dune og kynstrið at gera filmstónleik

LPin til Dune hjá Toto í franskari útgávu.
Eg havi leingi havt serligan alsk til filmstónleik - hetta tey eisini rópa soundtracks - og er talan um sci-fi, ja so minkar alskurin ikki. Heldur tvørturímóti.

Í kvøld gongur leiðin í Havnar Bio at hyggja eftir Blade Runner 2049, og tað er nakað eg havi eitt sindur blandaðar kenslur um. Soundtrackið hjá Vangelis til upprunaliga Blade Runner er eitt av mínum yndis yvirhøvur, og tá eg frætti at frálíka íslendska tónaskaldið Jóhann Jóhannsson skuldi gera tónleik til Blade Runner 2049 tóktist tað sum eitt mestsum fullkomið match. Herfyri komu so tíðindini um, at Jóhannsson var koyrdur úr verkætlanini, og í hansara stað komu Hans Zimmer og Benjamin Wallfisch.

Uttan iva dugnaligir fakpersónar, men eg velji til eina og hvørja tíð treytaleysu listaligu visiónina hjá Jóhannsson framum Hollywood meturvøruna hjá Zimmer, ið ofta er alt ov bombastisk. Eitt av eyðkennunum hjá Zimmer í filmsídnaðinum er hansara latingarføri. Hann setur seg ikki upp ímóti valdsbygnaðinum, men loysir bara uppgávuna. Hetta er sjálvandi feitt hjá ídnaðinum, men listaliga er tað ikki altíð so tryggjandi.

Tó so: Zimmer dugir sanniliga eisini síni ting og kann gera stórbæra ljóðlist, tá hann veruliga setur sær tað fyri (sí eitt nú Dunkirk hjá Zimmer/Wallfisch sum eitt aktuelt dømi). Higartil tykjast ummæli av Blade Runner 2049 eisini at vera avbera góð, fyri ikki at siga ekstatisk í støðum, og alt hetta boðar sjálvandi frá góðum. Beri tó ótta fyri hvussu soundtrackið fer at roynast, havandi øll hesi áðurnevndu viðurskifti í huga. Vit fáa at síggja hvussu leikur ferst. Meir um hetta seinni.

Men hvar hoyra Toto heima í hesi søguni? Jú, hetta koma vit straks til, men fyrst eitt sindur av bakgrund:

Tað var ein tíð fyrst í 00'unum, tá Toto høvdu ringt orð á sær millum summar tónleikarar. Eftir fyrru Føroyavitjanina anno 1996 gjørdust Toto onkursvegna ímyndin av yvireksponeraðum útvarpstónleiki. Fatanin var, at útvarpið spældi bert Toto og danskan 80'ara popp. Vit búðu niðri, tá Toto vitjaðu í høllini á Hálsi í 1996, so tað ferðina fekk eg einki við.

Hóast nakað var um yvireksponeringina av Toto í heimligum varpi, helt eg við tíðini at neiliga umdømi var órættvíst. Tók teir tí upp til revisión, og onkrar Toto plátur komu til høldar á vinyl-veiðu: Toto IV (1982), The Seventh One (1988) og savnsplátan Past To Present 1977-1990 (1990). Hetta munnu vera tær kendastu og helst eisini bestu Toto útgávurnar.

Toto er, satt at siga, fínasta slag. West coast/L.A. studiotónleikara popprokkur við fusiónstevi. Tónleikarar í bólkinum hava eisini spælt, skrivað og framleitt á nógvum tiltiknum løgum og útgávum hjá øðrum. Herfyri andaðist Walter Becker, gittarleikari í legendarisku Steely Dan. Steely Dan funnu seg eisini til rættis í Los Angeles og eru eitt navn, ið eg eri farin at dyrka alsamt meir seinnu árini. Toto mennirnir David Paich og Jeff Porcaro spældu á Steely Dan plátunum Pretzel Logic (1974) og Katy Lied (1975). Paich á tí fyrru, Porcaro á báðum. Sig so ikki tað.
A post shared by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on
Í august mánaði var stundin komin til aðru Toto vitjanina í Føroyum. Konsertin á Summarfestivalinum var fín. Vit hugnaðu okkum óført, hóast momentumið hvarv eina løtu mitt í konsertini. Interaktiónin var ikki ovurhonds millum bólk og áhoyrarar, og so vóru fólk heldur ikki serliga responsiv uppá tað sum gekk fyri seg á pallinum. Tey flestu stóðu still og lurtaðu, og longri afturi prátaðu tey.

Men sum sagt: konsertin hevði eina góða byrjan og endin var eisini góður (miðskeiðis í konsertini áttu teir at latið 'Red House' hjá Jimi fingið frið, men lat tað fara). Og at fara beinleiðis frá Kára P. til Toto gjørdi meg forrestin varugan við, at tú kanst syngja versið í 'Afturhvarv' til intro'ina í 'Pamela'. Men hetta vóru nú ikki reiðiliga míni ørindi við hesum blogginum...
Dune á kassettubandi!
Tað sum vildi við hesum, var at varpa ljós á eina av minni kendu útgávunum hjá Toto, nevniliga teirra frálíka soundtrack til filmin Dune (1984), ið David Lynch leikstjórnaði og Dino De Laurentiis framleiddi. Ikki sørt ambitiøsi filmurin byggir á meistarliga heimin hjá Frank Herbert, ið byrjaði við skaldsøguni Dune frá 1965. Fleiri royndir vóru gjørdar at filmatisera, og m.a. lógu Arthur P. Jacobs, Alejandro Jodorowski og Ridley Scott framvið (ein hugtakandi lýsing av øru skapanartilgongdini sæst í heimildarfilminum Jodorowsky's Dune frá 2013). Tað var ikki fyrrenn Laurentiis setti Lynch í starv sum leikstjóra, at glið kom á framleiðsluna í 1981.

Filmurin er á ongan hátt fullkomin og hevur síni lýti. Kortini er okkurt gandakent yvir honum, og filmstónleikurin spælir sín avgerðandi leiklut í hesum. Tað er sum um at episku og grandiøsu tendensirnir hjá Toto sleppa ordiliga til sín rætt, tí her nýtast teir ikki at hugsa um hits og popp tekki.
Ístaðin kunnu teir bara mála stórsligin fusións og progg íblást ljóðlandsløg, júst soleiðis sum teimum lystir.

