4/25/17

The Aristókrasía Project


The Aristókrasía Project er heitið á nýútkomnari og stak forkunnugari konseptplátu hjá íslendska tónleikaranum Úlfur Eldjárn. Sjálvur umrøður Eldjárn plátuna sum eina "retro-futuristiska konseptplátu" um rúmdarferðing, tøkni, tilgjørt telduvit, horvin utopia og framtíðina hjá mannaættini. Tónlistarliga er talan um eina hugfangandi samanrenning millum eldri synth popp og filmiskar strúkaraútsetingar.

Úlvur Eldjárn hevur áður gjørt vart við seg sum limur í frálíka synthesizer og orgul bólkinum Apparat Organ Quartet, ið hevur tvinnar plátur og eina remix útgávu á baki. Sum solotónleikari hevur Eldjárn skrivað tónleik til film, sjónleik og aðrar miðlar, men sambært honum sjálvum dámar honum best at hugsavna seg um egnar kreativar verkætlanir. Í grein í The Reykjavík Grapevine greiðir Eldjárn frá, at Aristókrasía verkætlanin byrjaði sum eitt stað at sleppa av við hugskot, ið hvørki hóskaðu seg til AOQ ella til hansara virksemi sum tónaskald.

Við tíðini gjørdist útgávan til eina konseptplátu, ið sameinir analogar synthesizarar og klassiska instrumentering. Sjey løg eru á plátuni, og áðurnevnda Grapevine greinin inniheldur eisini eina lag-fyri-lag gjøgnumgongd av teimum. Her fæst m.a. at vita at lagið 'Blue Eyes' er íblást av talvtelduni Deep Blue, ið sigraði á Gasparov á sinni, og at lagið 'Poyekhali!' er ein fagnaður til russiska kosmonautin Yuri Gagarin, ið var fyrsta menniskja í rúmdini. 'Poyekhali!" merkir "kom avstað!" á russiskum, og hetta vóru síðstu orðini hjá Gagarin áðrenn take-off.

Sci-fi bókmentir hjá Ryan Boudinot og Philip K. Dick spæla eisini ein leiklut, og sum heild eru vit stødd í teirri farnu framtíðini. Retro futurismuni. Sjeynda og seinasta skering 'Bon Voyage' er ein heilsan til ómannaðu rúmdarførini Voyager 1 og 2, ið vóru send avstað í 1977 og sum í dag ferðast úti millum stjørnurnar. Á báðum førunum er eitt eintak av "gyltu plátuni", ið er eitt savn av ljóðum, myndum og data frá jørðini (Blind Willie Johnson og Chuck Berry eru við, og hesum er ávísur uggi í).

Úlvur Eldjárn er ikki einasti AOQ limurin, ið hevur eyðmerkt seg við soloútgávum. Av hinum limunum er tað allarhelst nú fyrrverandi limurin Jóhann Jóhannsson, ið er hevur vakt mest altjóða ans. Hann hevur útgivið eina røð av væleydnaðum soloútgávum, umframt filmstónleik til stórar filmar sum eitt nú Arrival (2016), Sicario (2015), The Theory of Everything (2014) og Prisoners (2013). Jóhannsson hevur eisini tónleik í umbúna til uppkomandi og nógv umrødda Blade Runner 2049.

