6/18/17

100 ár

Upprunaliga lagt út á Facebook 5. juni 2017.

Í gjár vóru 100 ár síðani, at omma okkara, Sunneva F. Háberg, varð borin í heim 4. juni 1917. Hendan myndin er frá 2006, tá hon var 88 ár. Sunneva (systir mín) tók myndina á Láargarði, har omma búði seinastu 10 árini av sínum lívi.

Omma var ein syngjandi omma, ein stuttlig omma, ein kærleiksfull omma og ofta eisini ein fjollut omma. Hon hevði sítt egna skemt og dugdi at fáa børn við uppá tað. Abbi var ikki altíð so við uppá tað, tá fjollið tók yvirhond. Á tí økinum vóru tey mótpólar, men á tónleikaliga økinum vóru tey eitt. Tónleikur og sangur vóru miðsavnandi í teirra lívi, og saman við mammu okkara, Annu, hava tey havt óteljandi góðar løtur frammanfyri klaverinum.

Tá omma var blaðung, gjørdist hon álvarsliga fepursjúk, og familjan savnaðist um sjúkraleguna at biðja fyri henni. Hon lovaði Gudi, at um hon gjørdist frísk, skuldi hon syngja honum prís restina av ævi síni. Hon gjørdist frísk og helt eisini orð. Hetta var ein grundleggjandi táttur í hennara søgu um seg sjálva. Eg havi djúpa virðing fyri fólkum, ið hava skil uppá sína egnu søgu, tí tað er lætt at villast í henni. Í so máta var omma konsekvent. Kortini gjørdist "Viðareiðissangurin" eitt týðandi undantak (hvat eru reglur uttan undantøk?). Í Føroyum hevur hvør bygd og hvørt fótbóltslið sín egna sang ella sangir, og soleiðis er eisini við Viðareiði. Tá omma sá tann sangin, mátti hon bara siga ja til at syngja hann inn á band, tí hann var ov vakur at siga nei til (omma smíðaði eisini lag til sangin). Øll, ið hava verið á Viðareiði á hásumri, vita eisini, at har er nokkso himmalskt, so tað má vera í lagi við tí.

Í aðrar mátar vóru tingini heldur ikki so svørt/hvít. Fyri ikki so langari tíð síðani fortaldi ein fróðskaparmaður fyri mær, at tá hann eina ferð helt rundan føðingardag, komu hjúnini Sunneva og Knút á gátt. Sum kvøldið leið, fóru tey bæði at syngja og spæla frammanfyri klaverinum, og fólk savnaðust rundanum. Hvat sungu og spældu tey? Jú, vísur og festligar sangir. Viðkomandi greiddi frá, at tá tey bæði takkaðu fyri seg, vóru tey so hjartans fegin og kendu seg upplyft..

Persónliga verði eg rørdur av tankanum um tey bæði ommu og abba, ið syngja og spæla vísusangir og hugna sær í góðum selskapi. Uttan nakað dikkedar. Tí tónleikur er tónleikur, líkamikið hvat fyri predikat vit seta á hann. Men tónleikur er eisini eitt tað sterkasta, vit eiga. Mín góði vinur Benjamin tosar beinrakið og rørandi um hetta í forsíðugrein í Sosialinum hetta vikuskiftið. Tað kann ikki undra, at kirkjur og samkomur á ymsan hátt hava ynskt at temja hesa tølandi kraftina. Andaligi sangurin er eisini grundleggjandi í øllum tónlistaligum virksemi, og tey bæði omma og abbi áttu flestu tónlistaligu løturnar í samkomuni Ebenezer yvirav "Glade hjørn" (viðhvørt tykist tað sum ein ævinleiki sveimar uppi yvir springvatninum í miðjuni).

Hóast tey vóru kend hiðani, hevði familjan hjá ommu tilknýti til Hvítusunnusamkomuna. Henni dámdi ikki, at nakar segði nakað neiligt um hvítusunnusamkomuna, og handan søgan um fepursjúkralegu og bønarhald er álvaratos eisini radikal uppá tann pinsaliga mátan. Tí kennist tað merkiliga fullkomið, at Hvítusunna er samstundis sum hesin 100 ára dagurin hjá ommu. Hvítusunna er "hátíð til minnis um Heilaga Andans komu". Heilagi Andin, tað er tann meira rock'n'roll parturin av kristindóminum. Tann, ið er sum vindurin. Tann, ikki letur seg temja, hvussu galið vit menniskju annars vilja tað. Men stundum kann ein ordiliga góður sangur opinbera hetta fyri okkum, og stundum er Viðareiði sum ein lítil sneið av tí himmalska. Æra verið minnið um ommu.
Omma syngur fyri Sunnevu og mær.
Omma og Sunneva syngja saman.
Ingálvur av Reyni og omma syngja saman.
Stakpláta við ommu og Ingálvi (útgivin 1958).
Omma á ungum árum. Kongaminnið í baksýni.

No comments:

Post a Comment