Onkrar semi-avantgardistiskar og industrial kendar løtur eru eisini at finna millum rillurnar, meðan aðrar eru meira eyðkent Toto melodiøsar. At sjálvur Brian Eno so eisini veitir eina av sínum sublimu skeringum við ovurvakra 'Prophecy Theme',  ger bert savnaðu myndina uppaftur betri. So hóast henda útgávan er millum tær ókendaru, er hon helst mín yndispláta hjá Toto. Teirra fyrsta og higartil eisini einasta soundtrack. Skrivað til ein ófullkomnan og kortini dyrkingarverdan (kult)film við eini truplari søgu. Allmusic.com skrivar um soundtrackið:

"Dune was never going to be an easy film to score. Dense, overreaching, and confusing, David Lynch's interpretation of the canon of Frank Herbert surely didn't leave many stylistic decisions strolling in through the front door. Yet despite the soft rock pabulum of its past, Toto constructed a luxuriant and peculiar soundtrack that injects Dune with a barren majesty the film often failed to create on its own. The Vienna Symphony Orchestra lends these peculiar compositions a much-needed precision. Brian Eno helps out with the haunting synth hymns of "Prophecy Theme." Remarkably, Dune is perhaps the only Lynch film where one could not wish the discovery of Angelo Badalamenti to have come sooner. Equally prescient horror and throwback to Hollywood epics of old -- there is nothing else to imagine but the organic, spiritual futurism of the film itself."

Tað er pápi keyboardleikaran David Paich, Marty Paich, ið stjórnar Vienna Symphony Orchestra og Vienna Volksoper Choir, ið spæla og syngja á plátuni. Marty Paich hevði sín uppruna sum klaverleikari í west coast jassi og gjørdist við tíðini ein virkin tónasmiður, framleiðari og arrangør.

Dune er ikki einasta tilknýti, ið Toto hava til filmstónleikaheimin, tí seinni í 80'unum gjørdist Joseph Williams sangari í bólkinum, og hann er sonur mæta filmstónaskaldið John Williams, ið hevur veitt tónleik til Star Wars røðina, Jaws, Close Encounters of The Third Kind, Superman, E.T. - The Extraterrestrial, Indiana Jones røðina v.fl.

Eg kom upprunaliga fram á Dune LP'ina á loppumarknaðinum Puces de Vanves í sunnara París. Á somu vinyl-veiðu fann eg heili tríggjar aðrar klassiskar sci-fi soundtrack LP'ir: 2001: A Space Odyssey (Richard Strauss, Györgi Ligeti v.fl.), A Clockwork Orange (Wendy Carlos) og Tron (Wendy Carlos v.fl.). Lagið var ikki sørt gott eftir henda ótilætlað suverena tematiska samanhang.
Tað er ikki frítt, at ein hevur hug at draga parallellir millum júst Dune og Blade Runner. Báðir filmar eru sci-fi úr 80-árunum, og báðir filmar høvdu eina trupla skapanarsøgu. Tað trupla og ófullkomna gevur báðum filmunum ein serstakan dám. Hjá Dune var tað mest undan útgávuni at trupulleikarnir tóku seg upp, meðan tað hjá Blade Runner var líka so nógv aftaná at filmurin var útkomin, at alskyns forðingar komu fyri.

Tað finnast eini sjey ymsar útgávur av Blade Runner, har serliga "theatrical release" frá 1982, "The Director's Cut" frá 1992 og "The Final Cut" frá 2007 eru avgerðandi. Allur bati bøtir og "Director's Cut" bøtti sera nógv um avmarkaða "theatrical release", meðan "The Final Cut" frá 2007 veitti eitt nøkunlunda endaligt rættvísi til filmin, heili 25 ár aftaná uppruna útgávuna. Hetta var fyrstu ferð at Ridley Scott hevði totalt listaligt tamarhald á tilgongdini. Tað var ein frægd at ogna sær hesa útgávuna á DVD, eftir í fleiri ár at hava slitist við eitt VHS band frá 90'unum.

Soundtrackið til Blade Runner hevur eisini havt eina rokaliga skapanarsøgu, men her ber kortini til at siga at Warner Music útgávan frá 1994 virkar eftir ætlan. 12 skeringar eru á, og tær kunnu sigast at vera umboðandi fyri heildina í soundtrackinum. Fekk hesa útgávuna á reyðum vinyl í føðingardagsgávu fyri nøkrum árum síðani, og tað var ikki hissini. Ein góð lýsing av ljóðinum í Blade Runner finst annars her.

Hvussu Blade Runner 2049 roynist fáa vit at síggja í kvøld. Her og nú er tað Dune, ið ljómar sum ein parallell verð á heimliga anlegginum. Retro inn í futurismuna, so segði hann.
A post shared by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

9/19/17

Björk: The Gate

Niðanfyri havi eg viðfest hugtakandi sjónbandalagið til 'The Gate' - fyrsta staklag av teirri komandi Björk plátuni Utopia. Sjónbandalagið er eftir Andrew Thomas Huang, klædnasniðgevingin er eftir Alessandro Michele frá Gucci. Utopia er sum skilst Björk'sa kærleikshugaða aftursvar til hina framúrskarandi hjartasorgsplátuna Vulnicura frá 2015 (hjartasorgsplátur, "break-up albums", er ein heilur táttur fyri seg í populertónleiki).

Í tónleikinum hjá Björk gerast mørkini millum sjangrur, eitt nú klassiskt og populertónleik, ikki sørt ósjónlig, fyri ikki at siga óviðkomandi. Alex Ross, tónleikakritikari á New Yorker, hevði grein um tónleikin hjá Björk í The Guardian í 2015. Her siterar hann eitt perspektiv hjá John Cage, sála, frá 1992: 

“We live in a time I think not of mainstream, but of many streams, or even, if you insist, upon a river of time, that we have come to delta, maybe even beyond delta to an ocean which is going back to the skies.” 