Tað eru longu 15 ár síðani eg gjørdist fjeppari av Apparat Organ Quartet. Á heysti í 2002 fór eg til Reykjavíkar við tónleikabólkinum Clickhaze, og vit hoyrdu m.a. Apparat framføra á nú søguliga spælistaðnum Grandrokk. Tað var ein framúr konsert, og eg ognaði mær debutplátuna á fløgu og fekk autografar signeraðar á hana. Árið eftir var eg við til at vinna Prix Føroyar við tónleikabólkinum Gestir, og ein av vinningunum var luttøka á konsert í Norðurlandahúsinum á Listastevnuni 2003. Hinir luttakandi bólkarnir vóru Apparat Organ Quartet úr Íslandi og The Cleaning Ladies úr Finnlandi. Apparat lántu onkran synth frá mær, og tað gjørdi tað ikki minni spennandi.
Signeraða Apparat Organ Quartet fløgan, ið eg ognaði mær á sinni. Fýra autografar komu á eitt kvøldi í Grandrokk, Reykjavík í 2002, meðan fimti og seinasti autografurin frá Jóhann Jóhansson kom til høldar backstage í Norðurlandahúsinum í 2003.
Tað sum hugtók við hesum bólki var, at teir leiktu drívandi orkumiklan rokktónleik og kosmiskar balladur á urgur og synthesizarar. Í so máta var talan um eina samanseting av tí kenda og tí ókenda. Ikki heilt ólíkt týsku Kraftwerk, ið avgjørt eru at meta sum andaligir forfedrar, men kortini við einum twisti. Apparat hava nevniliga ein góðan, gamaldags rokk trummuleikara afturat elektronisku tangentunum, og hetta gevur tónleikinum ein serstakan rokkandi dám. Stuttligt, eginsamt og íslendskt.

Hvussu enn er og ikki, so er The Aristókrasía Project tann soloverkætlanin frá limi í AOQ, ið hevur nógv mest til felags við tónleikin hjá júst AOQ. Huglagið er onkursvegna rættiliga líkt, og serliga eru tað synthesizer ljóðini, ið ganga aftur. Kortini hevur hesin tónleikurin ein meira filmiskan dám, óivað orsaka av strúkarunum, ið verða leiktir av íslendskari strúkikvartett. Eisini leikar slagverksleikarin Samuli Kosminen við á plátuni.

Stilistiskt og málsliga eru eisini felagseyðkennið. "Aristókrasía" er eitt rættiliga eyðkent Apparat'skt hugtak, og leiðir tankarnar á onnur hugtøk hagani. Eitt nú heitið á aðru AOQ plátuni Pólýfónía (2011), umframt heitini á løgunum 'Romantika' og 'Seremonia', ið bæði stava frá fyrstu AOQ plátuni frá 2002. Hetta kundi bent á at Eldjárn hevur ein rættiliga miðsavnandi leiklut í konseptuella heiminum hjá AOQ. Á hesi soloútgávuni hjá honum hevur alt fingið ein egnan dám við eyka denti á retrofuturistiska rúmdaraldartíð úr miðskeiðis í farnu øld. Sera dámlig og áhugaverd útgáva, ið styttir væl um stundir meðan bíðað verður eftir næstu Apparat Organ Quartet plátuni.

(sí eisini hugtakandi live KEXP framførslu, ið er viðfest niðanfyri).





4/18/17

Tevtonskur Týsdagur - Jaki Liebezeit (1938-2017)



Hetta er 5. bloggur í bloggrøðini "Tevtonskur týsdagur", ið setir sjóneykuna á góð krautrock nøvn. "Tevtonskt" er føroyskt fyri "teutonic", ið stutt sagt merkir "týskt" ella "germanskt".

JAKI LIEBEZEIT
Til umrøðu hesuferð er legendariski Can trummuleikarin Jaki Liebezeit, ið andaðist 22. januar 2017. Playlisti er viðfestur niðast.

Eg hevði upprunaliga ein Can blogg í umbúna til "Tevtonskan týsdag", men tá tað frættist at Liebezeit var farin um sýn gjørdi eg av at næsti bloggur í røðini skuldi vera til heiðurs fyri hesum meistarliga trummuleikara. Tískil havi eg sett saman eina røð av plátum og verkætlanum har Liebezeit leikar við. Ymisktháttað og gott alt samalt.

Liebezeit var ongantíð ein solo artistur, ið gav út í egnum navni, men hann hevur leikt á fleiri tiltiknum útgávum. Á ungum árum las hann jasstrummuspæl, og ráðini frá læraranum vóru "endurtak ongantíð". Jaki gjørdi tað øvugta og valdi sær endurtøkuna, repetitiónina, sum aðalmál og sereyðkenni. "Liebe zeit". Ja, hann elskaði sanniliga tíð og groovið var endaleyst. Hetta eyðkendi hansara spæl við Can.

Ein drúgvari gjøgnumgongd av Can verður goymd til eina aðru ferð. Kortini slepst ikki undan at nerta við okkurt av tí sum Liebezeit skapti við hesum slóðandi týska bólki, ið hevði sína stórtíð í 70'unum. Tveir sangarar myndaðu bólkin hetta tíðarskeiðið: amerikanski Malcolm Mooney frá 1968-1969 og japanski Damo Suzuki frá 1970 til 1974. Tá Suzuki fór burturúr sungu aðrir limir, og mest av øllum var Can eitt kollektiv av tónleikarum, har ongin einstaklingur var myndandi. Allir høvdu líka nógv at siga, og áherðslan var altíð á hitt kollektiva úttrykkið. Í grundini lá áherðslan á tað ljódliga, meðan alt tað visuella kom í aðru røð. Í so máta er bólkurin júst tað øvugta av Kraftwerk, ið eyðmerktu seg í sama tíðarskeiði við einum sera greitt defineraðum visuellum samleika.

CAN: Delay 1968 'Thief' (1968)
Plátan Delay 1968 kom í roynd og veru ikki út fyrrenn í 1981. Hetta er ein savnspláta við elstu upptøkunum hjá bólkinum, ið upprunaliga skuldu útgevast sum ein pláta við heitinum Prepare To Meet Thy Pnoom, men plátufelagið segði nei. 'Thief' er eitt av seigaru og vakraru løgunum á plátuni, og í 2000 hoyrdi eg Radiohead spæla eitt frálíkt live cover av sanginum í Keypmannahavn. Tað stuttliga er at tað ljóðar sera nógv sum ein Radiohead sangur, og hetta sigur helst nakað um tann ovurhonds týðandi íblástur, ið Radiohead hava fingið frá Can. Trummurnar í upprunaútgávuni eru eyðkent Liebezeit'skar.

CAN: Soundtracks 'Mother Sky' (1970)
Hin sálarliga óstabili Malcolm Mooney var ikki við í Can í langa tíð, og longu í 1970 gjørdist japanski Damo Suzuki nýggjur sangari í bólkinum. Liebezeit og bassleikarin Holger Czukay hoyrdu hann spæla á gøtuni ein dagin í München, og teir bjóðaðu honum alt fyri eitt uppí bólkin. Hetta merkti eisini eitt stílistiskt skifti frá sýrurokki til meira groove og repetitións grundaðan tónleik. Plátan Soundtracks umboðar skiftið og hevur bæði Mooney og Suzuki løg umboðaði. Á tí episkt jammandi 'Mother Sky' - eitt arketypiskt Can/krautrock lag - er tað Suzuki, ið syngur fyri. Liebezeit pumpar avstað frá fyrsta sekundi, og lagið er eisini eitt frummyndarligt dømi um sonevndu motorik rútmuna.

Can: Tago Mago 'Halleluwah' (1971)
Eitt høvuðsverk í Can diskografiini er Tago Mago frá 1971. Bassleikarin Holger Czukay tók plátuna upp í slottinum Schloss Nörvenich nærhendis Köln. Løgini er tikin upp live og síðani klipt og snikkaði til av Czukay. Íblásturin kom frá jassi sum t.d. Miles Davis (serliga Bitches Brew) og frá elektroniskum avantgarde tónleiki. Hetta er á mangan hátt hin mest radikala Can útgávan við longum ambient pettum og endaleysum groovi. 'Halleluwah' er eitt talandi dømi í so máta. Lagið er 18 1/2 minuttir til longdar og fyllir alla síðu 2 av teirri dupultu LP'ini. Liebezeit leggur treytaleyst frá landi við einum minimalistiskt hypnotiserandi groovi, og alt hitt sum hendir hendir rundanum. Markleyst.