Ross leggur afturat, at í krossandi tónlistaligu tvøráunum hjá Björk hóma vit glottar av hesum delta, ið Cage tosaði um á ellisárum. Eg eri púra samdur. 'The Gate' fevnir líka nógv um modernaðan klassiskan tónleik sum um populertónleik, elektroniskt, klubbtónleik v.m. Tónleikurin hevur ein elegantan og smidligan lættleika og ræðist ikki at brúka tøgnina sum amboð. Drøg, ið vit kenna aftur úr modernaðum klassiskum tónleiki. Samstundis er lagið medvitið um tað nýggjasta nýggja innan elektroniskan tónleik og Björk og venesuelski Arca (Alejandro Ghersi) hava co-framleitt (her skal tó á ongan hátt setast spurningur við upphav/authorship hjá Björk).
Í fjør vóru vit (Konni Kass v. bólki) á konsert hjá Björk í Hørpu. Tað var ein bergtakandi og innilig konsert. Tilfar frá áðurnevndu Vulnicura var miðsavnandi, og Björk sang við einum strúkaraorkestri afturat sær. Uttan beats, so segði hon. At framføra bert við strúkarum eydnaðist til fulnar, nettupp tí at Björk spælir sær so ómakaleyst við sjangruhugtøkunum.
Klár til Björk í Harpa á Airwaves 2016.
Tjekka annars hesa sjarmerandi og áhugaverdu samrøðuna millum Björk og estlendska tónaskaldið Arvo Pärt:

7/6/17

G! 2017

G! Festival. Mynd: Ólavur Frederiksen.
Í fjør gjørdi eg ein playlista við G! tónleiki, og í ár havi eg fingið onkra áheitan um at gera ein playlista fyri 2017. Tað tími eg væl, so her er ein G! 2017 playlisti (eisini embeddaður niðast) og nakrar reglur til hvørt navn/lag. Tað er ein sonn frægd at sleppa at lurta og seta saman tónleik úr eini so tónlistaliga sannførandi skrá. So er tað sagt!

Bombino: "Timtar (Memories)"
Í fjør spældu Songhoy Blues eina fenomenalt góða G! konsert. Teir eru úr Mali í Vesturafrika, og í ár hevur G! bókað eitt annað navn úr somu región. Gittarleikarin og sangarin Bombino kemur nevniliga úr grannalandinum Niger. Fleiri munnu kenna bólkin Tinariwen, ið eru av Tuareg fólkinum í Niger. Bombino er av sama fólki og spælir eisini lívgandi oyðimarkar blues. Fantastiska kul.

Bilderbuch: 'Baba'
Týsktmæltur skrappur rokkur við elektroniskum broddi. Úr Eysturríki! Nýggjasta útgávan Magic Life (2017) er væl frágingin við stuttligum og eginsomum tónlistaligum samansetingum. Higartil eru stakløgini 'Bungalow' 'Baba', 'Sweetlove' og 'Erzähl Deinen Mädels Ich Bin Wieder In Der Stadt' útkomin. Størsta hittið er 'Bungalow', men her á playlistanum er 'Baba' sloppin uppí part. Frálíkt lag.

Fil Bo Riva: 'Francis'
Fil Bo Riva tók síni fyrstu fet sum gøtutónleikari. Uppvaksin í Romm og búði á ungum árum í Dublin. Melodiskt og orkumikið og um dagarnar ferðast hann um alt Evropa og spælir konsertir. Næsta vikuskiftið í Gøtu.

Reykjavíkurdætur: 'Hæpið'
Íslendsku nøvnini á G! hava altíð verið nakað fyri seg. Reykjavíkurdætur er eitt feministiskt rapp kollektiv. Hipp hopp hevur traditionelt verið ein mannfólkadominera sjangra, og tí er tað feitt við einum mótspæli. Áherðslan á kollektivið - limirnir eru millum 15 og 20 í tali - stendur í greiðari andsøgn við tað egosentriska og sjálvhevjandi, ið ofta eyðkennir hipp hopp. Feitt rapp, skrappir instrumentals og gott umdømdi sum livebólkur.

Mynd: Kristfríð Tyril/MOMO.

MØ: 'Kamikaze'
Karen Marie Aagaard Ørsted við artistnavninum MØ breyt í gjøgnum altjóða á Major Lazer/DJ Snake lagnum 'Lean On' frá 2015. Síðani eru fýra stakløg komin í egnum navni, ið øll vera á aðru plátuni hjá henni. 'Final Song' er helst størsta solohittið higartil, men her havi eg valt hin super fangandi 'Kamikaze'. Á konsertum offrar MØ seg eisini sum ein annar kamikazepilotur (!), og hesum fingu vit sjón fyri søgn fyri á ársins Northside festivali.

Orka feat. LV: 'Dimmalætting (extended mix)'
Vað er fyrsta techno plátan frá einum føroyskum artisti. Hon er instrumental, minimalistisk og prosess orienterað. Her verður skorið inn á bein og brotið upp úr nýggjum. Djarvt, treytaleyst og djúpt hugfangandi. Havi frætt at konsertin á G! verður nakað heilt serstakt. Tað eru tey bæði Jens L. Thomsen og Francine Perry/La Leif, ið manna Orka live.

Son of Fortune: 'Gróðarbotnur'
Góður og inniligur rokkur frá Son of Fortune a.k.a. Benjamin Petersen, Mikael Blak og Jan Rúni Poulsen. Plátan inniheldur fleiri góð riffrokkløg, men akkurát hetta lagið leggur á annan bógv. Niðurlagið hevur stadion potentiali, og kortini er einki bombastiskt og uppgjørt við hesum. Stadion rokkur í stovuhædd!

Sleeveface mynd frá 2014 við framúrskarandi savnsplátuni Songs of Kristofferson.

Kris Kristofferson: 'Help Me Make It Through The Night'
Kris Kristofferson er einki minni enn ein legenda. Seinast eg var á konsert hjá honum var í Høllini á Hálsi fyri 10 árum síðani. Tá var hann einsamallur á palli við gittara og sterkum sangum. Soleiðis verður eisini á Gøtusandi, har lagt er í ovnin til eina dýrabæra løtu. Um ein hevur seriøsan áhuga fyri amerikanskari sangskriving, so er Kris obligatoriskur. Hann telist uppí eitt úrvalslið saman við eitt nú Hank Williams og Bob Dylan.

Monophonics: 'Lying Eyes'
Gjøgnumført psykedeliskt soul úr San Francisco, Kalifornia. Ljóðið er heitt, rátt og organiskt og søguligir tættir úr Motown, Stax o.a. spríkja fram úr rillunum. Og so bera teir orð fyri at vera ein framúr live bólkur.

Suspekt: 'Står Stadig'
Eitt stuttligt er, at Suspekt hava samplað Monophonics lagið 'Promises' á 'Står Stadig', og nú spæla bæði nøvnini á sama festivali. Hetta er eisini eitt gamalt trikk í hipp hopp bókini at sampla úr soul, funk og disco tónleiki. Suspekt fara óivað at gera ein ordans malør á Gøtusandi.

200: 'Sangurin um integritet og at selja sína sál'
Tað soul kenda heldur áfram í punk hami á playlistanum, tí 200 hava meir enn einaferð roynt seg við soul. Hetta kom av álvara undan kavi á Vendetta (2012) og aftur á Reytt Pass (2016), og tað klæðir teimum. Hesin sangurin er mikið kølin og soulsystrakór frá "The Stina Singers" leggur dám á. Sum eg segði við árslok: "Reytt Pass er ein fresandi tvørskurur gjøgnum føroyska dupultsamleikan."

Mynd: Beinta á Torkilsheyggi.

Iron Lungs: 'Andromedan'
Math-art-core av Skálafjørðinum! Iron Lungs eru eitt av originalastu føroysku málmsnøvnunum og live eru í teir í serflokki. Okkurt avantgardistiskt og egið er yvir tónleikinum. Enn er bert eittans staklag útkomið, og tað skal sjálvandi við her.


Elinborg: 'Stormar'
Elinborg úr Gøtu hevur eina serstaka nervu, og hetta lagið fer undir húðina hjá mær. Higartil eru tvær EP'ir komnar frá Elinborg, og fyrr í ár komu tær út saman á LP'ini Landið Sum Ongin Sær/Spor á plátufelagnum Tutl. Tað er góður stílur! Manningin frá EP'unum verður sum skilst við á G! konsertini.

Teitur: 'Sleeping With The Lights On'
Teitur framførir Poetry & Airplanes í fullari longd. Tann plátan var ein eygnaopnari fyri mong okkara. Hon var tann fyrsta av sínum slag í føroyskum høpi, og hon setti gongd á spennandi og inspirerandi yrkisleiðina hjá Teiti. Eisini hevur hon verið kelda til íblástur hjá mongum. Feitt høvi at kunna hoyra hesa útgávuna í fullari longd við fullmannaðum bólki. Byrjanarlagið 'Sleeping With The Lights On' hevur altíð verið ein persónligur favorittur.

Benjamin Rajani: 'Naked Man'
Frá einum altjóða viðurkendum sangskrivara til ein spildurnýggjan. Benjamin Rajani er nýggjasta skotið á føroysku sangskrivarastammuni. Tónlistaliga eru tilsipingar til eitt nú Sufjan Stevens og americana av ymsum slag. Evnini at smíða løg eru greið, alt er væl úr hondum greitt og hjartað er á røttum stað.

Mynd: Kristfríð Tyril/MOMO.

Desert Mountain Tribe: 'Take a Ride'
Psych-rokkur í slekt við Black Angels, Black Rebel Motorcycle Club, Spacemen 3, The Who, Velvet Underground o.a. Eisini er ein farri av hypnotiskt repetitivum krautrokki yvir tí. Sangarin og gittarleikarin í bólkinum er breti, meðan rútmusektiónin er týsk. Tað gevur perfekta meining. Plátan Either That Or The Moon gyppar dintil, og alt bendir á eina potentielt bergtakandi liveuppliving.


Asyllex: 'Sodom'
Mær hevur dámt henda bólkin síðani eg hoyrdi teir fyrstu ferð á Wacken Metal Battle í 2013, og í ár vunnu teir loksins. Nú eisini við nýggjari fløgu í skjáttuni. Suðuroyarthrash sum tað eigur at vera.

Hans Andrias: 'With You I'll Be Alright'
Hans Andrias vakti ans fyrstu ferð eg hoyrdi hann. Tað var við lagnum 'Hell Hounds', har hann hevði allierað seg við Bunkaramennirnar Benjamin Petersen, Mikael Blak og co. Hann hevur eitt serstakt viðbrekni, ið hann dugir at samskifta við síni rødd, og hann dugir eisini at skriva vakrar sangir. 'With You I'll Be Alright' er eitt gott dømi um tað.

Danny & The Veetos: 'Stúr Ei Meir'
Dámligir fýrar, ið skriva dámligar sangir. Hans Andrias og Danny & The Veetos umboða eitt nýtt rák ella kapitul innan tónleik úr Klaksvíkini. Bæði nøvnini hava fangað ein ávísan folk tíðaranda og megna at umseta hann til viðkomandi tónar. Herfyri var eg í Mentanarkaféini í ÚF og gjørdi eina greining av av tónleiki úr Klaksvík. Har vera hesi nøvnini sett í eitt størri søguligt høpi, og tí loyvi eg mær at umrøða tey saman her.

Baskery: 'Cheerless Leaders'
Tríggjar svenskar systrar, ið fluttu til L.A. at jagstra dreymin. Greta, Stella og Sunniva Bondesson spæla americana við grunge broddi. Sjálvar lýsa tær stílin sum "killbilly", "mud-country" og "banjo punk". Eitt er vist: evnini fornokta seg ikki og Baskery hava túrað víða hvar báðumegin Atlantshav. Tað skuldi boðað frá góðum.

Konni Kass: 'Time'
Eg spæli við her og eri tí inhabilur at siga nakað sum helst. Restina mást tú tí sjálv/ur meta um, góði lurtari/lesari.

Alphaville: 'Forever Young'
Alphaville á Gøtusandi! Plátan Forever Young (1984) er ein varði í 80'ara synth poppi/new wave og var við til at byggja brýr millum elektroniskan tónleik og meginstreymspopp. Haðani stava hittini 'Sounds Like A Melody', 'Big in Japan' og ógloymandi heitislagið 'Forever Young'. Ein ultimativ 80'ara ballada, ið m.a. var nýtt sum soundtrack til "prom dance" senuna í kultfilminum Napoleon Dynamite (2004).