Can: Ege Bamyasi 'Vitamin C' (1972)
Kennarar eru ikki samdir um hvørt Tago Mago ella Ege Bamyasi, ið kom árið eftir, er besta Can plátan. Báðar eru góðar, tað er bæði vist og satt. Minimalistiski groovarin Liebezeit leggur framvegis botnin, og hinir skapa tekstur omaná. Fantastiska funk lagið 'Vitamin C' hevur seinni fingið eitt slag av endurburði sum soundtrack tónleikur, og seinast var tað at hoyra í frálíku og alt ov undirmettu Netflix røðini The Get Down. Røðin snýr seg um hvussu DJ mentan og disco tóku seg upp í New York miðskeiðis í 70'unum, og hetta týska (!) lagið frá 1972 riggar avbera væl í samanhanginum. Tað sigur eitt sindur um listarliga víðskygnið hjá Can.

Brian Eno: Before And After Science 'Backwater' (1977)
Tað er eingin loyna, at bretsku tónleikastjørnurnar David Bowie og Brian Eno høvdu góðar dagar í Týsklandi í 70'unum. Teir heintaðu sær miklan íblástur higani, innspældu tiltiknu Berlin trilogiina hjá Bowie í Berlin og serliga Eno samstarvaði við fleiri ymsar týskar tónleikarar í tíðarskeiðnum. Pláturnar Cluster & Eno (1977) og After The Heat (1978) eru dømi, har Brian Eno og teir báðir Dieter Moebius og Hans-Joachim Roedelius samstarva, og saman við NEU! gittarleikaranum Michael Rother samstarvaðu teir fýra undir heitinum Harmonia (Eno + Harmonia upptøkurnar komu tó ikki út fyrrenn nógv seinni). Á síni fjórðu solo plátu Before And After Science fekk Eno sjálvan Liebezeit við sær í upptøkuhølið, og hetta hoyrist m.a. á lagnum 'Backwater'.

Michael Rother: Flammende Herzen 'Karusell' (1977)
Eg havi áður havt Tevtonskan Týsdag um framúrskarandi gittarleikaran Michael Rother. Hann gjørdi veruliga vart við seg saman við trummuleikaranum Klaus Dinger í NEU!, umframt at hann eitt stutt skifti leikti við Kraftwerk. Seinni fóru Rother og Dinger hvør til sítt, og tá Rother í 1977 setti hon á soloyrkisleiðina sat Jaki Liebezeit handan trummurnar. Liebezeit leikar á fyrstu fýra soloplátunum hjá Rother, og tær eru allar góðar. Talan er um lyriskan og melodiskan instrumentaltónleik. Ikki líka radikalt sum eitt nú NEU!, men kortini avbera vakurt og inniligt. Ilt er at taka dagar ímillum hvør besta útgávan er, men her má í øllum førum okkurt við av solo debutini Flammende Herzen. 'Karusell' er eitt framúr gott dømi um melodiskt motorik a la Rother og Liebezeit.

Michael Rother: Sterntaler "Sterntaler" (1978)
Nú vit eru komin so gott í gongd má eitt Rother/Liebezeit lag við afturat. Hesuferð heitislagið av aðru Rother soloplátuni, Sterntaler, frá 1978. Eg dyrki tað sálmakenda í lagnum, tað ruralt naivistiska huglagið og samspælið millum analogar synthesizarar, el-gittara og trummur. Her kundu fyri tað eisini komið løg við av næstu tveimum Rother plátunum, tí Liebezeit leikar eisini á teimum og tær eru sum sagt frálíkar. Katzenmusik (1979) skal kortini hoyrast sum ein tematiskt samanhangandi heild, og Fernwärme er nakað fyri seg (tvær umboðaðar Rotherplátur er eisini nokk).

Phantom Band: Phantom Band 'For M.' (1980)
Tá Can fóru hvør til síðst í 70'unum stovnaði Liebezeit bólkin Phantom Band, ið upprunaliga var eitt slag av framhaldi av tí sum Can høvdu gjørt síðstu árini frammanundan. Seinni flutti Phantom Band seg yvir móti art rock. Holger Czukay úr Can var eisini við í hesum bólkinum, umframt limir úr bólkinum Dunkelziffer. Bólkurin lat tríggjar útgávur úr hondum: Phantom Band (1980), Freedom of Speech (1981) og Nowhere (1984). 'For M.' er eitt instrumentallag av debutplátuni frá 1980.