Svartsinn: 'Yearning'
Leygarkvøld verður Upp Við Hornunum í Fjósinum við Asyllex, Iron Lungs, Svartmálm, Necrolepsia og Jürghinn. Norski dark ambient artisturin Svartsinn kemur at diska millum bólkarnar! Tað er norðmaðurin Jan Roger Pettersen úr Trondheim í Noregi, ið stendur handan Svartsinn. Sjálvur lýsir hann tað sum "Dark & obscure ambient since 1999". Dark ambient, hvat er tað? Jú, tað er nakað virkelitt, skal eg siga tær, men lurta nú eftir lagnum, ið endar playlistan við lít, tí so fært tú eina mynd. Enjoy!


7/2/17

I Feel Love 40 ár (plátuhandlar á leiðini #1)

Mítt tólvtumma eintak av legendariska 'I Feel Love'.
Í dag eru akkurát fjøruti ár síðani, at slóðandi elektroniska disco lagið 'I Feel Love' var útgivið hin 2. juli 1977. Donna Summer sang fyri, og Giorgio Moroder, Pete Bellote v.fl. stóðu fyri framleiðsluni. Í 1977 var disco framvegis ein sjangra, ið var merkt av "siðbundnari" instrumentering, tvs. trummur, bassur, gittari, blásarar, kór og ein rúgva av strúkarum. Røturnar í soul og gospel tónleiki vóru greiðar. 'I Feel Love' peikaði tó á eina heilt aðra slóð. Alt tað skreytmikla úr siðbundnum disco var skavað burtur, og ístaðin myndaðu streymlinjaðir synthesizarar, mekaniskir sequensarar og programmeraðar trummur ljóðmyndina við sensuellu røddini hjá Donna Summer sveimandi omaná.

Innspælt var í Musicland Studios hjá Giorgio Moroder og co. í München í Týsklandi, og lagið hevur eisini ein greiðan evropeiskan dám við drøgum úr Kraftwerk'skum proto-techno og italo disco (Moroder kom upprunaliga úr norður-Italia). 'I Feel Love' er gamaní eitt disco lag, men tað fráboðaði so sanniliga eisini næstu áratíggjuni innan elektroniskan dansitónleik. Synth popp, house, techno o.m.a. Tað er hugtakandi hvussu futuristiskt og frískt lagið ljóðar enn tann dag í dag. Ein snøgt sagt hypnotisk samanrenning millum syntetiskar klangir, elektronisk beats og discodivasang.
David Bowie hevur einaferð greitt frá, hvussu Brian Eno ein dagin í Berlin tíðini kom rennandi inn í studio, og proklameraði "I have heard the sound of the future". Í hondini hevði hann eitt eintak av tólvtummastakplátuni 'I Feel Love' eftir Donna Summer og Giorgio Moroder. Eno koyrdi plátuna frá og segði víðari "This is it, look no further. This single is going to change the sound of club music for the next fifteen years." Bowie hevur viðmerkt, at hetta var meira ella minni satt.

Í sambandi við fjøruti ára dagin hevur Pitchfork eina fína grein um søguna handan lagið:

"...its impact reached far beyond the disco scene in which singer Donna Summer and her producers Giorgio Moroder and Pete Bellotte were already well established. Post-punk and new wave groups admired and appropriated its innovative sound, the maniacal precision of its grid-like groove of sequenced synth-pulses. Even now, long after discophobia has been disgraced and rockism defeated, there’s still a mischievous frisson to staking the claim that “I Feel Love” was far more important than other epochal singles of ’77 such as “God Save the Queen,” “Sheena Is a Punk Rocker,” or “Complete Control.” But really it’s a simple statement of fact: If any one song can be pinpointed as where the 1980s began, it’s “I Feel Love.”"
Third Eye í Canterbury, Onglandi.
Third Eye í Canterbury (plátuhandlar á leiðini #1)
Søgan um 'I Feel Love' er ikki bara søgan um lagið sjálvt, men eisini um tá eg loksins fann eitt eintak av tólvtummastakplátuni eftir áralanga leitan. Hetta hendi í plátubúðini Third Eye í Canterbury í Onglandi í november 2015. Eg og Solveig vóru stødd í býnum, tí Solveig fekk prógv handað frá University of Kent, har hon var liðug við sín master í listasøgu. Vit spákaðu okkum ein túr runt í miðbýnum, og Solveig vísti mær runt í hesum áhugaverda, søguliga og hugnaliga býi. Á høvuðsgøtuni St. Peter's Street komu vit framvið handlinum Third Eye, og vit stungu høvdini innum. Fremri parturin av avlangu hølunum var tattovør og klædnahandil, og fórt tú longur inn, komst tú til plátusektiónina. Tað loysti seg eisini, tí her var mangt og hvat at finna, og fryntligi og prátingarsami handilssveinurin og plátunørdurin Paul tók væl ímóti.

Eg bar skjótt eyga við eina tólvtummastakplátu av júst tí klassiska disco/proto-techno lagnum 'I Feel Love' hjá Donna Summer. Patrick Cowley gjørdi eitt 15 minuttir langt remix fyrst í 80'unum, og tað er á A síðuni meðan ein styttri edit útgáva er á síðu B. Eg hevði sum vera man ynskt mær plátueintak av júst hesi útgávu í langa tíð. Eg spurdi, um eg kundi sleppa at lurta eftir stakplátuni, og tað var gamaní. Paul fann ein gamlan mobilan plátuspælara fram, og so var lag á manni at lurta. Solveig fór víðari at gera ymisk ørindi, og eg var verandi. Helst sá hon tekin í sól og mána um, at hetta fór at taka eina góða løtu.

Vit báðir Paul og eg prátaðu dúgliga í ein góðan tíma, og endin var, at Paul skavaði eina heila røð av Moroder plátum og verkætlanum fram í ljósmálan. Eg fór avstað við ikki færri enn seks plátum: fýra, ið høvdu við Moroder at gera, eini Kraftwerk stakplátu og so eini Stryper (!) plátu, ið eg bara mátti keypa orsaka av miklum kult virði. Ikki er tað gerandiskostur at finna bæði Summer/Moroder og Stryper í eini og somu plátubúð!
Eitt rættiligt hál var gjørt í Third Eye hendan dagin.
Dagin eftir var stórsligin prógvhandan í Canterbury Cathedral, og morgunin eftir gekk leiðin víðari til Dublin í Írlandi, har vit skuldu vitja í nakrar dagar. Eisini her gingu vit nógvar góðar túrar, og so fóru vit eisini á tvinnar U2 konsertir (men tað er ein onnur søga).