Eurhytmics: In The Garden "Take Me To Your Heart" (1981)
Áðrenn bretsku Eurhytmics gjørdust eitt víðagitið electro popp navn við 'Sweet Dreams (Are Made of These)' gjørdu tey sveimandi tónleik við psykedeliskum og krautrock íblástri. Hetta hoyrist serliga á debutplátuni In The Garden frá 1981. Plátan var framleidd av tiltikna framleiðaranum Conny Plank, ið m.a. arbeiddi við eini langari røð av krautrock bólkum. Afturat Liebezeit er Holger Czukay úr Can eisini við á plátuni. Á 'Take Me To Your Heart' leggur drívandi trummuspælið hjá Liebezeit ein hegnisligan botn.

Holger Czukay, Jah Wobble, Jaki Liebezeit: Full Circle 'How Much Are They?' (1982)
Full Circle er eitt samstarv millum Holger Czukay, Jaki Liebezeit og enska dub og punk bassistin Jah Wobble, m.a. kendur úr Public Image Ltd. Plátan hevur ein eksperimenterandi dám,  og hóast ókend er hon í grundini ein lítil genistrika. Ein frálík samanseting av dub og krautrock hugløgum, ið er innspæld í legendariska Inner Space studionum hjá Can. Eg fann plátuna í Accord í Keypmannahavn einaferð, og keypti hana tí húsin sá feitur út og tí eg kendi tónleikararnar. Heimkomin angraði eg ikki keypið, tí plátan vísti seg at vera mikið hugtakandi. Avgjørt verd at kanna nærri (einans heitislagið finst á Spotify, sí leinkjuna undir myndini omanfyri um tú ynskir plátuna í fullari longd).

Jah Wobble, The Edge, Holger Czukay: Snake Charmer "Snake Charmer" (1983)
Eisini eitt eksperimenterandi samstarv frá fyrra helmingi av 80'unum. Útgávan nær kanska ikki somu hæddum sum Full Circle omanfyri, men hon er mikið áhugaverd kortini. Ikki minst tí at ongin annar enn U2 gittarleikarin The Edge leikar við, umframt Jah Wobble, Holger Czukay, Liebezeit v.fl., og so er hon framleidd av tiltikna diskaranum og framleiðaranum Francois Kevorkian.
(NB! Einasta lagið av plátuni, ið finst á Spotify er 'Snake Charmer (reprise)', og tí er tað lagið komið við á playlistan, hóast Liebezeit ikki spælir á tí. Annars er vert at tjekka plátuna í síni heild via leinkjuna undir myndini).

Depeche Mode: Ultra 'The Bottom Line' (1997)
Seinasta lagið hesuferð er av plátuni Ultra hjá Depeche Mode. Higani kemur lagið 'The Bottom Line', ið hevur Liebezeit við á percussion. Depeche Mode hava altíð havt eina hugbinding mótvegis tí týska - industrial, Einstürzende Neubauten, Berlin, Hansa Studios, krautrockur, Kraftwerk o.s.fr. Hetta er alt vovið væl og virðiliga inn í Depeche DNA'ið. Tí eri eg ikki kløkkur av at Jaki Liebezeit hevur verið við bólkinum í studio. Løgini á Ultra eru sein og seiglig í tempo, og ein grundkensla av hipp hopp liggur undir tí heila. Hipp hopp og týsk hugløg sum ikki einaferð. Hetta er í grundini ein av mínum yndis DM útgávum, og 'The Bottom Line' er ein av perlunum, ið goyma seg aftarlaga á plátuni. Á síðu B, so segði hin. Fyri nøkrum døgum síðani vóru 20 ár liðin síðani Ultra kom út. Soleiðis gongur tíðin uttan at vit varnast tað, og brátt eru vit her ikki longur, hóast tann góði tónleikurin livir víðari.



“It was never written, the music,” Liebezeit said of Can’s songwriting method. “There was no single composer in the band. Everything was composed in the studio like in a laboratory. We worked together and get some ideas and record it again and again until it develops. We thought writing on paper was finished. Now we write on tape.”