P.S. Ein íslendingur, Þórir Baldursson, leikar annars við á 'I Feel Love'. Eg havi einaferð spælt á eitt hammond orgul sum hann plagdi at eiga, hetta var á spælistaðnum Græni hatturinn í Akureyri, og eg fekk at vita frá leiðaranum Hauki, at Baldursson plagdi at kalla hammondorglið "Drotningin". So er tað ikki eftir at siga.
Klárur at spæla konsert við Høgna Reistrup á Græna Hattinum 2012. Til vinstru sæst "Drotningin", hammondorglið hjá Þórir Baldursson, ið spældi við á 'I Feel Love' á sinni. Mynd: Ísak Sambleben.
P.P.S. Eg skrivaði einaferð minningarorð um Donna Summer. Tað kann lesast her.

P.P.P.S. Her er eitt DJ miks einans við Giorgio Moroder framleiddum tónleiki (inniheldur m.a. trý Donna Summer løg inkl. 'I Feel Love'). Spælt og upptikið í Sirkus í juli 2012:



6/18/17

100 ár

Upprunaliga lagt út á Facebook 5. juni 2017.

Í gjár vóru 100 ár síðani, at omma okkara, Sunneva F. Háberg, varð borin í heim 4. juni 1917. Hendan myndin er frá 2006, tá hon var 88 ár. Sunneva (systir mín) tók myndina á Láargarði, har omma búði seinastu 10 árini av sínum lívi.

Omma var ein syngjandi omma, ein stuttlig omma, ein kærleiksfull omma og ofta eisini ein fjollut omma. Hon hevði sítt egna skemt og dugdi at fáa børn við uppá tað. Abbi var ikki altíð so við uppá tað, tá fjollið tók yvirhond. Á tí økinum vóru tey mótpólar, men á tónleikaliga økinum vóru tey eitt. Tónleikur og sangur vóru miðsavnandi í teirra lívi, og saman við mammu okkara, Annu, hava tey havt óteljandi góðar løtur frammanfyri klaverinum.

Tá omma var blaðung, gjørdist hon álvarsliga fepursjúk, og familjan savnaðist um sjúkraleguna at biðja fyri henni. Hon lovaði Gudi, at um hon gjørdist frísk, skuldi hon syngja honum prís restina av ævi síni. Hon gjørdist frísk og helt eisini orð. Hetta var ein grundleggjandi táttur í hennara søgu um seg sjálva. Eg havi djúpa virðing fyri fólkum, ið hava skil uppá sína egnu søgu, tí tað er lætt at villast í henni. Í so máta var omma konsekvent. Kortini gjørdist "Viðareiðissangurin" eitt týðandi undantak (hvat eru reglur uttan undantøk?). Í Føroyum hevur hvør bygd og hvørt fótbóltslið sín egna sang ella sangir, og soleiðis er eisini við Viðareiði. Tá omma sá tann sangin, mátti hon bara siga ja til at syngja hann inn á band, tí hann var ov vakur at siga nei til (omma smíðaði eisini lag til sangin). Øll, ið hava verið á Viðareiði á hásumri, vita eisini, at har er nokkso himmalskt, so tað má vera í lagi við tí.

Í aðrar mátar vóru tingini heldur ikki so svørt/hvít. Fyri ikki so langari tíð síðani fortaldi ein fróðskaparmaður fyri mær, at tá hann eina ferð helt rundan føðingardag, komu hjúnini Sunneva og Knút á gátt. Sum kvøldið leið, fóru tey bæði at syngja og spæla frammanfyri klaverinum, og fólk savnaðust rundanum. Hvat sungu og spældu tey? Jú, vísur og festligar sangir. Viðkomandi greiddi frá, at tá tey bæði takkaðu fyri seg, vóru tey so hjartans fegin og kendu seg upplyft..

Persónliga verði eg rørdur av tankanum um tey bæði ommu og abba, ið syngja og spæla vísusangir og hugna sær í góðum selskapi. Uttan nakað dikkedar. Tí tónleikur er tónleikur, líkamikið hvat fyri predikat vit seta á hann. Men tónleikur er eisini eitt tað sterkasta, vit eiga. Mín góði vinur Benjamin tosar beinrakið og rørandi um hetta í forsíðugrein í Sosialinum hetta vikuskiftið. Tað kann ikki undra, at kirkjur og samkomur á ymsan hátt hava ynskt at temja hesa tølandi kraftina. Andaligi sangurin er eisini grundleggjandi í øllum tónlistaligum virksemi, og tey bæði omma og abbi áttu flestu tónlistaligu løturnar í samkomuni Ebenezer yvirav "Glade hjørn" (viðhvørt tykist tað sum ein ævinleiki sveimar uppi yvir springvatninum í miðjuni).

Hóast tey vóru kend hiðani, hevði familjan hjá ommu tilknýti til Hvítusunnusamkomuna. Henni dámdi ikki, at nakar segði nakað neiligt um hvítusunnusamkomuna, og handan søgan um fepursjúkralegu og bønarhald er álvaratos eisini radikal uppá tann pinsaliga mátan. Tí kennist tað merkiliga fullkomið, at Hvítusunna er samstundis sum hesin 100 ára dagurin hjá ommu. Hvítusunna er "hátíð til minnis um Heilaga Andans komu". Heilagi Andin, tað er tann meira rock'n'roll parturin av kristindóminum. Tann, ið er sum vindurin. Tann, ikki letur seg temja, hvussu galið vit menniskju annars vilja tað. Men stundum kann ein ordiliga góður sangur opinbera hetta fyri okkum, og stundum er Viðareiði sum ein lítil sneið av tí himmalska. Æra verið minnið um ommu.
Omma syngur fyri Sunnevu og mær.
Omma og Sunneva syngja saman.
Ingálvur av Reyni og omma syngja saman.
Stakpláta við ommu og Ingálvi (útgivin 1958).
Omma á ungum árum. Kongaminnið í baksýni.
Omma á súkklu á ungum árum.

5/18/17

In My Time of Dying (Chris Cornell RIP)

Í morgun frættist at Chris Cornell andaðist á einum hotelkamari í Detroit, USA í gjárkvøldi. Stutt frammanundan hevði hann framført við Soundgarden í Fox Theatre í Detroit.

Soundgarden endaðu konsertina í gjárkvøldi við 'Slaves & Bulldozers' (upprunaliga av plátuni Badmotorfinger frá 1991). Tá teir spældu sangin live plagdi Chris Cornell stundum at ad-libba brot úr gamla blues/gospel sanginum 'In My Time of Dying' (sí 6:00 í upptøkuni omanfyri). Fyrimyndirnar í Led Zeppelin tulkaðu eisini sangin í velmaktini og høvdu hann enntá við á stórfingnu dupultplátuni Physical Graffiti (1975). Soundgarden góvu sína egnu dupultplátu út í 1994. Hon æt Superunknown, men tá var fløgan vorðin standard ljóðformat og hetta við dupult ella stakplátum hevði ikki longur so nógv at siga. Men í longd, vavi og huglagi er hon ein dupultpláta. Ein ræðuliga góð ein av slagnum skal sigast.

Í 2013 var eg á konsert hjá Soundgarden eitt mánakvøld í Forum í Keypmannahavn. Tað var ein misjøvn uppliving, har vánaligu ljóðumstøðurnar í Forum gjørdu sítt. Bólkurin tóktist heldur ikki ordiliga upplagdur, tó at teir í løtum vístu veruligt format. Tá var eg mintur á dygdirnar og dróg eisini onkrar mentalar parallellir til júst Led Zeppelin. Soundgarden vóru saman við Nirvana, Pearl Jam og Alice in Chains flokkaðir undir grunge rákið úr Seattle, men tá teir vóru uppá sítt besta vóru teir tíðarleysari enn so. Í dag postar Jimmy Page hesi boðini:

'In My Time of Dying' kann slóðast aftur til blues menn sum Blind Willie Johnson og Charley Patton, og gjøgnum árini hava eitt nú Bob Dylan, Led Zeppelin, Martin L. Gore, Alvin Youngblood Hart og 77s gjørt sterkar tulkingar av hesum tíðarleysi sangi. Eg var sjálvur rúnarbundin av sanginum einaferð, og hann kom tí við á mína aðru plátu The Desert Holds A Flower (Tutl, 2009). Fyri meg tekur hann seg út sum ein sálmur fyri tey eksistentielt heimleysu. Niðanfyri havi eg viðfest ein playlista við ymsum útgávum av sanginum.

Ein mikið rámandi og álvarsamur sangur til gerandis, og eg havi ikki orð fyri hvussu rámandi og álvarsamur hann kennist í dag. Hetta gjørdist eitt nýtt kapitul í søguni um 'In My Time of Dying'. Hvil í friði, Chris Cornell.

In my time of dying
ain't gonna cry anymore
all I need for you to do
is to drag my body home
well, well, well,
so I can die easy
well, well, well
Jesus gonna make up my dying bed

Meet me Jesus, meet me
meet me in the middle of the air
if my wings should fail me lord
won't you meet me with another pair
so I can die easy
well, well, well
so I can die easy
well, well, well
Jesus gonna make up my dying bed


5/5/17

Baðstovurokkur

Tygara útsendi uttanfyri Badstuerock. Mynd: Per Ingálvur Højgaard Petersen.
Hetta vikuskiftið eru vit stødd í Aarhus í Jútlandi á Spot Festival. Tiltakið, ið savnar alskyns tónleikarar, umboðsfólk, bókarar, plátuídnaðarfólk, journalistar og onnur, ið hava við tónleikabransjuna at gera. Fundir, netverking og prát. Ein ørgrynna av konsertum er eisini á skránni, og tað er borið so í bandi at vit skulu spæla við heili tvinnum bólkum: Svartmálm í kvøld, fríggjakvøld, kl. 00:00 í Godsbanen, Åbne Scene og Konni Kass í annaðkvøld, leygarkvøld, í Musikhuset, Rytmisk Scene, kl. 19:15. Hetta gleða vit okkum nógv til.

Veðrið er gott og várligt, og stundir eru eisini til at njóta eitt sindur av Aarhus. Í dag løgdu eg og Per leiðina framvið góða, gamla Badstuerock, ið hevur ligið á Badstuegade síðani 1973. Sum sagt verður á skeltinum: "Stereo siden 1973". Tá vit búðu í Aarhus fyri 21 árum síðani, var Badstuerock eitt stað man plagdi at vitja. Tað er kensluborið og gleðiligt at handilin enn liggur her, og at alskyns tónleikaútgávur framvegis verða langaðar um diskin - tað verið seg á fløgu ella vinyl. Eitt "kærligt gensyn" sum danir vildu sagt. Hevði kensluna av at starvsfólkini enn ganga høgt uppí tað og hava passioneraðar samtalur við kundarnar, eisini teir meira løgnu av slagnum.
Badstuerock hevur tvinnar inngongdir: høvuðsinngongdina út móti Badstuegade (A) og hina útgongdina út móti Klostergade (B). Her er Per so spelkin avmyndaður uttanfyri seinnu útgongdina.
Vit báðir Per og eg fóru fegnir innar og fongur var, ikki tykkum siga, í vitjanini. Undirritaði ognaði sær m.a. nýggju og sjálvtitlaðu Slowdive hjá Slowdive á sjálvum útgávudegnum, Last Place hjá Grandaddy (hvørs bassistur brádliga andaðist á tragiskan hátt herfyri), eina Ride EP (teir spæla á Northside her í býnum um ein mánaða og tað gleða vit okkum til), eina Lenny Kravitz plátu (frá tí tíðini, tá hann enn var góður) og so ikki at gloyma Hysteria hjá Def Leppard (framleidd av ongum øðrum enn Robert John "Mutt" Lange).

Í kvøld og í morgin er tað framførslurnar, ið eru í fokus. Eg eri spentur og uppsettur. Vónandi koma nógv og góð og viðkomandi fólk á konsert. Men tí einu løtuna í dag vitjaði eg gamlar gøtur, hvør skuldi tær gloymt, og tað var ein frægd at uppliva at sumt av tí farna framvegis er nýtt sum fyrsta dagin.

4/25/17

The Aristókrasía Project


The Aristókrasía Project er heitið á nýútkomnari og stak forkunnugari konseptplátu hjá íslendska tónleikaranum Úlfur Eldjárn. Sjálvur umrøður Eldjárn plátuna sum eina "retro-futuristiska konseptplátu" um rúmdarferðing, tøkni, tilgjørt telduvit, horvin utopia og framtíðina hjá mannaættini. Tónlistarliga er talan um eina hugfangandi samanrenning millum eldri synth popp og filmiskar strúkaraútsetingar.

Úlvur Eldjárn hevur áður gjørt vart við seg sum limur í frálíka synthesizer og orgul bólkinum Apparat Organ Quartet, ið hevur tvinnar plátur og eina remix útgávu á baki. Sum solotónleikari hevur Eldjárn skrivað tónleik til film, sjónleik og aðrar miðlar, men sambært honum sjálvum dámar honum best at hugsavna seg um egnar kreativar verkætlanir. Í grein í The Reykjavík Grapevine greiðir Eldjárn frá, at Aristókrasía verkætlanin byrjaði sum eitt stað at sleppa av við hugskot, ið hvørki hóskaðu seg til AOQ ella til hansara virksemi sum tónaskald.

Við tíðini gjørdist útgávan til eina konseptplátu, ið sameinir analogar synthesizarar og klassiska instrumentering. Sjey løg eru á plátuni, og áðurnevnda Grapevine greinin inniheldur eisini eina lag-fyri-lag gjøgnumgongd av teimum. Her fæst m.a. at vita at lagið 'Blue Eyes' er íblást av talvtelduni Deep Blue, ið sigraði á Gasparov á sinni, og at lagið 'Poyekhali!' er ein fagnaður til russiska kosmonautin Yuri Gagarin, ið var fyrsta menniskja í rúmdini. 'Poyekhali!" merkir "kom avstað!" á russiskum, og hetta vóru síðstu orðini hjá Gagarin áðrenn take-off.

Sci-fi bókmentir hjá Ryan Boudinot og Philip K. Dick spæla eisini ein leiklut, og sum heild eru vit stødd í teirri farnu framtíðini. Retro futurismuni. Sjeynda og seinasta skering 'Bon Voyage' er ein heilsan til ómannaðu rúmdarførini Voyager 1 og 2, ið vóru send avstað í 1977 og sum í dag ferðast úti millum stjørnurnar. Á báðum førunum er eitt eintak av "gyltu plátuni", ið er eitt savn av ljóðum, myndum og data frá jørðini (Blind Willie Johnson og Chuck Berry eru við, og hesum er ávísur uggi í).

Úlvur Eldjárn er ikki einasti AOQ limurin, ið hevur eyðmerkt seg við soloútgávum. Av hinum limunum er tað allarhelst nú fyrrverandi limurin Jóhann Jóhannsson, ið er hevur vakt mest altjóða ans. Hann hevur útgivið eina røð av væleydnaðum soloútgávum, umframt filmstónleik til stórar filmar sum eitt nú Arrival (2016), Sicario (2015), The Theory of Everything (2014) og Prisoners (2013). Jóhannsson hevur eisini tónleik í umbúna til uppkomandi og nógv umrødda Blade Runner 2049.

Tað eru longu 15 ár síðani eg gjørdist fjeppari av Apparat Organ Quartet. Á heysti í 2002 fór eg til Reykjavíkar við tónleikabólkinum Clickhaze, og vit hoyrdu m.a. Apparat framføra á nú søguliga spælistaðnum Grandrokk. Tað var ein framúr konsert, og eg ognaði mær debutplátuna á fløgu og fekk autografar signeraðar á hana. Árið eftir var eg við til at vinna Prix Føroyar við tónleikabólkinum Gestir, og ein av vinningunum var luttøka á konsert í Norðurlandahúsinum á Listastevnuni 2003. Hinir luttakandi bólkarnir vóru Apparat Organ Quartet úr Íslandi og The Cleaning Ladies úr Finnlandi. Apparat lántu onkran synth frá mær, og tað gjørdi tað ikki minni spennandi.
Signeraða Apparat Organ Quartet fløgan, ið eg ognaði mær á sinni. Fýra autografar komu á eitt kvøldi í Grandrokk, Reykjavík í 2002, meðan fimti og seinasti autografurin frá Jóhann Jóhansson kom til høldar backstage í Norðurlandahúsinum í 2003.
Tað sum hugtók við hesum bólki var, at teir leiktu drívandi orkumiklan rokktónleik og kosmiskar balladur á urgur og synthesizarar. Í so máta var talan um eina samanseting av tí kenda og tí ókenda. Ikki heilt ólíkt týsku Kraftwerk, ið avgjørt eru at meta sum andaligir forfedrar, men kortini við einum twisti. Apparat hava nevniliga ein góðan, gamaldags rokk trummuleikara afturat elektronisku tangentunum, og hetta gevur tónleikinum ein serstakan rokkandi dám. Stuttligt, eginsamt og íslendskt.

Hvussu enn er og ikki, so er The Aristókrasía Project tann soloverkætlanin frá limi í AOQ, ið hevur nógv mest til felags við tónleikin hjá júst AOQ. Huglagið er onkursvegna rættiliga líkt, og serliga eru tað synthesizer ljóðini, ið ganga aftur. Kortini hevur hesin tónleikurin ein meira filmiskan dám, óivað orsaka av strúkarunum, ið verða leiktir av íslendskari strúkikvartett. Eisini leikar slagverksleikarin Samuli Kosminen við á plátuni.

Stilistiskt og málsliga eru eisini felagseyðkennið. "Aristókrasía" er eitt rættiliga eyðkent Apparat'skt hugtak, og leiðir tankarnar á onnur hugtøk hagani. Eitt nú heitið á aðru AOQ plátuni Pólýfónía (2011), umframt heitini á løgunum 'Romantika' og 'Seremonia', ið bæði stava frá fyrstu AOQ plátuni frá 2002. Hetta kundi bent á at Eldjárn hevur ein rættiliga miðsavnandi leiklut í konseptuella heiminum hjá AOQ. Á hesi soloútgávuni hjá honum hevur alt fingið ein egnan dám við eyka denti á retrofuturistiska rúmdaraldartíð úr miðskeiðis í farnu øld. Sera dámlig og áhugaverd útgáva, ið styttir væl um stundir meðan bíðað verður eftir næstu Apparat Organ Quartet plátuni.

(sí eisini hugtakandi live KEXP framførslu, ið er viðfest niðanfyri).